mikudagur 19. mars 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 56 - 19. mars 2008
Arkadurnar í Lalandia kunnu
samanberast við suðurlendsku
arkadurnar, sum nógv kenna frá
ferðum sunnanfyri. Í stóru yvir
dekkaðu arkadunum í Lalandia
kanst tú uppliva mangt og hvat,
har eru matstovur, handlar,
aktivitetir av ymsum slag og
atgongd til ítróttarhallir.
Ein av aktivitetunum her er
”high jump” trampolinir. Her
verður tú fastspentur í nøkur
long elastikk. Tá tey verða spent
upp, kanst tú hoppa ótrúliga høgt
í mun til eina vanliga trampolin.
Fýra slíkar trampolinir eru í
arkaduni beint við skoytuhøllina.
Á torginum kunnu foreldur og
børn hugna sær við øllum teim
um mongu barnatiltøkunum, tað
veri seg barnadisko ella Niels
Plys, tann nógv elskaði skatta og
trillikunstnarin og ballónklovn
urin í Lalandia. Á undirhalds
torginum hava vit Monky Tonky
Show, har tær báðar apurnar,
Monkey Tonkey og Maja hava
tað stuttligt og skapa sær saman
við Niels Plys.
Showið er ment í samstarvi við
Johnny Reimar, sum hevur skriv
að tekst og tónleik til showið.
Innanduraaktivitetir
Teir gestir, sum vilja slappa av
við ymsum likamsvenjingum
hava eisini góðar møguleikar til
tess. Har eru ítróttaraktivitetir
fyri øll.
Innandura er innrættað eitt
bowlingsentur við 11 banum.
Í ítróttarhøllini kanst tú spæla
badminton, hondbólt og
kurvabólt. Harafturat eru
fitnesssentur, masasja, solarium
og borðtennis. Til ber eisini at
venja bogaskjóting, innandura
minigolf og tennis. Spurningurin
er ikki um at náa alt, men at
velja, hvat tú hevur hug til.
Venjingarumstøðurnar eru so
spennandi, at tey í Lalandia við
einum ávísum stoltleika kunnu
siga, at nógv elitulið í fótbólti,
hondbólti og badminton ofta
hava brúkt Lalandia sum
venjingarlegu sum upptakt til
kappingar.
Um tú ikki er til høgan puls og
sveitta á pannuni, men heldur vilt
spæla billard, pool ella dart, so
ber tað eisini til í Lalandia.
Út at eta á Lalandia
Tá svongdin vitjar er ikki langt at
fara út at eta í Lalandia. Har eru
matstovur og onnur etistøð fyri
allar gómar.
Tú kanst velja eitt nú klassisku
steakmatstovuna Ferdinand
Steakhouse við saftigum búffum.
Mamas bjóðar eina serliga
candlelight atmosferu, har tú
kanst velja millum vanligar
matrættir. Dámar tær betur
italska køkin, so er ein stór buffé
í Pizzeria. L. A. Diner bóðar fast
food, og Cafe’in bjóðar kaldar og
heitar drikkir eins og lættari
rættir. Ynskja tit at eta í heimlig
um um hvørvi, so er útboðið
stórt í Pizza Take Away ella L. A.
Diner.
Flestu matstovurnar hava serlig
spælirúm, so tey vaksnu í frið og
náðum kunnu njóta matin.
Eftir døgurðan ber til at fara
ein túr ”í býin”, um tey smáu
ikki skulu til songar. Har er
ymiskt spennandi at fara til og
njóta eitt glas av onkrum góðum.
Í Sportsbarrini er stórir flat
skíggjar, har nógvar ítróttarsend
ingar verða vístar. Hevur tú hug
til spæl og avbjóðingar, so er
Little Vegas akkurát tað. Har
finnur tú alt frá góðum gomlum
borðspølum til modernað teldu
spøl við bili, motorsúkklu,
alpinari skíðrenning, vatnskutara
og nógv annað.
Monkey Tonkey
Land uttandura
Uttandura Monkey Tonkey
Landið er frístaður barnanna,
har tey spæla í øllum
veðri. Har kunnu tey
spæla gullgravarar, klatra á
klatriveggum, har eru hoppipútur
og bilar. Tað kostar einki at vitja
Monkey Tonkey Land, tá tú ert í
Lalandia.
Egnan matvøruhandil
og bakarí
Lalandia hevur eisini egnan
matvøruhandil og bakarí, har tú
hvønn morgun fært nýbakað
morgunbreyð, og í frítíðarhúsu
num eru jú góðir møguleikar at
matgerð – eisini døgurða, um tit
heldur vilja eta heima enn úti.
Umframt klædnahandlar og
handlar við ymsari brúkslist og
souvenirs, er eisini myntvaskarí.
Í
Lysmagasinet ber til at
keypa stuttlig ljós og at
stoyta kertu.
Aðrar
upplivingar
kring Lalandia
Umframt alt tað, tú kanst
uppliva á Lalandia, so eru so
nógv annað at fara til á
Lollandi og har um leiðir. Um
tit eru við bili, so er nógv at
vitja, um tit koyra 20-40
minuttir frá Lalandia í Rødby.
Nøkur dømi:
Millum heilt væl umtóktu
ferðamálum er Knuthenborg
Park & Safari, har vit kunnu
uppliva vill djór í fríum
umhvørvi.
Allir gestir í Lalandia fáa
ein ókeypis ferðaseðil til ein
shopingtúr við Scandlines til
Puttgarden í Týskalndi, har til
ber at vitja stóru Border
Shopina. Ferjurnar sigla
hvønn hálva tíma, og nógv
nýta høvið at taka av sera
góðu tilboðunum í Border
Shopini, har alt kann keypast
tollfrítt.
Miðaldarsentrið í Nykøbing
Falster er eitt av nógv vitjaðu
ferðamálum fyri tey, sum fegin
vilja uppliva, hvussu fólk
búðu í miðøld. At koma higar
er sum ein tíðarferð fleiri
hundrað ár aftur í tíðina. Har
ber til at uppliva, hvussu
gerandisdagurin var tá – og at
uppliva drápiligu
riddarakappingarnar við
hestum, svøri og øks. Sentrið
er opið frá síðst í apríl til síðst
í september – og opið í
vetrarferiuni.
Russiski kavbáturin í
Nakskov, ein toktúrur við
Museumsbananum millum
Maribo og Bandholm, og
Automobilsavnið við Aalholm
Slot eru eisini góð boð upp á
útferð fyri forvitnu familjuna.
BonBon-Land í Holme
Olstrup við Næstved bjóðar
heildagsupplivingar, har
børnini kunnu hvína í
rutchebanum, hoppa á pútum
og royna fleiri 60 ymiskar
upplivingar.
150 km eru til
Keypmannahavnar, sum
sjálvandi eisini er ein
møguleiki.
Lalandia
er fyrst og
fremst fyri
børnini –
men eisini
tey vaksnu
Arkadurnar í Lalandia geva sentrinum ein suðurlendskan dám