mikudagur 19. mars 2008síða 50
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
Tú mást hava einar plateau skógvar ella sandalir í summar. Tað
er greiði boðskapurin, sum øll mótahúsini úti í heimi tykjast vera
samd um. Á øllum mótapallum kring heimin -alt frá Stella
McCartney til Gucci til Burberry- síggjast eyðkendu høgu pleatau
skógvarnir.
Eisini Christian Louboutin og Manolo Blahnik hava hópin av
júst hesum slagnum av skóm í sínum skógvakollektiónum fyri vár
og summar.
Sniðini eru sera ymisk –alt frá leðri við nittum, hvítum satini við
korkbotni og kitch’utum ælabogalitum. Tað týdningarmesta er, at
botnurin í minsta lagið er hálvanannan centimetur høgur og at
skógvarnir eru høghælaðir. Óansæð hvønn stíl tú hevur, so finnur
tú uttan iva júst røttu plateau skógvarnar til tín í vár.
Skógvarnir síggja út til at vera hægri -og verri at ganga í- enn
teir faktiskt eru. Tí hóast teir eru sera høgir, so er eitt “plattur”
lagdur undir tærnar, sum neutraliserar eitt gott petti av hælinum.
Hetta ger, at teir als
ikki eru so torførir at
ganga í hóast alt.
Og um tú ert í iva
um nýggja høg-
hælaða
plateau-
mótan,
minst so til,
at høgir
hælir geva
ein flottan og
kvinnuligan holdning, teir geva leggjum og lørum ein flottari
form, umframt at teir lyfta rumpuna. So ger sum førandi móta-
skapararnir úti í heimi – og gev plateauskónum heiðurspláss í vár
og í summar.
Plateau-skógvar
Burberry - hvítur
við opnari tá
Burberry
– Sandlir við
nittum
Christian Louboutin
– Brún sandal við
leðurreimum
Christian
Louboutin
– Svartur økla-
skógvur við nittum
Christian Louboutin
– Svartur skógvur
við similisteinum
Manolo Blahnik – Brúnur
leðurskógvur við opnum hæli
Manolo Blahnik
– Svartur leðurskógvur
við pink seymi
Gucci – Lakk
sandal við hvítum
botni og opnari tá
Gucci – Svartur
leðurskógvur við
gullpynti
Gucci – Hvít sandal
við korkbotni
Christian Louboutin
– Pink skógvur
við glimmur
1. Hvítur leður skógvur frá Chloé við opnari tá. 2. Chanel “take me higher” sandal. 3. Giambattista
Valli hvítur og pink leður sandal, við sera høgum botni. Sí mynd av Mary Kate Olsen, filmsstjørnu og
trendsetara. 4. Versace satin sandal við pynti eftir ristini. 5. Dereak Lam sandal við kílahæli. 6. Christian
Louboutin kork slingback. 7. Skógvur frá Alexander McQueen úr svørtum leðri og gulli. 8. Christian
Lacroix sandal við stróum simili steinum. 9. Fendi sandal úr ruskinni og plexiglasi. 10. Hvít Givenchy
sandal við reim um økulin, sí mynd av Carine Roitfeld, modell. Kelda: runwaytoday
Lagt til rættis:
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo