Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008 Longu sum smá­ drongur visti Kartin Høgnesen, at hann vildi vera frisør. Hann elskaði at seta hár, og í dag hevur hann egna frisørstovu í Leirvík, har kundar koma úr øllum landinum Hann setti hárið á Barbie­ dukkum sum seks ára gamal, setti hár hjá vinkonum og familju, tá hann gekk í sjeynda flokki, vann háruppsetingarkapping í Vi Unge í áttanda flokki, og í níggjunda arbeiddi hann í vikuskiftinum í frisørstovu í Havn og setti regluliga hár hjá brúðrum. 23 ára gamli Kartin Høgnesen í Leirvík er tískil meira enn ein miðal hampa hárskeri. Frisørstarvið er ikki bara eitt arbeiði, men eisini ein alskur. Hann hevur altíð elskað at sett hár, og tað mangla ongantíð kundar í lítlu frisørstovuni í trongu gøtuni í Leirvík. – Eg havi altíð nokk at gera, tað snýr seg meira um at avmarka tað og geva mær sjálvum loyvi at hava frí til annað eisini, sigur Kartin henda mikudagin, vit vóru á gátt í gomlu hugnaligu húsinum í Leirvík, har hann býr á ovaru hædd og hevur salong í tilbygningi. Spurdur um hvussu hann hevði tað við at velja eitt starv, sum í Føroyum mest hevur verið eitt konufólka­ starv, sigur Kartin, at hann hevði eitt lítið tíðarskeið í fólkaskúlanum, har hann hugsaði, at hann kundi ikki vera frisør, tí tað var ikki fyri dreingir, men hann elskaði at seta hár, so ivin vardi ikki leingi. – Og eg havi bara fingið jaligar viðmerkingar. Eg havi ongantíð kent tað sum eina forðan, at eg eri maður. Tað eru ikki nógvir mannligir frisørar í Føroyum, men teir sum hava verið, til dømis Petur Jacobsen og Jógvan Hansen, hava verið svakliga populerir. Geri tað eg tími Hárlistin er tað sum hugtekur Kartin. Hann tímir ikki at gera vippur, trimma skegg ella koyra permanent í. Tað hevur hann fólk at gera. – Eg geri tað eg tími, og eg tími ordiliga væl tað kreativa. At síggja, hvat hóskar til hvørt viðskiftafólk, og at fáa tað besta fram í øllum. Eg havi altíð nýggj huskot og hugsi nógv í detaljum, sum fullgera heildina. Nýggja salongin í Leirvík lat upp í oktober, og Kartin setti frá byrjan fólk aftur at sær. – Eg visti ikki um, eg hevði ráð til starvsfólk, men eg royndi tað, og tað hevur borið væl til. Hann hevur eisini fólk at taka sær av roknskapinum, so hann kann halga seg tað, sum honum dámar best. Í salongini arbeiða í dag hann og ein annar frisørur umframt tvey hjálparfólk. Deiliga bygdaligt Kartin er leirvíkingur við stóra L og hevur altíð búð í bygdini. Hann lærdi í Havn, og hevði síðani frisørstovu í Gøtu, men í Leirvík vil hann búgva. – Eg eri ein bygdadrongur, mær dámar friðin, tað róliga lívið, og at øll kennast. Eg havi eisini fingið bjóðað starv hjá frisøri í Danmark, men eg tími ikki at flyta, sigur ungi frisørurin smílandi. Honum dámar at vera partur av einum lítlum sam­ felagið og er eisini aktivur í ungdómsarbeiðnum í Missiónshúsinum. Hann hevur tætt samband við foreldrini og síni fýra syskin og teirra børn. Í lítlu salongini rennur tað fjálga bygdaliga saman við tí markleysa stórbýarkenda. Meðan sendingin “Extreme Makeover” koyrir á stórum flatskermi, og gullfiskar svimja í yvirstórum akvarium, koma bygdakonur inn og bestilla tíð hjá hesum frisøri, sum dugir meira enn tey flestu. 17 ára gamla modellin við tí djarva pink hárinum er systirdóttir Kartin. Hon er dagrøktarmamma og hevur eitt barn við sær í salongini. Tá pápi gentuna kemur eftir henni, sigur Kartin: ­ Hetta er tað bygdaliga, sum eg elski. Her ber alt til. Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Sunva Eysturoy Lassen Listamaður í hári Kartin Høgnesen situr í hugnaliga køki sínum í Leirvík og greiðir frá um gleðina við at seta hár