Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 19. mars 2008 27 tíðindi FAMILJUFERÐ Skalt tú halda frí saman við familj­uni í barnavinarligum umhvørvi, j­a so er Lalandia staðið. Lalandia, frítíðarmiðstøð­ in á Lollandi, hevur alt, sum barnafamilj­uni tørvar. Har er stórt baðiland og ein rúgva av avbj­óðingum til øll í familj­uni. Sj­álvt sentrið er 25.000 fermetrar – alt undir taki, so har ber til at nj­óta lívið í øllum veðri. Í Lalandia er tískil altíð gott veð­ ur, sum sagt verður í lýsingunum. Endamálið við Lalandia er at geva barnafamilj­unum møgu­ leika at halda frí ella taka ein steðg frá gerandisdegnum við frælsi at velj­a millum eitt fj­øl­ broytt útboð av upplivilsum í einum umhvørvi, sum ikki er treytað av veðri. Í Lalandia búgva gestirnir í teimum 741 frítíðarhúsunum, sum liggj­a kring sj­álvt sentrið. Visiónin er, at Lalandia skal vera tann einastandandi møguleikin hj­á barnafamilj­unum at halda stutttíðar feriu í Danmark. Baðilandið Tað, sum Lalandia er mest kent fyri er Baðilandið, sum er tað størsta av sínum slag í Danmark. Har vitj­a umleið 750.000 gestir hvørt ár. Baðilandið er 7.400 fermetrar til víddar, og er bæði fyri stór og smá. Í baðilandinum eru tríggir stórir svimj­ihylar við nógvum plássi til at svimj­a, spæla ymisk vatnspøl og undirhald. Har eru fýra boblubað og fýra villir rutchebanar. Harafturat eru tveir stórir barnahylar við serliga heitum vatni, vatnrutchebana og spælidýrum. Eisini eru hitarúm og seks sólir til fría nýtslu. Vatnið í baðilandinum er 28 stig heitt og luftin er 30 stig. Sostatt er talan um tropiskan hita. Ein aldumaskina elvir til, at tú kennir teg sum á strondini – og suðurlendsku pálmarnir fáa huglagið rættiliga út at sveima. Síðsta skotið hj­á baðilandinum er víðkanin við einum uttandura baðilandi, sum verður liðugt í j­uni í ár. Umbyggingin snýr seg eisini um ein uttandura ”wild river” vatnrutchebana. Harafturat verður ein oasa við 300 fermetr­ um uttandura hylum við boblu­ bonkum og einum grønum øki. Uttandura hylarnar kanst tú vitj­a samstundis sum innandura baðilandið. Tú kanst eisini vitj­a uttandurabaðilandið árið runt, tí vatnið verður hitað við yvirskots­ hitanum frá skoytuhøllini – har framleiðslan av kuldanum skapar nógvan hita. Staðið fara tey at rópa ”Lollands Blå Lagune”. Frítíðarhúsini Tað eru tilsamans 741 frítíðar­ hús, sum til ber at leiga. Har er pláss fyri tilsamans umleið 4.000 gestum í senn. Tað eru privat fólk sum eiga frítíðarhúsini, sum verða leigað Lalandia. Húsini eru alla tíðina undir eftirliti av Lalandia, til tess at varðveita góskustøðið. Er okkurt hús, sum ikki lýkur krøvini, so verður tað tikið frá leigumøguleikanum. Tað eru frítíðarhús til einhvønn tørv. Felags fyri øll er tann hugnaligi og funktionella innrættingin. Húsini eru praktist innrættað. Har eru spísiborð, sofagruppa, satelitt sj­ónvarp, franskur køkur við køliskapi, komfýri/plátum og mikroovni. Baðirúmini hava brúsu. Húsini hava egna terassu beint út til grønt øki við spæliplássum, ítróttaraktivitetum, og tær grønu plenurnar eru bæði góðar til leik og hugna. Síðani 2003 hevur Lalandia leigað út 68 luksus frítíðarhús við egnari sauna og spapoolum. Í 2005 komu enn 38 slík hús. Lalandina leigar út frítíðarhús við møguleikum hj­á ávikavist trimum, fýra, fimm, seks ella átta fólkum. Serlig ynski og tørvur, sum eitt nú serlig hús til brekað, sum ikki hýsa húsdj­órum, roykfrí og so framvegis kann avtalast, tá uppihaldið verður bílagt. Tá tú leigar teg inn í frítíðarhús í Lalandia, so fært tú samstundis ókeyps atgongd til Baðilandið, til Monkey Tonky Land, barnaundir­ hald og fært ókeypis reingerðing við fráferð. Øll fáa eisini ein tur/ returferðaseðil við Scandlines til Puttgarden, har til ber at vitj­a í tí stóru Border Shopini. __________________________ Lagt til rættis: Eirikur Lindenskov Tað er altíð gott veður í Lalandia Í Baðilandinum í Lalandia er rættiligt tropiskt veðurlag: Vatnið er 28 stig og luftin er 30 stig heit. Pláss er fyri 1.300 fólkum inni í senn