Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 56 - 19. mars 2008 lýsingar Tvey størv sum linjufólk á byggitoyminum eru leys at søkja, til setan skjótast tilber. Starvið Tú kemur at arbeiða í einum toymi, ið hevur alt landið sum arbeiðsøki. Arbeiðsuppgávunar hjá toyminum eru viðlíkahald og nýgerð av el-kervinum hjá SEV. Toymið arbeiðir útfrá verkstaðnum hjá SEV í Skálabotni. Førleikar Tað eru eingi serstøk krøv til úbúgving. Vit skipa fyri neyðugum skeiðum. Vit vænta at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva og ert fyrikomandi. Løn Starvið verður lønt sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi fakfelag. Umsóknir Vinaliga send umsókn saman við møguligum ummælum til: Elfelagið SEV Postrúm 319 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er hósdagin 3. apríl 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jón Nielsen á telefon nr. 346800. Kundi tú hugsað tær starv hjá SEV?