mikudagur 19. mars 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
Tá tú hevur viðgjørt húðina, er tað best, um húðin fær frið í nakrar tímar. Tí skalt tú helst ikki smyrja tær beint aftaná eina
andlitsviðgerð.
Um várið er dagsljósið annars ofta sera sterkt, og tí er best ikki at nýta ov nógv make-up um dagin. Reglan um at “less
is more” er galdandi. Tá tú leggur eina lætta make-up, er vippubukkarin eitt hent amboð. Við at bukka eygnavippurnar
síggja eyguni stór og opin út, og tá nýtist ikki so nógv mascara.
GÓÐ RÁÐ
Húðin fær eisini skaða
av vársólini, sum er
rættiliga sterk, nýt tí altíð
eitt dagkrem við faktor.
Tá tú leggur make-
up, far so yvir ímóti
vindeyganum og spegla
tær, so tú sært hvussu
tú sær út í dagsljósi.
Várljósið er sera sterkt,
so tað er skjótt at síggja
ov smurd út. Um várið er
ofta best at leggja eina
heilt lætta og náttúrliga
dagmake-up. Um kvøldið
ber tó saktans til at gera
meiri burturúr.
Heimaspa: Makeup
GÓÐ RÁÐ
Vit minnast øll reyðu
tablettirnar, sum vit fingu
frá skúlatannlæknanum
á sinni -og sum avgjørt
eru undirmettar. Keyp
eina dós av teimum og
kanna tína tannbusting
regluliga. Tú sparir nógvan
pening í mun til dýru
tannlæknarokningarnar.
Heimaspa: Munnviðgerð
Munnurin er neyvt tengdur at vælveru okkara. Tað er
tí avgjørt ein partur, sum eigur at hava sítt fasta pláss í
einum og hvørjum heimaspa. Tú kanst til dømis nýta 15
minuttir uppá vælveru í munninum, meðan tú bíðar eftir, at
hárviðgerðin kann skolast úr hárinum
aftur.
Nýt eina góða tannbust, sum antin er
bleyt ella medium. Er hon ov hørð, fer
hon illa við emalju og tannholdi. Busta
við rundum rørslum og gev tær góðar
stundir til hvørja einstaka tonn. Minst
eisini til at koma heilt afturum ta aftastu
tonnina.
Tanntráðurin verður ofta “gloymdur”
í einum strongdum gerandisdegi. Men
í tínum heimaspa hevur tú góða tíð
at hjúkla um teg sjálva. Nýt høvið at
reinsa væl og virðiliga ímillum allar
tenninar.
Ein tunguskavari er eitt hent amboð,
eftirsum ein óhugnaliga stórur partur av
bakteriunum í munninum eru á tunguni.