mikudagur 19. mars 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
… Várklár við heimaspa
Eygnabrýrnar eru eisini heftar av móta. Men óansæð mótan, so eru altíð
nakrar høvuðsreglur at ganga eftir fyri at fáa úrslitið so gott sum gjørligt.
Liting:
Fleiri sløg av heimaliting til brýrnar eru at fáa í Føroyum, og tað er ikki
serliga dýrt, tí ein pakki røkkur til nógvar litingar.
Minst altíð til at lita, áðrenn tú rættar, tí annars legst liting í tómu
hársekkirnar og verður til myrkar plettir, sum eru ringir at fáa burtur aftur.
Við einum vattpinni kanst tú leggja vaseline á húðina, har liting ikki skal
koma at.
Tað er ymiskt, hvussu væl brýrnar taka ímóti litingini, tí er best ikki at lata
litingina vera á ov leingi, inntil tú veist hvussu tað er hjá tær. Heldur lita
umaftur enn enda sum ein grýla.
Rætting
Tað eru nøkur føst mát, tá tú rættar eygnarbrýrnar.
• Byrjanin á eygnabrúnni skal vera áraka breiðasta partin á nøsini, har
nasagluggarnir eru. Legg eina linjuál leysliga ímóti nasaglugganum upp
ímóti pannuni. Har skal eygnabrúgvin byrja. Øll hár, sum eru uttanfyri
linjuálina, skulu takast.
• Endin á eygnabrúnni skal vera ájavnt uttara eygnakrókin og breiðasta
partin á nøsini, har nasagluggarnir eru. Legg eina linjuál eftir hesum
punktum, og tak øll hár, sum eru uttanfyri.
• Breiðasti kanturin skal altíð vera inn ímóti pannuni, og brýrnar skulu vera
tynst úti ímóti vangunum. Hægsta punkti á brúnum kann vera beint uppi
yvir eygnasteininum, tá tú hyggur í speglið –ella longri úti ímóti vangunum.
Ikki innanfyri. Longri úti hægsta punktið er, meiri kettukend sýnast eyguni.
• Minst til bert at nippa niðara kant á brúnum. Einasta føri, har tað er loyvt
at fara uppum brúnna at nippa, er, um okkurt einstakt hár stingur burturúr
upp ímóti pannuni.
Heimaspa: Eygnabrýr
At keypa reinsievni, krem og maskur til andlitið kann skjótt gerast dýrt. Tíbetur
eru bíligari hættir at fáa vakra húð. Vit hava her nakrar uppskriftir til maskur,
sum kunnu gerast og nýtast í einum heima-spa, gjørdar úr tilfari, sum tú helst
eigur inni.
- Minst altíð til at reinsa andlitið væl, áðrenn tú smyrt eina masku á.
Andlitsmaska til feittuta húð
Blanda tvær súpuskeiðir av A38, Ymer ella Cultura Naturel við ½ rivnari
agurk og eini teskeið av sitrónsaft. Smyr maskuna javnt uppá andlitið, men
ikki á húðina um eyguni. Bíða í 10-15 minuttir og vaska so varliga av við
flógvum vatni.
Andlitsmaska til turra húð
Masa eina avokado, ½ banan og eina súpuskeið av flógvum hunangi væl
saman. Smyr maskuna javnt á andlitið, men ikki á húðina um eyguni. Bíða í
15 minuttir og vaska so varliga av við flógvum vatni.
Andlitsmaska til óreina húð
Joghurt hevur í mong hundrað ár verið nýtt til at reinsa húðina við. Hildið
verður, at náttúrligu “súru” bakteriurnar leypa á aðrar bakteriur og skitt í
húðini og gera húðina reina og klára.
Smyr reint joghurt á andlitið, men ikki á húðina um eyguni. Bíða í 10-15
minuttir og vaska so varliga av við flógvum vatni
Andlitsmaska til viðkvæma húð
Blenda eina fersken, eina súpuskeið av flógvum hunangi og tvær teskeiðir av
mandluolju. Smyr maskuna javnt á andlitið. Bíða í 15 minuttir og vaska so av
við flógvum vatni.
Skrubbmaska
Blanda tríggjar súpuskeiðir av reinum joghurti við eini súpuskeið av sukri ella
havragrýnum. Smyr á húðina, nýt fremstafingur, longutong og lekifingur og
ger smáar rundingar á andlit og háls, men ikki á húðina um eyguni. Vaska
av við flógvum vatni.
GÓÐ RÁÐ
Ístaðin fyri at keypa dýr serum til
húðina ber til at keypa kapslar við
flótandi E-vitamin, sum eru ætlaðir
at svølgja. Sker ein um helvt og
smyr oljuna beinleiðis á andlitið.
Kann nýtast um náttina ella undir
dagkremið um dagin. Gevur
beinanvegin vætu og verju til turra
og móða húð.
GÓÐ RÁÐ
Tað besta tú kanst gera fyri
húðina, er at hugsa um, hvat
tú etur. Frukt, grønmeti og
nógv vatn geva húðini nóg
nógv av vætu og vitaminir.
GÓÐ RÁÐ
Tað er lættast at
nippa, um tú júst
hevur verið í bað,
tí tá eru poknurnar
meiri opnar. Tú kanst
eisini stoyta kókandi
vatn í ein bolla, halda
høvdinum innyvir og
leggja eitt handklæði
útyvir høvd og bolla.
Dampurin letur
porurnar upp og ger
tað lættari at nippa.
Heimaspa: Andlitsviðgerð