mikudagur 19. mars 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 56 - 19. mars 2008
tíðindi
Tað var Ejnar Jensen, entrepenørur, sum
fekk hugskotið til at byggja Lalandina í
1980’unum. Ejnar Jensen úr Aalborg
fekk hugskotið eftir ferð í vælumtóktum
holendskum baðilondum.
Byggingin av fyrsta partinum av
Lalandia varð gjørt í 1986-88. Latið
verður upp í desember í 1988.
Í 1999 fær Lalandia nýggjar eigarar,
tá REKA Gruppen úr Varde tekur yvir.
REKA Gruppen fer undir at
modernisera húsini, og síðani verða tey
sundurmatrikulerað og seld sum privat
frítíðarhús. Og tá Lalandia bjóðar at
standa fyri útleiging av
frítíðarhúsunum, eydnast hetta sera væl.
Sølan av frítíðarhúsunum
útvegar nógvan kapital, og
so verður farið undir eina
nýggja umbygging av Lalandia.
Fyrsta stigið í umbyggingini byrjar í
2000. Í 2001 er Lalandia sentrið bygt
saman við yvirdekkaðum arkadum.
Í 2002 verður aftur farið undir eina
umbygging. Tá verður skoytubanin og
skoytuhøllin bygd, eitt stórt uttandura
spælipláss og ljósastoyparí. Pláss verður
eisini til at útbyggja matstovurnar, og
eitt innandura spælipláss fyri tey smáu
verður gjørt. Tilsamans eru meira enn
25.000 fermetrar til frítíðarupplivingar
undir sama taki. Hetta er ikki hent í
Danmark áður.
Vegna stóra eftirspurningin ger
Lalandia av at byggja 68 frítíðarhús
afturat. Tað hendir samstundis við tað
næstu stóru útbyggingina av Lalandia.
Tey nýggju húsini eru bæði størri og
betri útgjørd enn hini húsini. Har eru
pláss til seks vaksin og tvey børn.
Húsini hava egnan savna og boblubað.
Hesi frítíðarhúsini verða eisini seld
privatfólki.
Nýtt Lalandia letur upp
í Billund í summar
Tann 27. juni í ár letur eitt nýtt Lalandia upp í Billund í Jyllandi.
Hóast sjálvt sentrið ikki verður liðugt í ár, so verður tá farið undir at
leiga út 193 summarhús. Eitt ár seinni er baðilandið liðugt, og tað
verður á sama støði, sum baðilandið í Lalandia í Rødby. Tilsaman
verða 791 frítíðarhús.
Orsøkin til, at nýggja Lalandia júst verður bygt í Billund er
sjálvandi, tí tað liggur sera væl fyri í Danmark, og har eru sera góðir
ferðamøguleikar við flúgving – eitt nú flýgur Ryan Air, sum er tiltikið
fyri bíligar ferðaseðlar, eini 20 ferðir um vikuna úr Billund Lufthavn
– og ikki minst tí, at Lalandia verður granni við Legoland, og vænta
tey nógv synergy burtur úr tí samstarvinum.
Hjá føroyingum er hetta eisini ein sera góður møguleiki at vera í
Lalandia í nakrar dagar ávegis til onnur ferðamál sunnanfyri – tá gott
flogsamband er úr Føroyum til Billund.
Fremstu
ítróttarfólk
vitja
Tá tey siga, at tað er altíð gott
veður í Lalandia, og at tað
ongantíð regnar í Lalandia, so
passar tað. Har ber til at vera í
øllum veðri – bæði í tí góða
danska summarinum, men eisini
í ringum veðri, tí so nógvir
aktivitetir eru innandura. Í
Lalandia hava tey eisini loyst
stóra trupulleikan í ferðavinnuni
sum er, hvussu tú fært selt
upplivingar alt árið.
- Vit hava 25.000 fermetrar
undir taki, har fólk kunnu hugna
sær og njóta upplivingar – í
bæðilandinum undir pálmum í
tropiskum hita – so er kanst tú
koma líka mikið, hvussu veðrið
hættar sær, sigur Henrik
Høgstrup, sum er marknaðar-
leiðari í Lalandia. Hann sigur
eisini, at tey hava fleiri svenskar
gestir í november enn í juli.
Spurdur hvussu nógvir
føroyingar vitja Lalandia, sigur
Henrik Høgstrup, at tey selja
eina 1.000 gistingar um árið til
føroyingar. Kanska ein lítili
marknaður, men, sum hann sigur,
alt ger mun.
Hóast Lalandia brúkar nógva
orku upp á nýggja sentrið í Bil-
lund, so hendir eisini nakað í
Rødby. Umframt nýggja uttan-
dura baðilandið fyri 35 milliónir,
so verða eisini bygdir tveir
biografar, sum lata upp til jóla.
Tað eru eisini góðir ítróttar
fasilitetir í Lalandia. Hetta
gera eisini tey professiónellu
ítróttarfólkini sær dælt av. Í
juli kemur Ulrik Wilbeck við
sínum hondbóltsmonnum í
venjingarlegur í Lalandia,
áðrenn farið verður til OL í
Kina. Tá ber so til hjá
gestunum at síggja teir venja.
Í viku 28 verður tað tey
kalla ”FCK Football Camps”,
ein fótbóltsskúli fyri børn, har
teir professionellu leikararnir
hjá FCK fara at venja børnini.
Tiltakið verður alla vikuna,
har børn so kunnu sleppa at
venja í ein dag fyri 300
krónur.
Fakta um Lalandia
Lalandia lat dyrnar upp fyrstu ferð í 1988
350 fólk starvast í Lalandia
71% av teimum vitjandi eru dani
19% av teimum vitjandi eru sviar
4% av teimum vitjandi eru úr Týsklandi
3% av teimum vitjandi eru úr Noreg
Umleið 1.000 gistingar um árið verða seldar
føroyingum
Í Lalandia eru 25.000 fermetrar undir taki
750.000 gestir vitja Baðilandi árliga
1,2 milliónir litrar av vatni eru í Baðilandinum
tey servera 17.600 fløskur av húsins víni um
árið
741 frítíðarhús eru í Lalandia
Pizzaria brúkar 16 tons av osti um árið
Baðilandi hevur pláss til 1.300 vitjandi í senn
Lalandia merkir Lolland á latíni
Ognarviðurskifti í Lalandia:
PARKEN Sport og Entertainment eigur 75%
Leiðslan í Lalandia eigur 25%
Meira kann lesast um Lalandia á www.lalandia.
dk
Lalandia fyllir 20 í ár
Í Lalandia sleppa tit at gista í frálíkum
summarhúsum, sum liggja beint við
strondina við við tað 25.000 fermetra
stóra sentrið við alskyns innandura
ítrivum. Har er stóra tropiska baðilandi,
stórt spæliland, skoytuhøll, bowlinghøll
og mant annað. Lalandia er ein frálíkur
frítíðardepil fyri alla familjuna – árið
runt.
Til ber at fáa meira at vita á
www.lalandia.dk
Kom skjótt til Lalandia
við Atlantic Airways:
Lalandi í eina viku kostar 15.995
krónur
Tá eru tit tvey vaksin og tvey børn
Hetta tilboðið er galdandi frá 27. juni
til 9. august.
Íroknað prísin er flogferð við mati og
drekka til Keypmannahavnar ella
Billund, gisting í B2 húsi í Lalandia í
eina viku við fríari atgongd til Baðiland,
Monkey Tonky land, øll undirhald til
børnini og reingerð við fráferð,
ferðaavgjøld. Atlantic Airways kann
eisini hjálpa til við leigubili. Orkugjald,
sum er tvær krónur og tíggju oyru fyri
hvønn brúkan kilowatt tíma av streymi
verður goldið við fráferð.
Til tey sum vilja hava eitt sindur
meira – til Lalandia við bili
Smyril Line bjóðar tykkum til Lalandia
fyri 13.045 krónur. Tá verður gist í
kamari uttan vindeyga og við fýra
koyggjum við wc og bað umborð á
Norrønu.
Íroknað kostnaðin er ferðin Tórshavn/
Hanstholm fram og aftur í reyðgulari
fráferð 22. mai til 29. august + ein bil
og uppihald í eina vikua í íbúð B2.
Avgreiðslugjald og oljugjald er íroknað
kostnaðin. Orkugjald, sum er tvær
krónur og tíggju oyru fyri hvønn brúkan
kilowatt tíma av streymi verður goldið
við fráferð.
Tað regnar ongantíð í Lalandia
Monkey Tonkey Land í Lalandia hevur eisini eitt sera spennandi uttandura spælipláss
Góðir møguleikar eru at spæla golf í Lalandia. Stórur golfvøllur er uttan fyri
økið við frítíðarhúsum - og inni í sentrinum ber eisini til at spæla minigolf