mikudagur 19. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 56 - 19. mars 2008
Hjúnini Sólfríð
og Hans Michael í
Mittúni hava verið
á eini drúgvari ferð
kring heimin og hava
upplivað mangt og
hvat. Leygarkvøldið
fara tey at greiða frá
ferðini á einum tiltaki
í Klaksvík
Ferðing
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tey hava súkklað á Golden
Gate brúnni í San Francisco,
tey hava heinta appilisinir í
Australia, vitjað inka-indi-
anarar í Peru og arbeitt á
barnaheimi í Tansania.
Tað eru nakað av tí, sum
hjúnini Sólfríð og Hans
Michael í Mittúni hava upp-
livað á drúgvari ferð kring
knøttin.
- Tá ið vit vóru lesa, so
tosaðu vit um, hvat nú
skuldi henda. Spurningurin
var, um vit skuldu flyta aft-
ur til Klaksvíkar og etablera
okkum, ella um vit fyrst
skuldu royna okkurt heilt
annað. Vit høvdu tosað um
at fara at eina drúgva ferð.
Vit tosaðu nærri um tað, og
vit gjørdu av, at tað vildu
vit royna fyrst, greiðir Hans
Michael frá.
Tey býttu ferðina hjá sær
upp í tvey. Fyrri parturin
var at ferðast til ymisk lond
og uppliva so nógv sum
gjørligt. Seinni parturin
skuldi brúkast til okkurt
meira vælgerandi arbeiði,
og tað var at arbeiða á ein-
um barnaheimi í Tansania.
- Tað var stuttligt at ferð-
ast, vit upplivdu nakað nýtt
hvønn dag, og vit sóu nógv
kend støð. Hálva árið á
barnaheiminum í Afrika var
ein heilt onnur uppliving.
Vit sóu ikki kend støð, men
upplivdu ein heilt annan
gerandisdag enn í Føroyum,
sigur Sólfríð.
Hjálpa barnaheimi
Leygarkvøldið fara Sólfríð
og Hans Michael at hava
eitt tiltak í Ósáskúlanum í
Klaksvík.
Har fara tey at bjóða fólki
innar at síggja nakað av tí,
sum tey upplivdu á drúgvu
ferðini. Tey ætla at vísa
myndir, greiða frá og eisini
sýna okkurt av tí fram, sum
tey høvdu við sær á ferðini
og heimaftur við.
Tíðin á barnaheiminum í
Tansania er heldur ikki far-
in aftur við borðinum uttan
nakað.
- Á barnaheiminum búðu
bara dreingir, men vit eru
nú farin í holt við at savna
pengar inn, so at barna-
heimið eisini kann fáa eina
deild til gentur. Tað er tað
brúk fyri, sigur Sólfríð.
Hesum nýggja projekti
fara tey eisini at greiða frá á
tiltakinum, sum verður leyg-
arkvøldið kl. 19.00.
Sólfríð og Hans Michael í
Mittúni løgdu millum annað
leiðina fram við hjá inka-
indianarunum í Peru
Vitjaðu 14 lond
í 14 mánaðir
Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi
umhvørvi, við stórum fjølbroytni, í eini tí
stórstu fyritøkuni í Føroyum?
Vit leita eftir einum kranførara við prógvi B
(mobilkrana). Arbeiðið fevnir um koyring við
mobilkranum okkara, bæði
, eins og runt landi. Arbeiði fevnir
eisini um planlegging av arbeiði og viðlíka-
hald av kranunum.
Vit roknað við at tú ert røkin, álítandi, ikki
bangin fyri at taka ímóti avbjóðingum og
hevur lætt við at tosa við fólk.
Ring ella ein teldupost til
og vit taka eitt prát saman.
Tú kannst eisini
Tórshavnar Skipasmiðju P/F
Postboks 65
FO-110 Tórshavn
Att: Svein Patursson
Starvið verður at seta sum skjótast
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Svein Patursson á telefon
79 11 52 ella Jens Hansen á telefon
79 11 34
- ein depil innan skipatænastur
á deildum
okkara í Tórshavn, á Skála, í Runavík og í
Vestmanna
senda eina umsøkn til:
info@faroeyard.fo,
Kranførari til
Skipasmiðjuna
www.faroeyard.fo
Maria Poulsen
HANDILSLÆRLINGUR
Vit sóknast eftir einum lærlingi
til okkara HVS-handil.
Tín førleiki
Vit vóna at tú ert fyrikomandi, íðin, nærlagd-
ur, sjálvstøðugur og skilur týdningin av góðari
kundarøkt. FHS ella onnur miðnáms útbúgving
er ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit
Eitt starv har ið tú saman við øðrum kemur
at taka tær einum spennandi og fjøltáttaðum
handli. Tú fært møguleika at hjálpa og leið-
beina kundum okkara, samstundis sum tú
fært ábyrgd og møguleika til at menna okk ara
handil – Stutt sagt eitt spennandi starv í einari
fyritøku í støðugari menning.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógv-
um er, týsdagin 8. apríl.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til okkara á tel. 312 000
MARIA POULSEN PF
Postmoga 182
FO-110 Tórshavn
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo
HANDILSLÆRLINGUR
Vit sóknast eftir einum lærlingi
til okkara HVS-handil.
Tín førleiki
Vit vóna at tú ert fyrikomandi, íðin, nærlagd-
ur, sjálvstøðugur og skilur týdningin av góðari
kundarøkt. FHS ella onnur miðnáms útbúgving
er ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit
Eitt starv har ið tú saman við øðrum kemur
at taka tær einum spennandi og fjøltáttaðum
handli. Tú fært møguleika at hjálpa og leið-
beina kundum okkara, samstundis sum tú
fært ábyrgd og møguleika til at menna okk ara
handil – Stutt sagt eitt spennandi starv í einari
fyritøku í støðugari menning.
Seinasta freist at senda inn umsókn við prógv-
um er, týsdagin 8. apríl.
Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til okkara á tel. 312 000
MARIA POULSEN PF
Postmoga 182
FO-110 Tórshavn
Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo