Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008 Púra skeiv stødd. Tað sær út sum hon hevur fýra bróst, umframt at snið og litur eru skeiv til hesa blusuna. Góð stødd. Lítið og einki sæst til brósthaldaran – uttan liturin. Ongantíð hvítt innanfyri hvítt! Góð stødd og góður litur. Hesin brósthaldarin er húðfarvaður. Hann fellur í eitt við húðina og sæst tí ikki innanfyri hvítu blusuna. Tað er jú ótrúligt, at hetta er sami brósthaldari. Sjálvsmyndin broytist ikki við aldrinum. Kvinnur, sum eru komnar væl upp í árini og sum náttúrliga hava ein øðrvísi tørv, enn tá tær vóru í tjúgunum, duga ikki at síggja tað sjálvar, og nýta framvegis brósthaldarar við smølum stroppum og við einkultum hekti, sum ikki stiðja nóg væl. Kroppurin broytist ígjøgnum alt lívið – og harvið broytast krøvini til brósthaldaran eisini. Sjálvsmyndin er ikki røtt. Nógvar kvinnur halda seg hava minni ella størri bringu, enn tær í veruleikanum hava, og tær keypa brósthaldarar eftir myndini í høvdinum, heldur enn eftir veruleikanum. Tað sálarliga. Kvinnur, sum halda seg hava stóra bringu, nokta at fara eina skálstødd upp, og kvinnur, sum halda seg hava smá bróst, nokta at fara eina skálstødd niður. Eisini hóast skiftið týðiliga er nógv betri fyri bæði útsjónd og komfort. Siri:innanífrá Vanligir feilir: • Tá tú keypir ein nýggjan brósthaldara skal hann festast í tað uttasta hektið. Skuldi hann so givið seg við tíðini, hevur tú framvegis møguleika at hava hann eins stramman, við at fara eitt hekti longur inn. • Støddin á skálini avhong­ ur av víddini á brósthald­ aranum. Ein brósthaldari við 75 C og ein við 90 C, hava sostatt ikki eins stórar skálir. • Tá tú roynir brósthaldarar, lat teg so í blusuna útyvir og hygg, hvussu brósthaldarin riggar innanfyri klæðini. Tað er jú í klæðum uttanyvir, at fólk flest fara at síggja teg. Minst eisini til at kanna, hvussu tú sært út í profili. • Lat vera við at halda, at “eg veit júst hvørja stødd, eg brúki, so mær nýtist ikki at prøva, áðrenn eg keypi”. Brósthaldarar eru so ymiskir í sniði, at teir mugu roynast, síggjast og kennast, áðrenn tú keypir. • Hugsa um snið, stødd og lit. Skal brósthaldarin nýtast til ávís klæði, og hóskar liturin til tín? • Tað er ikki líka mikið hvussu tú letur teg í. Ein brósthaldari, sum hevur røttu stødd og snið, kann saktans síggja farligur út, um tú ikki gert tær ómak, tá tú letur teg í. Her síggja vit dømi um, hvussu tríggir ymiskir brósthaldarar síggja út tá modellin er farin í blusu útyvir. Ummálið á brósthaldaranum er ov vítt. Tá fungerar hann ikki eftir ætlan, tí hann stiðjar ikki bróstini og vektin kemur sostatt at vera á stroppunum, sum skera seg niður í herðarnar. Somuleiðis verður bakstykkið togað upp á herðabløðini. Verða armarnir lyftir upp um høvd, fylgja skálirnar við, soleiðis, at bróstini koma undan kantinum í neðra. Ummálið á brósthaldaranum er ov lítið. Tá skapar hann óneyðugar dellur eftir rygginum, tí hann strammar so nógv nógv um kroppin. Skálirnar eru ov smáar. Tá skera boylarnir seg inn í bróstini, tú fært ilt og vevnaðurin kann oyðileggjast. Harumframt kann tað síggja út, sum tú hevur fýra bróst, tí tey rúmast heilt einfalt ikki í skálina. Skálirnar eru ov stórar. Tá skera boylar­ nir seg inn undir hondini, og tær stiðja ikki nóg væl. Hevur hann ongar boylar, verður hann posutur – og stiðjar als ikki. Modellin kundi tað sama verið í ongum. Kvinnur gera sær ikki nógv góðan ómak, tá tær lata seg í. Ein brósthaldari í rættari stødd og røttum sniði kann eisini síggja farligur út, um tú ikki gert tær ómak at lata teg rætt í hann og fáa bróstini at sita, sum tey skulu. Munurin er størri enn man heldur.