Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 19. mars 2008 23 tíðindi studentsprógv og lesa víðari, sigur hon. Og hon minnist, at pápin spurdi hana, hví hon skuldi av landinum, tá hon fortaldi um ætlanina at flyta niður til Århus at lesa til sosialráðgeva. - Men í dag er hann sjálvandi stoltur av mær, sigur hon. Lesandi mamma Fyrstu lestrarárini búði hon í kollektivi í Gellerupparkini saman við øðrum føroyskum útisetum. Síðani flutti hon og pápi Sylviu saman á kollegium. - Eg átti Sylviu, meðan eg gekk á 3. semestri í 1995. Veit, at summar kvinnur ivaleyst halda meg vera langt úti, men eg fór altso ikki í barnsburðarfarloyvi. Tók heldur didduna við í skúla, teir dagarnar pápin ikki hevði hana heima. Tá hon var eitt hálvt ár, fekk hon pláss í vøggustovu, og soleiðis hóraðu vit undan, sigur hon. Góðan mánað eftir at loknan lesna, flutti lítla familjan heim aftur. Selma hevði fingið starv á sosialu deild á býráðnum, har hon hevur starvast síðani - meginpartin av tíðini við barnaverndarmálum. - Ofta hava fólk skumpað meg fram - lærarar, starvsfelagar og í mun til formanssessin í Starvs- mannafelagnum, kanska eisini Gunnleivur.. Sterkari saman Selma Ellingsgaard varð vald í nevndina í Starvsmanna- felagnum fyrstu ferð í 2001. Og 8. mars í ár, á sjálvum altjóða kvinnustríðsdegnum, valdi aðal- fundurin hana til forkvinnu eftir Gunnleiv Dalsgarð, sum hevur staðið á odda fyri felagnum í góð 10 ár. Hon var einasta valevni, so longu undan fundinum var greitt, at hon skuldi bara hava meiriluta ímóti sær, skuldi hon fella. Av teimum nærum 400 atkvøðunum, vóru fimm ímóti, 12 blankar, meðan restin atkvøddi fyri Selmu Ellingsgaard sum forkvinnu. Spurd, hvat hjartamál hon hevur í nýggja starvinum, svarar hon avgjørd betri samstarv millum tey 33 feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. - Í løtuni kann arbeiðsgevarin gera sær dælt av, at vit ikki standa saman. Mín dreymur er, at vit í nógv størri mun samstarva, tí saman standa vit sterk. Við virðing, samskifti og samstarvi veit eg, at vit røkka nógv longri, sigur Selma Ellingsgaard. Hon leggur dent á, at harvið ikki sagt, at fakfeløgini skulu niðurleggj- ast, men at tey áttu at gagnnýtt orkuna og vitanina betur, soleiðis at tey kundu verið ein verulig mótvekt og konstruktivur viðspælari, eisini á politiska pallinum. Eisini vísir hon á, at betri samstarv og samskiftið við mótpartin átti at gagna øllum. - Vit hava øll sama endamál: At tæna borgarunum sum best. Við at samstarva røkka vit hesum, til gagns fyri tænastuna og trivnaðin. Persónlig avbjóðing Samrøðan við Selmu er at enda komin. Áðrenn vit runda av, skoytir hon uppí: - Eg stillaði eisini upp til formanssessin, tí tað er ein persónlig avbjóðing fyri meg. Eg ynski at vaksa og mennast persónliga - og so skal Sylvia hava eina mammu, sum er ein góð fyrimynd! Selma Ellingsgaard gleðir seg til at arbeiða við fakfelagspolitikki burturav, og ikki bara afturat fulltíðarstarvinum sum sosialráðgevi. Harafturímóti stúrir hon fyri møguligum avleiðingum, nú rembingar eru í altjóða fíggjarheiminum, og tey fylgja væl við gongdini. – Tað ringasta hevði verið vanlagnurnar við arbeiðsloysi og fólkaflytingum, sigur hon Mynd: Sunva Eysturoy Lassen Styling: Royal Hárfríðkan