mikudagur 19. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
og tað vísti eisini á, at nýggj
ar vinnur tora at bjóða seg
fram og gera vart við seg
– eisini millum tungvektarar
uttanlands. Aðrar føroyskar
fyritøkur framleiða eisini
klæði, sum verða seld av
landinum, og ullin, sum eina
ferð var Føroya gull, er aftur
komin inn í hitan.
Men hóast tað eru spenn
andi møguleikar í eini
føroyskari klædnavinnu, ber
tað ikki til at leggja eina
yvirskipaða ætlan fyri hesa
vinnu.
– Móti er ein kreativ vinna,
og tí ber ikki til at kopiera
ein, sum hevur klárað seg
væl. Tað er ræður um at vera
originalur og ikki kopiera,
og tí kann tað almenna ikki
leggja eina neyva ætlan fyri
tær kreativu vinnurnar, sigur
Guðrun Rógvadóttir, sum er
onnur av kvinnunum aftanfyri
Guðrun & Guðrun.
Tað hevði verið tað sama
sum at sagt, at nú hava vit
ein Teitur, sum klárar seg
væl, og tí skulu vit kopiera
hann og fáa fimm Teitur
afturat. Tað ber ikki til. Fyri
tað um ein klárar tað, so ber
ikki til at siga, at til dømis
klædnamóti verður ein stór
vinna í Føroyum, heldur hon.
Guðrun Rógvadóttir heldur,
at tað almenna skal ikki
spæla ov stóran leiklut, tá
ið tað snýr seg um nýggjar
vinnur.
– Tað almenna skal ikki
siga, hvussu vinnan skal
rekast, men heldur trúgva
upp á, at tey sum eiga og
reka fyritøkurnar, vita, hvat
er best fyri teirra fyritøku. Tað
almenna kundi heldur latið
stuðul til serlig átøk ella tiltøk.
Vit høvdu herfyri eina stóra
mótasýning á flogvøllinum,
men vit fingu ikki eitt oyra í
almennum stuðli til tiltakið, tí
tað var eftir øllum at døma
ov originalt til at fáa stuðul,
sigur hon.
Stuðul á rættan hátt
Nýggja landsstýriskvinnan
við vinnumálum ætlar sær
at virka fyri, at nýggjar
vinnur kunnu koma fyri seg
í Føroyum, og hon er farin
í holt við at kanna, hvussu
nýggjar vinnur kunnu stuðlast
á rættan hátt.
– Vit vilja gjarna spæla ein
virknan leiklut og stuðla upp
undir á rættan hátt. Vit hava
sett okkum fyri at kanna,
hvussu hetta kann gerast, og
vit eru farin í holt við hetta
arbeiðið. Vit skulu finna fram
til, hvat nú manglar fyri at
fólk vilja fara í gongd við
nýggjar vinnur, sigur Bjørt
Samuelsen.
Hon heldur, at tað eru
møguleikar í mótavinnuni og
øðrum kreativum vinnum.
– Ísland og Finnland hava
til dømis klárað at branda
seg við sniðgeving. Vit hava
sera dugnaligar sniðgevarar
í Føroyum, og tað ber væl til
at hugsa sær, at sniðgeving
verður ein partur av føroysku
tjóðarbrandingini, sigur Bjørt
Samuelsen.
Fyrrverandi landsstýrismað
urin við vinnumálum heldur,
at nógv er broytt í føroyskum
vinnulívi seinnu árini.
– Tað er hend ein broyting
í føroyskari vinnu, men vit
hava ikki enn fingið hetta
staðfest í hagtølunum, og
tað er stórt spell. Okkara
veika síða hesi árini hevur
verið, at vit ikki hava kunnað
eftirmett okkara vinnupolitikk,
tí góð og neyv hagtøl eru
avgerandi fyri hetta arbeiði,
sigur Bjarni Djurholm.
– Fiskivinnan er framvegis
høvuðsvinnan í Føroyum,
men vit hava fingið fleiri
aðrar vinnur, sum hava fingið
størri týdning fyri føroyska
samfelagið. Tað grør um
gangandi fót. Politkkurin
saman við vinnuligari
nýhugsan og váðafýsni
hava givið úrslit, og nú er
avbjóðingin er at halda fast í
vøkstrinum.
Bjarni Djurholm heldur,
at tað almenna skal skapar
karmarnar fyri vinnulívið,
men ikki blanda seg upp
í, hvussu fyritøkur og vinnur
verða riknar.
– Tað almenna skal ikki
verða vinnurekandi, men
skal gera so smidligar og
lættar skipanir sum gjørligt,
so at fólk, sum vilja í holt
við nakað, ikki renna frá
Per til Pól. Vinnumálaráðið
hevur seinastu árini lagt
stóran dent á at dagføra
alt lógargrundarlagið, og
frá nýggjárinum er føroysk
vinnulóggáva ajøvn við
altjóða lóggávu, sigur hann.
Fiskurin svimur undan
Føroysku útflutningstølini siga
sína greiðu søgu um, hvat
tað er, sum gevur føroyska
samfelagnum flest inntøkur úr
útheiminum.
Fiskur og fiskavørur standa
framvegis fyri 96 prosentum
av vøruútflutninginum, og
verða tænastur tiknar við,
er talið framvegis høgt.
Seinastu tølini fyri gjalds
javnan eru frá 2004, og tey
tølini vísa, at fiskur stendur
fyri umleið 85 prosentum
av inntøkunum frá vøru og
tænastuútflutningi.
Tølini hjá Hagstovu
Føroya vísa, at ein ávís
broyting hevur verið í
útflutningstølunum seinastu
tvey árini, tí aðrar vørur enn
fiskur eiga ein størri part av
útflutninginum, men hesi tøl
skulu takast við fyrivarni.
Áðrenn 2006 høvdu fyritøkur
bert skyldu til at boða frá
útflutningi av fiski, men
nú er lógarkravt, at allur
útflutningur skal skrásetast.
Tað hevur havt við sær, at
bólkurin “Aðrar vørur” er
vaksin.
– Tølini siga púra greitt, at
føroyskur útflutningur nú sum
áður snýr seg í høvuðsheitum
um útflutning av fiski og
fiskavørum. Tað er trupult at
fáa eyga á nakran munandi
vøkstur í útflutninginum av
vørum, sum ikki hava við
fisk at gera, og enn hava vit
ikki kunnað staðfest nakran
týðandi vøkstur í útflutning
inum av tænastum, sigur
Herman Oskarsson, stjóri á
Hagstovu Føroya.
Hagstovan er í løtuni í holt
við at gera gjaldsjavnan
fyri 2005 og 2006 upp,
og tá ber til at staðfesta,
hvussu gongdini hevur verið
hesi árini, men stjórin á
Hagstovuni roknar ikki við
nøkrum munandi broytingum
í býtinum millum fiskin og
hinar vinnurnar.
Fyrrverandi
landsstýrismaðurin við vinnu
málum, Bjarni Djurholm,
heldur, at framgongdin hjá
teimum, sum útflyta vørur ella
tænastur, ið ikki hava við fisk
at gera, er størri, enn tølini
vísa.
– Tað er nógv hent seinnu
árini, og eg eri als ikki í
iva um, at vinnur sum KT,
ferðavinna, bankavirksemi,
kreativar vinnur og aðrar
vinnur spæla ein vaksandi
leiklut í føroyska útflutn
inginum. Í løtuni hava bara
eingi tøl, sum kunnu prógva
hetta, sigur Bjarni Djurholm.
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Danski klædnaídnaðurin útflutti í 2006 vørur fyri 25,7
milliardir krónur. Hetta var ein vøkstur á 2 milliardir
krónur samanborið við 2005
Størstu útflytararnir eru mainstream vørumerki sum
Brandtex, IC Companys, BTX Group og Bestseller,
sum millum annað hevur Vero Moda. Eisini danskir
designarar sum Munthe Plus Simonsen og Noir hava
stóran týnding fyri útflutningin av klædnavørum.
Í Danmark vórðu í 2007 nýttar 35 milliardir krónur
uppá klæði og 5,5 milliardir uppá skógvar.
Til mótamessuna, sum var í Keypmannahavn
herfyri, vóru umleið 60.000 innkeyparar og
fjølmiðlafólk úr øðrum londum.
F
A
K
T
A
Munurin minkar
Samanlíkning millum føroyska útflutningin av fiskavørum og aðrar vørur vísir, at aðrar vørur standa fyri
vaksandi parti av útflutninginum. Tølini skulu tó takast við fyrivarni, ti ein partur av vøkstrinum stavar
frá eini lógartekniskari broyting í 2006.
2003
2004
2005
2006
2007
Aðrar vørur /fiskavørur
0,2 %
0,7 %
0,7 %
4,1 %
3,6 %
Føroyskur útflutningur
2003
2004
2005
2006
2007
Fiskur og fiskavørur
3.764.616
3.476.691
3.366.795
3.641.835
3.775.136
Aðrar vørur
8.660
23.379
23.709
150.942
136.190
Tølini eru í 1.000 kr.
vinnan má finna egnar leiðir