mikudagur 19. mars 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
– Modernaði maðurin er ein kventil. Hann gongur í inniskóm fyri
ikki at dálka gólvini, og hann situr og pissar. Feminisman hevur
gjørt mannin til tað veikara kynið, staðfestir danin Mads Christen
sen, sum nú hevur lagt lunnar undir maskulismuna, sum er eitt nýtt
rák, ið skal forkoma metrosexualitetinum
Menn skulu tora
– Modernaði maðurin
er uppvaksin við sterkum
kvinnum, sum reistu seg
frá grýtunum og kravdu
útbúgving, arbeiðslív,
karrieru og sjálvsrealisering.
Og taka vit filmarnar, sum vit
hava sæð í uppvøkstrinum,
so hava teir fyri tað nógva
snúð seg um kúgaðar menn
og sterkar britur, t.d. Olsen
Banden, Far til fire og Fawlty
Towers. Hetta hevur avgjørt
sett síni sporð!
Orðini eigur Mads
Christensen. Hann er eitt
kent navn í Danmark, og
hann er ikki vanur at leggja
fingrarnar ímillum. Tað ger
hann heldur ikki í síni triðju
bók, sum kom út nakað
fyri jól, og sum eitur “
Blærerøven vender tilbage”.
Ì bókini ger hann púra greitt,
at dagsins mannfólk hava
mist alla virðing fyri sær
sjálvum, og úrslitið av tí er,
at eisini kvinnurnar missa alla
virðing fyri teimum.
Kvinnur vilja hava
sterkar menn
Í 10.000 ár hevur maðurin
verið tað sterka kynið. Hann
hevur sagt, hvar skápið
skal standa, og hevur so
at siga verið einaráðandi.
Men seinastu 50-60 árini er
myndin koppað, og nú er
tað brádliga kvinnan, sum
er við yvirlutan. Tað er tó ikki
eitt fyribrigdi, sum brádliga
er komið av sær sjálvum,
men við árræði, vilja og
málrættaðari kós hevur
kvinnan vunnið frama í øllum
lívsins viðurskiftum.
– Tað eru sjálvsagt nógvar
orsøkir til, at kvinnurnar eftir
so stuttari tíð hava megnað
at bróta 10.000 ára gamla
mynstrið. Men eg haldi, at
feminisman er størsta orsøkin.
Feminisman hevur fingið
stórsligin úrslit, men man
kann ikki gera eggjakaku
uttan at bróta nøkur egg,
og í hesum førinum er tað
modernaði maðurin, sum er
komin í klemmu, vísir Mads
Christensen á í nýggjastu
bók síni.
Hann er ivaleysur í, at
besta samspælið ímillum
kynini kemur, um tú hevur
tveir javnbjóðis partar, sum
megna at geva hvørjum
øðrum mótspæl og tora at
taka nakrar samanstoytir.
Hetta er orsøkin til, at hann
hevur byrjað eina nýggja
rørslu, sum skal vera eitt
mótspæl til feminismuna.
Hon hevur fingið heitið
maskulisma.
– Endamálið við maskul-
ismuni er ikki, at kvinnan
aftur skal vera kúgað. Eg
orki bara ikki at síggja hesar
menninar, sum ongantíð
tora at siga nei. Sum
ganga í inniskóm fyri ikki at
dálka gólvini, og sum ikki
tora at standa og pissa, tí
konan ikki vil, sigur Mads
Christensen.
– Maskulisturin gleðist um,
at tað gongst kvinnuni væl,
og at hon hevur framgongd.
Men ístaðin fyri at undirkasta
seg og lata seg í inniskógvar
alt fyri eitt, so er maskulisturin
ikki bangin fyri at taka bar-
dagan upp og geva aftur
av somu skuffu. Kvinnur vilja
hava sterkar menn. Og um
maðurin er sterkur, so klárar
hann eisini at hava eina
sterka kvinnu, uttan at missa
seg sjálvan burtur. Hetta er
ein klassisk win-win situation,
staðfestir Mads Christensen.
Metro-maðurin eitt
misfostur
Men áðurnevnda win-win
situatiónin kann bert koma,
um modernaði maðurin aftur
gerst ein rættur maður, og
torir at geva kvinnuni og
feminismuni mótspæl.
– Tað, sum altíð hevur
eyðkent ein rættan mann,
er integritetur og autoritetur.
Men tað hevur modernaði
maðurin ikki. Tak til dømis
metro-mannin, sum tey rópa
hetta nýggja misfostrið. Eftir
mínum tykki er ein maður,
sum nýtir longri tíð framman
fyri spegilinum enn konan,
og sum nýtir fleiri pengar
uppá krem og smyrsl enn
mamman, komin út á ein
alvorliga skeivan síðuveg,
slær Mads Christensen fast.
Ein av orsøkunum til,
at dagsins maður er ein
slíkur kventil er, at hann, so
hvørt sum kvinnurnar eru
vorðnar sterkari, hevur mist
sín samleika. Hann hevur
undirkastað seg og hevur
latið myndugleikan frá sær,
vísir Mads Christensen
Og við ongum samleika
dugir Mads Christensen
væl at síggja, at tað kann
vera torført at standa ímóti
metro-bylgjuni og undir-
brottligheitini. Kvinnurnar
trýsta mannin inn í ein krók,
og menninir, sum hava mist
sín samleika og autoritet,
tora ikki at siga sláa nevan
í borðið og siga nei. Hóast
tað kanska er tað, sum
kvinnurnar í grundini ynskja.
– Eg havi havt ta gleði
at tosað nógv við Suzanne
Bjerrehus, og hon hevur
sagt mær, at hon hvønn
einasta dag biður mannin
lata seg úr útiskónum og í
einar inniskógvar, tá hann
kemur heim, fyri at hennara
hvítu gólv ikki skulu gerast
skitin. Hann hevur framvegis
ongantíð lurtað eftir henni,
og hon viðgongur eisini, at
tann dagin hann kemur inn til
hana í inniskóm, missir hon
alla virðing fyri honum.
– Og tað er júst hetta,
sum metrosexuellu menninir
ikki hava skilt. Teir halda, at
um teir bara gera alt, sum
kvinnan sigur, so man fara at
vera í lagi. Men tað er ein
stór bjarnatænasta fyri bæði
kvinnuna og mannin sjálvan,
slær Mads Christensen fast.
Menn skulu tora at standa
og pissa, og metrosexuella
misfostrið skal manast í
jørðina sum skjótast - sam-
bært danska høvundanum.
Retro-maðurin
- Misskil meg ikki. Eg eri
ikki manschauvinist, eg havi
størstu virðing fyri kvinnum
og vil ikki hava, at kvinnan
skal kúgast, ella at maðurin
bara skal siga nei fyri at
siga nei. Men eg vil hava
javnvág í kynsrollurnar aftur.
Mads Christensen heldur
avgjørt, at kynini í felag
skulu gera húsligu upp-
gávurnar, og at maður og
kona skulu skiftast um at fara
upp við grátandi børnum
um náttina. Hann heldur
eisini, at tað er í lagi, at
menn lata seg í við stíli og
brúka nógvar pengar uppá
ur, skógvar og klædningar.
Tað skal bara vera uppá ein
maskulinan máta.
– Vit mugu taka autoritetin
og myndugleikan aftur. Vit
mugu tora at siga nei, um
tað er tað, vit í veruleikanum
meina, og leggja hendan
kventrasliga leiklutin frá
okkum. Tí ein maður, sum
ongantíð sigur NEI, verður
uttan iva noyddur at bakka
gjøgnum alt lívið, og einum
slíkum manni er tað eingin,
sum orkar at liva við. Minst
av øllum hann sjálvur, slær
Mads Christensen fast.
Hann vil skifta metro-mann-
in um við retro-mannin. Retro-
maðurin er ein nýggj útgáva
av góða, gamla, sterka
manninum, sum var fullur av
autoriteti og integriteti. Sum
ikki var bangin fyri at skera
ígjøgnum, og sum ikki var
bangin fyri at sveitta av og
á. Retro-maðurin ræðist ikki
sterkar kvinnur, men sær tær
heldur sum eitt gott og sunt
mótspæl.
– Eg trúgvi, at tað ber til at
fáa rættað kynsrollurnar aftur.
Men eins og feminisman
náddi sínum úrslitum við mál-
rættaðum stríðið, so er tað
eisini vegurin fram fyri okkum
menn. Við mínum bókum um
“Blærerøven” og við eini
virknari maskulismu, fara vit
nokk at fáa retromannin aftur
skjótt. Og tað verður til gleði
fyri øll.
kelda: Blærerøven vender tilbage
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen
Styling: Royal Hárfríðkan
Klæði metromaðurin: Jack
n' Jones