Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Hetta er fyrstu ferð, at vit hittast, men vit hava altíð vitað av hvørjum øðrum. Systir Hans Petur, Hansina, gift við Jóan Jakku á Brúnni, var ein tann nærmasti grannin hjá okkum í gomlu Norðragøtu. Ein beiggi var tann kendi politikkarin Jákup Frederik Øregaard, sum eisini búði í Gøtu. Hann hevði eisini upprunaliga handil inni hjá Hansinu. Fleiri børn hjá systkjum hava eisini verið gift í Gøtu. Tað var kent, at Hans Petur búði niðri, men hann var ofta í Føroyum. Tá róði hann út við Øregaard, sum Jákup Frederik vanliga varð kallaður. Tí var tað sera nærliggjandi at fáa eitt prát við Hans Petur, nú høvið beyðst. Tað helt Hans Petur tíbetur eisini. Tað vísti seg, at Hans Petur fylgir sera væl við, hvat ið hendir í Føroyum, eisini tað í fiskivinnuni, so okkurt var at práta um. Ættaður frá Skipar Hansen Mamma Hans Petur, Malan, var úr Lorvík, og mamma hennara var Petronella Wolles f. 1835 í Uppistovu á Trøllanesi. Hon giftist í 1861 úti í Svínoy við Sylverius Hansen, sum eisini var úr Lorvík. Tey tæntu bæðu harúti, men fluttu síðan til Lorvíkar. Sum tað skilst, er tað frá honum, at teir nógvu Sylveriusar í og úr Lorvík eru ættaðir. Sylverius átti ein beiggja, sum æt Gabriel, teir vóru ættaðir av Húsamørk. Gabriel fór at sigla við hollendskum skipum sumn ungur, og hann giftist í Hollandi. Men annars visti eingin um hann. Hans Petur og konan Nomi plagdu javnan at ferðast á Rhodos í 70-unum. Ein dagin, tey sita á eini matstovu, kemur eitt ungt par og spyr, um tey kunnu setast hjá teimum. Jú, tað var gaman í. Tey koma í prát. Maðurin var norskur, og kvinnan var hollendsk. Tey vóru á brúðleypsferð. Hans Petur greiðir frá, at hann er úr Føroyum. Tey hyggja við, og kvinnan sigur, at abbi hennara var eisini úr Føroyum, úr eini bygd sum kallast Lorvík. Ja, men tað var Hans Hans Petur Øregaard: Fiskimaðurin, sum gjørdist politistur í Danmark Á ferð í Danmark í oktober varð farið innn á gólvið hjá tveimum lorvíkingum, sum búgva í Danmark. Annar var 99 ára gamla Trina við Keldu, sum býr á Fyn. Vit hava havt frásøgn um vitjanina hjá henni. Hon verður 100 ár í juni. Hin var 94 ára gamli Hans Petur Øregaard, sum hevur verið politistur í Danmark meginpartin av lívinum. Hann hava vit vitjað aftur í februar, og úrslitið er lívsøgan hjá Hans Petur, sum vit hava í tveimum pørtum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Nomi og Hans Petur Mýruhúsini, barndómsheimið hjá Hans Petur í Lorvík. Verfaðir hanara hevur málað myndini eftir eini fotomynd