Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 117 - 22. juni 2001 Nr. 117 - 22. juni 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Grækaris Staddur uttanlands frætti eg, at ein av bygdamonnum mínum, ja, ein av bygdamyndunum í Hval- vík, er farin. Asbjørn Ol- sen, ella bara Asbjørn, sum vit plagdu at siga, er deyð- ur. Hóast eg onki havi havt við Asbjørn at gera síðani vit báðir, Ólavur, sonur Asbjørn, plagdu at spæla í kirkjutúninum sum smá- dreingir, ja, so fær sovorðið hugin at reika. Síggi fyri mær ein vakran summardag fyri 30 árum síðani. Havi júst tikið silda- gørn upp í lítla, gráa tristin- um, saman við abba, og eri farin á Lítlubrúgv at fiska skrubbur. Tá eg havi fingið nakrar skrubbur, so frætt, at nóg mikið er til kettuna nakrar dagar, fari eg niðan- frá. Spáki spakuliga heim- eftir. Frá taraluktinum á Lítlubrúgv kenni eg nú angan av nýslignum grasi. Í stillinum hoyrast klipp frá leikandi tjøldrum – blandað við mannarøddum uppi í bønum. Tað ræður um at nýta hoyterran, tá hann endiliga er her. Har í túninum gongur Martin hjá Andreu, júst afturkomin av skipi. Uttan fyri grannahúsini hjá Mart- ini og Andreu gongur Johannus hjá Massu og put- last við stásiliga modellið av húsum sínum í garð- inum. Alt er við tað gamla. Komin longur heim í bygdina, møti eg Sakarisi uppi í Geil við leypi á baki. Helst á veg út í hagan, hann røktar. Í tí hann fer fram við mær, ger hann við hásu røddini og speiska brosi sínum viðmerking til fongin hjá smádronginum hendan dagin. Upp aftur longur heima, við Verkstaðið, stendur lastbilurin hjá Axeli uppi í Geil. Teir koyra sand í hol- ur. Í bilinum situr Axel, meðan Hans Helgi og Eskild fylla í holurnar. Nú eri eg komin til hús. Kettan hevur fingið fyrstu skrubburnar, og eg skal ør- indi á Posthúsið. Har situr Inga og avgreiðir. Systirin, Ella, situr í køkinum, með- an Arnold, bróðir teirra, stendur uttan fyri og tosar við brøðurnar Hans og Jógvan uppi Geil. Tosa mest um frálíka veðrið. Jú, slíkt eru løtur, hoyri eg ein teirra siga. Á veg heim til Asbjørn at keypa sigarettir fyri abba, Norstate, sjálvandi, gangi eg fram við hjá John Eik- holm. Og har gongur bónd- in við hundi sínum. Altíð til arbeiðis. Sum vanligt í troyggju, síggi eg. Á horn- inum við Jógvanstovu hitt- ast tveir aðrir bøndur, Tummas hjá Jákupi og Hanus á Heygnum. Í vind- eyganum í húsunum hinu- megin Jógvanstovu hómast andlitini av Petru og Halla. Sigmundur gongur í tún- inum við hundinum Leilu. So eri eg komin til dyrnar inn í handilin hjá Asbirni. Hetta er ongin sjálv- tøkuhandil. Slíkt er ikki uppfunnið enn. Innan fyri diskin stendur Asbjørn – í smekkubuksum. Í hurðini úr handlinum innar í køkin stendur pápi Asbjørn, gamli Hanus, ella Hanus hjá Ellu, sum ættarliðið fyri meg rópti hann. Ein vakur gamal maður við stórum yvir- skeggi. Eg rindi fyri sigarett- pakkan, og keypi eitt jacqu- aise fyri rest. So fari eg. Síðani er so nógv farið. Og komið. Vegurin um Oyruna er komin. Nýggja bryggjan. Fótbóltsvøllur og kappróðrarbátar. Parabolir og teldur. Men ongin teirra, nevnd- ur er omanfyri, er longur á lívi. Tey eru øll farin. Og nú fór eisini Asbjørn, keyp- maðurin í Hvalvík. As- bjørn, sum í mínum huga- heimi var sjálv ímyndin av Hvalvík. Friður verið við minni teirra, og nú eisini við minninum um keyp- mannin, og frálíka frásøgu- mannin, Asbjørn Olsen. NORÐOYA FORNMINNISSAVN Miðsummarhaldi »Náttúr- an og menniskja« í Klaks- vík verður hildið nú leygar- dagin 23. juni. Sum vanligt tendra skót- arnir eldarnar kl. 14 í Grøv- ini, har høvi verður hjá børnum og vaksnum at hugna sær til kvøldið kem- ur. Kl. 19 verður miðsumm- arrøðan, og í ár verður tað Ábraham Mikladal, ið kemur at halda røðuna. Ábraham saman við øðrum skipaði á norðoyastevnu fyri framsýning, kallað »Síl í Ósánna«, ið varð væl mót- tikin av klaksvíkingum. Tey hava undir sama heiti ar- beitt við hesi ætlan í eina tíð, og verður tað út frá hes- um hugskoti og øðrum náttúruni at frama, at hann kemur at røða. Eisini verður sungið úr sangheftinum, og aftaná tendra skótarnir bál niðri í fjøruni. Sum er sigur hann frá góðum veðri, so umstøð- urnar skuldu verið góðar, eisini til at farið ein gongu- túr út í náttúruna, sum van- ligt er. Hvaðar farið verður er ikki fastlagt, men verður tað upplýst undir fundin- um. Í fjør var ætlanin at fara ein túr runt Klakkin ella runt Brattanes, men vegna veður varð ongan veg farið. Møguliga verður annar av teimum túrunum tikin í ár. Bygdarmyndirnar fækkast Miðsummarhald í Klaksvík – At smábarnadeildin á Barnaheiminum letur aftur, setur okk- um í eina ræðuliga støðu. Skulu vit veita einum barni bráð- feingis hjálp í fram- tíðini, hava vit einki at bjóða tí. Hetta er ein vanlukkulig støða fyrst og fremst fyri børnini, sigur Beinta Olsen, forkvinna í barnaverndini í Runavíkar kommunu BARNAHEIMIÐ Turið Kjølbro Føroya Barnaheim, sum hevur tikið ímóti børnum í hálvt hundrað ár, verður í næstum umlagt til ein barnaforsorgardepil. Smá- barnadeildin, sum hevur hýst børnum úr 0 til 10 ár letur tí aftur. Hetta eru Al- manna- og heilsumálastýrið saman við Almannastovuni komin eftir, síðani talið á børnum, sum koma á Før- oya Barnaheim er minkað so nógv seinastu tíðina. Stýrið og leiðslan á Barna- heiminum eru kunnað um umleggingina, eru eisini spurd til ráðs, men trupul- leikin er, at áðrenn hesin depilin verður veruleiki, er allur serkunnleikin, sum í nógv ár er bygdur upp á Barnaheiminum farin. Tey seks starvsfólkini, ið hava starvast á smábarnadeildini eru søgd úr starvi, og onnur eru sett í niðursetta tíð. Hetta eru fólk, ið serliga eru skúlað til at taka sær av børnum, ið hava verið úti fyri líkum og ólíkum í teirra stutta lívi. Fólk, sum hava fingið serútbúgving og skeið í vantandi umsorg- an og øðrum. – Allur serkunnleikin, sum er bygdur upp og sum hevur kostað samfelagnum nógvar pengar, fer nú fyri skjeyti. Ikki tí, at tað ikki er brúk fyri honum, men tí hann ikki verður brúktur, sigur Mirjam Johannesen, virkandi leiðari á Barna- heiminum. Ikki nøktandi Ein grund til, at talið á børnum sum fara á Barna- heimið er minkað so nógv er, at barnaverndir kring landið í nógv flestu førum velja fosturfamiljur og um- lættingarfamiljur fram um at senda børn á Barnaheim- ið. Í blaðnum í gjár sigur virkandi leiðarin á Føroya Barnaheimi, at orsøkin til hesa gongdina er, at við at lata børn til fosturfamiljur verður trupulleikin loystur her og nú. Hinvegin koma børn á Barnaheimið, krevja tey av barnaverndunum eitt áhaldandi og framhaldandi samstarv. Hetta kann tykj- ast sum ein ov stór byrða fyri barnaverndirnar, sum framman undan hava nógv mál at arbeiða við. – Eingin hevur áhuga í, at smábarnadeildin á Barna- heiminum letur aftur, held- ur ikki barnaverndirnar. Hinvegin vilja nógv foreld- ur, ið koma í eina neyð- støðu, ikki lata børn síni á Barnaheimið. Foreldrasam- bandið hevur ikki verið nøktandi, ov nógv børn við ov ymiskum trupulleikum og í ymiskum aldri hava verið saman, foreldur hava kent seg ótrygg, og føla mangan, at tey ikki fáa børnini aftur. Men tað átti ikki at verðið neyðugt at viðgjørt hesar trupulleik- arnar alment. Heldur áttu teir at verðið viðgjørdir á røttum stað, sigur ein barnaverndarlimur, sum vil verða ónevndur. Í dýrastu neyð Nú virksemið á Føroya Barnaheimið verður niður- lagt og umlagt, ber ikki longur til at senda familjur til eygleiðingar og vegleið- ingar á stovninum. Hetta harmar ikki minst Beintu Olsen, forkvinnu í barna- verndini í Runavíkar kommunu. – Hetta setur okkum í eina ræðuliga støðu. Skulu vit veita einum barni bráðfeingis hjálp í framtíð- ini, hava vit einki at bjóða teimum. Ein vanlukkulig støða fyrst og fremst fyri børnini, sigur Beinta Olsen, sum bara hevur gott at bera Barnaheiminum og starvs- fólkunum har. Forkvinnan í barnavernd- ini í Runavíkar kommunu heldur ikki, at rætta loysnin altíð er fosturfamiljur. Besti uppvøksturin er ikki eitt barnaheim, men tað er í nógvum førum neyðugt í fyrsta umfari, áðrenn barn- ið fer til fosturs. – Vit hava eisini ringar royndir av at senda børn í fosturfamiljur. Ofta tí, at hvørki vit ella fosturfamilj- urnar eru greiðar yvir, hvørjar trupulleikar og hvønn tørv einstaka barnið hevur. Tí er frægast at senda barnið fyrst á Barna- heimið, og tá barnið fer í fosturfamilju, er Barna- heimið betur ført fyri at leiðbeina familjuna. Okk- ara royndir eru, at Barna- heimið situr við tí besta før- leikanum um børn og trup- ulleikar hjá børnum í Før- oyum í dag. Fyribyrgja Arbeiðið hjá barnaverndun- um kring landið í dag er í nógv størri mun fyribyrgjandi enn áður. Barnaverndirnar hava samband við nógvar fam- iljur, sum tær royna at veg- leiða, leiðbeina og hjálpa í aðrar mátar fyri at halda familjuna saman. At taka børnini úr heiminum er altíð síðsti útvegur. – Vit royna at gera alt vit kunnu í heiminum, áðrenn vit velja at taka barnið úr heiminum. Í dag eru trupul- leikar hjá børnum nógv sjónligari enn fyrr, tí fólk betur duga at síggja teir. Tí ber betur til at fyribyrgja, sigur Elin H. Joensen, for- kvinna í barnaverndini í Tórshavnar kommunu. Eisini hon harmast um, at smábarnadeildin á Føroya Barnaheimi letur aftur. – Tað fer altíð at verða brúk fyri Barnaheiminum, og hóast eingi børn eru har eina tíð, eigur deildin fram- haldandi at verða opin fyri at kunna taka børn akutt. Um Barnaheimið ella fost- urfamilja er betri fyri barnið, veldst altíð um barnið. Barnaverndin í Havn hevur psykolog og onnur fakfólk í starvi, so vit meta okkum vera væl fyri at meta um, hvat er best fyri barnið. Miðstøðin Nær barnaforsorgardepilin á Føroya Barnaheimi verð- ur veruleiki, veit eingin í løtuni. Hesin skal taka sær av trupulleikum hjá børn- um í neyðstøðu. Har skulu pedagogar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar og onnur setast, umframt at fostur- familjur skulu lærast upp til uppgávuna og fáa vegleið- ing í uppalingini av einum barni, sum hevur verið svikið so ella so. Ein akutt móttøka verður eisini á miðdeplinum, men ætlanin er ikki, at barnið skal verða so leingi har. Vanligt hevur annars verið, at eitt barn býr eitt til tvey ár á Barna- heiminum. – Børn skulu framhald- andi fáa viðgerð á Barna- heiminum, men hon skal styttast so nógv sum til ber. Spurningurin er, um karm- arnir á Barnaheiminum eru teir bestu til eina longri viðgerð, ella um tað ikki er frægast at senda tað í góðar familjur ella aðra staðni, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum. Landsstýrismaðurin sig- ur, at forsorgardepilin verð- ur helst dýrari at reka enn Barnaheimið og loysnirnar annars, ið verða valdar í dag. – Málið er ikki at gera tað bíligari, men at gera tað betri fyri børnini. Gongur ov seint Uttan mun til, nær forsorg- ardepilin verður veruleiki, eru starvsfólkini, sum hava fingið sær serkunnleika í viðurskiftum hjá børnum, ið hava verið fyri vansorg- an, farin, og hetta harmar virkandi leiðaran á Føroya Barnaheimi sera nógv. – Vit vita av, at eitthvørt er í umbúna, men vit vita ikki nærri, hvat tað snýr seg um ella nær hetta verður veruleikin. Størsti trupul- leikin er eftir mínum tykki, at allur serkunnleikin fer, tí myndugleikarnir arbeiða alt ov seint, og til nakað annað er sett á stovn, hava vit onga bráðfeingis móttøku av smábørnum. Tá hesin depilin byrjar skulu vit byrja av nýggjum og nýggj fólk skulu lærast upp. Eg seti eisini spurnartekin við, hvat myndugleikarnir meina við eina akutta mót- tøku, tí vit kunnu ikki blanda størri børn og smá børn saman, sigur Mirjam Johannesen. Barnaheimið verður forsorgardepil Barnaforsorgardepil verður settur á stovn á Føroya Barnaheimi. Hesin skal taka sær av trupulleikum hjá børnum, ið neyðstøðu. Mynd: Álvur Haraldsen – Málið er ikki at gera tað bíligari, men at gera tað betri fyri børn, sum koma í neyðstøðu, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum C M Y K 3 2