Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008 Um nakar kann sigast at vera Mr. Clotes í Føroyum, so man tað vera 33 ára gamli Lars Müller úr Havn, sum eigur ikki færri enn seks klædnahandlar í SMS. Prátið við hann fer fram umvegis fartelefonina - ítøkiliga er hann staddur onkrastaðni millum Fields og Kastrup. Mong munnu minnast the grand old man innan mannfólkaklæði, Kára Müller, ið sum faðir Lars, bjóðaði soninum barna- landið millum mannequin- dukkur, akslatrø og press- foldir í SMS. Seinastu sjey árini hevur hann latið upp handlarnar Skálk, Sport Master, Exit, Gelluna, Jack & Jones og Klædnakøna. Men hví valdi Lars hesa eitt sindur øðrvísi lívsleið, í mun til onnur føroysk mannfólk? Eg vaks upp í hesum umhvørvinum, so tað var bara natúrligt. Klæði og móti hava altíð verið í lívinum... mest mannfólkaklæði. Havi sum so ikki hugsað um eina aðra lívsleið. Pápi hevði fleiri handlar, har eg ofta hjálpti eg til – koyrdi rusk og setti vøru fram. So tað lá líkasum í kortunum, sigur Lars Müller, sum hevur lært til sølumann við sergrein innan harrakonfektion. Alla tíðina nýtt Hvat dámar tær væl við hesum arbeiðinum? Mær dámar væl, at tað hendir nakað alla tíðina. Vit fáa vøru hvørja viku og ikki sum fyrr, tá vøra kom nakrar fáar ferðir árliga. Eisini er tað spennandi at fáa tað besta úr starvsfólkunum. Eg skal hava yvirblikk yvir handlarnar, coacha og sparra, fara á vørumessur og annars at hjálpa til har tørvur er á tí, sigur Lars Müller, sum er giftur við Honnu Mohr Müller, sum hann eigur Jákup, 15 ár, og Rebekku, 9 ár, við. Eta saman Hvussu sær ein vanligur arbeiðsdagur út? Í januar og februar er nógv ferðing. Annars møti eg klokkan átta um morgunin. Lati allar handlarnar upp og tendri telduskipanirnar. Kanni søluna frá degnum fyri og um handlarnir eru snøggir og at vøran liggur pent. Aftaná møta øll tey áleið 30 starvsfólkini í felagshúsinum á Tinghúsvegnum. Har eta vit bæði morgunmat og frokost saman, sigur Lars Müller. Mannfólk til mannfólk Hvat leggur tú dent á við handlum tínum? Sjálvandi skal handilin vera innbjóðandi og úrvalið stórt. Starvsfólkini eiga at hava áhuga fyri klæðum og móta, og so haldi eg, at mannfólk eiga at standa í mannfólkahandlum og konufólk í konufólkahandlum, tí tað kann seta ein mann í forleyginheit, um ein kvinna sigur, at hann riggar væl í onkrum. Tá kann hann gerast ótryggur og keypir kanska bara tí hann ikki fær seg til at siga nei. Eisini um ein kvinna kemur inn og spyr eftir onkrum til mannin, so rokni eg við, at vit menn vita betri, hvat menn vilja hava – og umvent, sigur Lars Müller, sum heldur føroysk mannfólk vera sera tilvitaðar um móta og klæði. Hann vísir á, at kappingin á klædnamarknaðinum er rættiliga hørð. – Okkara størstu kappingar- neytar eru í Keypmannahavn – á flogvøllinum í Kastrup, á Strøgnum og í Fields. Tí royna vit at matcha Keypmannahavn so nógv sum gjørligt. Vit mugu ikki vera aftanfyri tey í mun til tænastustøðið, prís, úrval og útsjónd, sigur Lars Müller, sum kortini fegnast um kappingina. Skapa eina succes Hvat skal til fyri at skapa eina succes? Fyrst og fremst vilji. Og at fara væl við starvsfólkunum. Tað skal vera stuttligt at arbeiða hjá okkum. Eisini tí kappingin um starvsfólkini er stór, so noyðast vit at fokusera uppá trivnaðin. Til dømis at loysa trupulleikar beinanvegin, so ongin gongur við gron. Eitt nú hava vit regluligar starvs- fólkasamrøður, og ganga høgt uppí at skapa eina kenslu av, at vit hoyra saman, hóast vit eru fleiri handlar, sigur Lars Müller. Konan bestemmar Til endans spyrja vit Lars, hvat hann heldur um, at tað ofta er konan sum ger av, hvørji klæði maðurin skal í. – Tað haldi eg er fínasta slag. Ofta er tað eisini gott, tí allir hava also hvørki skil ella áhuga fyri klæðum, og konan veit kanska, hvussu hon vil hava, at maðurin skal síggja út. So tað er heilt okey, sigur Lars Müller til endans. Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Myndir: Sunva Eysturoy Lassen Millum akslatrø og pressfoldir Lars Müller heldur, at mannfólk eiga at standa í mannfólkahandlum og konufólk í konufólka­ handlum Størsta kappingin er á flogvøllinum í Kastrup, á Strøgnum og í Fields. – Okkara handlar skulu vera líka góðir sum teir í Keypmannahavn – bæði í mun til tænastustøðið, prís, úrval og útsjónd, sigur Lars Müller, sum eigur seks klædnahandlar í SMS