Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 19. mars 2008 51 TILBÚGVINGARSTOVNURIN www.fisk.fo Tilbúgvingarstovnurin fevnir um Sjóbjargingarstøðina (MRCC-Tórshavn), Neyð- og Trygdartænastuna, Tilbúgvingarsamskipanina og Brunaumsjón Landsins. Í løtuni starvast tilsamans 21 fólk á stovninum. VAKTGANGANDI STARVSFÓLK TIL MRCC-TÓRSHAVN Eitt avloysarastarv sum vaktgangandi á MRCC- Tórshavn (Maritime Rescue Co-ordination Centre) er leyst at søkja. Starvið er tíðaravmarkað til 1. august 2008. Starvið inniber hesar uppgávur • Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini • Tilkallivakt • Móttaka fráboðanir og taka støðu til hjálparveitingar á føroyska landgrunninum • Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini, t.d. skráseta ymiskt í sambandi við tilbúgvingina Førleikakrøv • Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving • Duga at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum • Kunnleika til teldur • Gildugt GMDSS prógv Setanartreytir Starvið er lønt í 27. lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Starvsheitið er eftirlitsfólk. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskriv- stovuna. Tænastustaðurin í løtuni er MRCC-Tórshavn. MRCC-Tórshavn bjóðar eitt avbjóðandi starv, sum virkar undir altjóðareglum hjá IMO og føroyskum lógarverki. Ískoytislæru um: Leiting og bjargin og hvussu farast skal fram, um dálking kemur fyri. Persónligir eginleikar Kunna arbeiða sjálvstøvugt. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlandinum. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til MRCC-Tórshavn, Robert J. Olsen, tlf. 351302, ella teldupost manager@mrcc.fo Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða MRCC-Tórshavn, Tinghúsvegur 64, Postrúm 1120, 110 Tórshavn í hendi áðrenn klokkan 14.00 mikudagin 2. apríl 2008.