mikudagur 19. mars 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 56 - 19. mars 2008
tíðindi
Vangamynd
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nýggja forkvinnan í Starvs
mannafelagnum brýtur á mangan
hátt við siðvenjuna. Eitt er, at
hon er kvinna. Men hon er eisini
einlig mamma og hevur síðstu 10
árini búð til leigu í kjallara
íbúðini niðri við sjóvarmálan á
Argjum, saman við 12 ára gomlu
dóttrini Sylviu.
Okkum dáma væl á Argjum.
Serliga Sylvia stórtrívist. Fyri
meg sjálva hevur tað størri
týdning, at vit búgva nær hav og
haga eins og á Eiði, har eg
traðkaði barnaskógvarnar, sigur
36 ára gamla Selma Ellingsgaard,
sosialráðgevi.
At vit búgva til leigu kemst
sjálvandi av, at eg eri einsamøll
við dóttrini, og ikki havi havt ráð
til at keypa. Soleiðis er tað bara,
staðfestir Selma nøgd. Hon hevur
eisini nógv at frøast um og at
takka fyri, nú hon, eftir 12 ár
sum sosialráðgevi á sosialu deild
í Tórshavnar Kommunu, er
vorðin forkvinna fyri 2300
alment settum starvsfólkum í
einum av størstu fakfeløgunum í
landinum.
Halda vunnin rættindi
Umráðandi er, at vit virða
vunnin rættindi og stríðast fyri
betri korum. Fyri er slóðað í
mong ár og eitt er vist: Onki er
komið av sær sjálvum. Um vit
bara lata marknaðarkreftirnar
ráða, hevur profitturin vunnið og
vit tapt, sigur Selma Ell
ingsgaard, nú vit sita yvirav
hvørjari aðrari í fundarrúminum
hjá Starvsmannafelagnum. Í
grannahølinum gongur fráfarandi
formaðurin Gunleivur Dalsgarð
og putlar við at pakka niður, so
pláss verður fyri avloysaranum.
Perlulív á Eiði
Fyrstu seks barnaárini vaks
Selma upp undir veingjunum hjá
fýra sterkum kvinnum: Mamm
uni, Mostir og Gummu (ommu
systrarnar) og dóttur aðra ommu
systrina, sum var 11 ár eldri enn
Selma.
Eg eri uppvaksin í einum
matriakati, í einum húsi, har fýra
kvinnur ruddaðu slóð og
prógvaðu, at tað er ongin
forðing, at tú ert kvinna. Tær
fingust við alt arbeiði, bæði úti
og heima, líka frá seyðahaldi til
at binda fyri fólk. Og har
manglaði onki, greiðir Selma frá.
So barnaárini vóru eitt
perlulív, har eg bleiv ninað og
nanað og mussað og vælsignað
út í eitt, sigur hon og flennir,
meðan hon kveistrar síða hárið
burtur frá andlitinum.
Hon var seks ára gomul, tá hon
og mamman fluttu saman við
pápanum. Nøkur ár seinni var
einsamalla dóttirin vorðin til
tríggjar systrar.
Eg eri ein ordilig stórasystir,
sigur hon, men skundar sær at
skoyta uppí, at í veruleikanum
hevði hon øll árini eina eldri
hálvsystir í Danmark.
Hana havi eg nústani lært at
kenna sum vaksin, og tað hevur
verið ein gleði at fáa eina systir
afturat, sigur hon og smílist.
Broyta bygnaðin
Sambært Selmu, er ein hin mest
átrokandi uppgávan í
Starvsmannafelagnum, at
bygnaðurin í felagnum verður
broyttur, so allir limir kenna seg
heima. Soleiðis er ikki í dag, tí
felagið er so stórt. Hon sigur, at í
veruleikanum er Starvsmanna
felagið eitt meginfelag, tí
bólkarnir og yrkini eru so mong.
Tað er ikki nóg mikið bara at
vera eitt stórt felag, um vit ikki
røkka endamálinum: At røkja
áhugamálini hjá øllum limunum,
sigur Selma Ellingsgaard.
Mynsturbrótari
Tað lá ikki í kortunum, at Selma
skuldi nema sær hægri útbúgving
og blíva fakfelagspolitikkari.
Eisini í somáta brýtur hon við sið
venjuna.
Hóast míni nærmastu ikki
høvdu útbúgving, fall
skúlaarbeiðið mær lætt og
lærararnir og familjan eggjaðu
mær til at lesa víðari. So í
mínum hugaheimi var ongin ivi
eg skuldi sjálvandi taka
10 gróparar
• Hvad er títt besta spariráð?
Keyp jólagávurnar, tá vetrarútsølan er í januar
• Hvørja fartelefon hevur tú?
Mín góða Siemens S65 hevur tænt mær væl og
hevur nú tænt fyri seg
•
Hvussu nógv pør av skóm eigur tú?
… eini 40…
• Hvat hámetir tú?
Tolsemi, næstakærleika og virðing fyri okkara
medmenniskjum
• Bestu bøkurnar eru:
Úr rúgvuni kunnu nevnast røðin um
ístíðarkvinnuna Aylu, eftir Jean M. Auel. Serstøk
og framúr
• Hvat hevur tú ringa samvitsku yvir?
At arbeiði ov ofta nápar burturav frítíðini
• Hvat politiskt mál hevði tú raðfest allar fremst, um
tú kundi?
At ágóðarnar verða so javnt býttir, sum til ber
• Hvørja fløgu lurtar tú mest eftir fyri tíðina?
Bjørn Afzelius, meðan eg koyri
• Hvat var eitt gott kup?
Keypti brúkta bilin fyri kr. 17.000 lægri enn ásett
• Slagorðið er:
Tað eru altíð í minsta lagi tríggir møguleikar
Fakfelagsforkvinnan, Selma Ellingsgaard:
Er einlig mamma
og býr til leigu
Eg varð ninað og nanað og mussað og vælsignað út
í eitt øll barnaárini, sigur Selma Ellingsgaard, sum
fyrstu seks árini vaks upp hjá fýra sterkum kvinnum
á Eiði. Nú hevur hon tikið við sum forkvinna í
Starvsmannafelagnum
Gunnleivur Dalsgarð, fyrrverandi
formaður, um Selmu Ellingsgaard:
“Selma hevur nógvar góðar dygdir, sum gera hana væl egnaða at
vera forkvinna í Starvsmannafelagnum. Hon dugir væl at
samskifta, hevur rætta fakfelagsandan og trýr fult og fast uppá
samhaldsfesti og rættvísi. Eg bæði veit og vænti, at hon leggur
sína egnu linju sum forkvinna, og tað eigur man at gera.
Persónliga fegnist eg eisini um, at ein kvinna tekur við, tí
javnstøða skal ikki bara vera eitt eiti, men eisini vísast í verki.”