Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008 – Tað eru nógvar damur, sum halda seg hava ein stóran trupulleika av bringuni – antin hon er ov lítil ella ov stór. Men sann­ leikin er, at nógvar bert hava eina skeiva mynd av sær sjálvari, og tann rætti brósthald­ arin ger undurverk – bæði fyri smáar og stórar bringur. Soleiðis sigur Siri Eysturoy, sum í 24 ár hevur arbeitt við føroyskum bróstum – At keypa ein nýggjan brósthaldara er ikki nakað, tú gert í eini handavending. Tú skalt geva tær góðar stundir, so tú veruliga finnur júst røttu støddina og rætta sniðið til tín. Tað eru alt ov nógv konufólk, sum hava kvalir av bringuni, men tað er ikki so løgið, tí heili 80% av konufólkunum nýta skeiva stødd av brósthaldara, staðfestir Siri Eysturoy. Hon hevur í 17 ár selt undirklæðir í miðbýnum í Havn, og eftirhondini hevur hon sæð tað mesta, sum fjalir seg innanundir blusunum í Føroyum. – Tað eru nógvar damur, sum ganga við boygdum ryggi, tí tær skammast av bringuni og vilja krógva hana. Antin tí hon er ov stór ella tí hon er ov lítil. Men eftir at tær hava fingið rætta brósthaldaran, sum antin lyftir og styðjar stóru bróstini ella framhevjar smáu bróstini, havi eg sæð tær rætt ryggin og fingið sjálvsálitið aftur. Tað er fantastiskt so stóran mun tað ger, sigur Siri. Men eisini kvinnur, sum hvørki hava trupulleikar ella lágt sjálvsálit av bringuni, fáa gleði av serkønari hjálp. Meginparturin av øllum kvinnum gongur nevniliga runt í skeivari stødd av brósthaldara, og tá tað so verður rættað, er munurin eyðsýndur. Siri greiðir frá um eina damu, sum fór til arbeiðis dagin eftir, at hon hevði verið og fingið góð ráð. – Fólk sóu, at okkurt var broytt, og fleiri spurdu hana, um hon var klænkað. Men hon hevði bert keypt sær ein nýggjan brósthaldara – sum passaði júst til hana. Bringan kom uppá pláss, og tað hevði við sær, at kropsburðurin broyttist. Tað hevði so aftur við sær, at hon fekk eitt betri sjálvsálit og kendi seg betur. Og tá vit kenna okkum væl, ja, so sæst tað eisini á okkum, vísir Siri á. – Vakurleikin kemur jú innanífrá, leggur hon afturat við einum brosi. Inn við at passa Siri viðgongur, at bringan er eitt eymt evni at tosa um hjá nógvum konufólkum. Tað er nakað privat, sum man ikki tosar so nógv um. Helst er tað tí, at bringan er ein stór kelda til ónøgdsemi hjá nógvum. – Summar kvinnur eru tí blivnar eitt sindur forskrektar, tá eg komi við inn í skifti­ rúmið. Men skal eg hjálpa teimum at finna tað rætta, so eri eg noydd at vera inni í rúminum og síggja hvussu tað situr, greiðir Siri frá. Og hon er ikki bangin fyri at nerta við, toga inn og upp í brósthaldaran og at lyfta uppundir bróstini. – Fyrstu ferð tær eru her, halda tær kanska, at eg fari um eitt mark. Men tá tær síggja, hvussu nógv betri úrslitið verður, so er tað ikki ónáttúrligt hóast alt. Og eg havi arbeitt so leingi við hesum, at fyri meg er tað, sum at síggja eina damu passa einar skógvar, sigur Siri smílandi. Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Myndir: Sunva Eysturoy Lassen Góð ráð frá Vakurleiki kemur • Leitað tær hjálp frá onkrum við serkunnleika innan økið. Tað eru ótalligar damur, sum ganga runt við púra skeivari stødd. Nógvar av hesum halda seg hava alstórar trupulleikar við bringuni, men rætti brósthaldarin ger undurverk og loysir flestu trupulleikarnar. • Brósthaldarin skal sita væl um kroppin. Hann skal vera so mikið strammur, at tá tú lyftir armarnar upp um høvd, skulu skálirnar ikki fylgja við upp. Tað eru ikki stropparnir, sum skulu bera vektina, men brósthaldarin sjálvur. Tú skalt tí eisini kunna smoyggja stropparnar niður á armarnar, uttan at bringan fellur nakað. Soleiðis skal ein góður brósthaldari síggja út. Hesin styðjar væl, lyftir bringuna og strammar ikki óneyðuga nógv um kroppin og herðarnar