fríggjadagur 22. juni 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 117 - 22. juni 2001
Nr. 117 - 22. juni 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
Grønlendska ferða-
vinnan er í menning,
sigur ferðavinnu-
stjórin í Nuuk. Fleiri
norðuramerikanarar
koma til Grønlands,
samstundis sum til-
boðini til ferðafólkið
gerast fleiri
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Nuuk:
G r ø n l e n d s k a
ferðavinnan er í menning,
og ymsu økini hava lagt seg
eftir sínum serligu tilboð-
um, sigur Ander Vahl,
ferðavinnustjóri í Nuuk.
Hóast tað er langt og dýrt
at ferðast eitt nú úr Dan-
mark til Grønlands, eru
flestu ferðafólkini í Grøn-
landi danir, greiðir Anders
Vahl frá.
Hann sigur, at árliga
koma
eini
5.000-6.000
ferðafólk til Nuuk. Av teim-
um metir hann, at eini
2.000 støkka inn á gólvið
hjá ferðaskrivstovuni.
Sigast skal, at ferðaskriv-
stovan í Nuuk liggur øgi-
liga illa fyri, tá hugsað
verður um býin annars.
Hon liggur so langt frá
miðbýnum, sum tað slepst.
Niðri í Kolonihavnini við
sjálvan endan á vegnum.
Einasta, sum er uttanfyri, er
tann risastóri postkassin há
jólamanninum. Og eisini
hann er so mikið burtur-
goymdur, at leitast má eftir
honum. Tann ferðandi, sum
ikki hevur kort ella spyr seg
øgiliga væl fyri, kann væl
fáa trupulleikar við at finna
bæði postkassan og ferða-
skrivstovuna.
Anders Vahl, ferðavinnu-
stjóri í Nuuk, sigur, at tað
eru ikki »vanlig« ferðafólk,
sum so, sum koma til
Nuuk. Tey,
sum
vitja
høvuðsstaðin, eru í stóran
mun fólk, sum koma til
ráðstevnur, handilsferðir og
í ávísan mun eisini fólk,
sum koma at vitja familju
og kenningar.
Hinvegin
fara
flestu
»vanligu« ferðafólkini út á
bygdirnar, sigur hann. Og
tilboðini eru eisini rættiliga
ymisk í Nukk og aðrastaðni
í Grønlandi, sigur ferða-
vinnustjórin í Nuuk.
Eitt nú fara flestu bólk-
arnir til Suðurgrønlands,
sigur Anders Vahl. Har eru
tað útferðirnar, sum fólk
vilja royna. Bátstúrarnir eru
sjálvandi eisini at fáa í
Nuuk, men eitt nú tað, tey í
Grølandi
nevna
»Heli-
skiing« er ikki so lætt at
skipa fyri í Nuuk.
Talan er um túr, har
flogið verður í tyrlu niðan á
innlandsísin, og síðan stað-
ið á skíð omanaftur. Inn-
landsísurin er ov langt burt-
ur frá Nuuk til, at tað kann
loysa seg at skipa fyri slík-
um túrum. Tað verður stutt
sagt ov dýrt í flúgving,
sigur Anders Vahl.
Men
sjálvandi
verða
eisini útferðir gjørdar úr
Nuuk, sigur ferðavinnu-
stjórin. Og eitt, sum nógv
ferðafólk, ið koma til Nukk
um summarið, vilja síggja,
eru allar kúlubøkurnar, sum
halda til til her á leiðini,
sigur hann.
Um mánaðarskiftið juni-
juli koma kúlubøkurnar í
stórum tali og eru at síggja
at kalla um alt havið her á
Nuukleiðini, sigur ferða-
vinnustjórin.
Men eisini vanligir sigli-
túrar verða gjørdir í Godt-
håbsfjørðinum og har á
leiðini. Her er vanliga talan
um stuttar túrar, sigur And-
ers Vahl og leggur aftrat, at
tá tosað verður um stuttar
túrar í Grønlandi, plaga tey
at meina við ein dagstúr.
Ferðavinnuskrivstovan í
Nuuk, Nuuk Tourism, varð
stovnað í 1995 sum parta-
felag og loysti tá komm-
unalu
ferðavinnuskriv-
stovuna av.
Anders Vahl er stjóri í
felagnum, sum umframt
hann sjálvan hevur tvey
starvsfólk í føstum starvi.
Um summarið plagar eitt
eyka starvsfólk at vera á
skrivstovuni, sigur Anders
Vahl. Haraftrat koma fleiri
tímalønt so sum ferðaleið-
arar.
Grønlendska ferðavinnan í menning
Sera stórt virksemi er
í grønlendska ment-
anarhúsinum Kaduaq
í Nuuk. Í fjør vitjaðu
umleið 110.000 fólk
tey 254 tiltøkini, sum
vóru í húsinum
MENTAN
Edvard Joensen
Nuuk:
Í
miðbýnum
í
Nuuk liggur mentanarhúsið
Katuaq (úttalað gaduakk).
Húsið veður sera nógv
brúkt og var longu frá upp-
latingini fyri fýra árum
síðan ov lítið, sigur stjórin,
Juaaka Lybert.
Mentanarhúsið Katuaq er
felagsstovnur, sum Norður-
landaráðið.
grønlendska
heimastýrið
og
Nuuk
Kommuna eiga í felag,
greiðir stjórin frá. Húsið
varð tikið í nýtslu 15. feb-
ruar 1997 og kostaði tá 110
milliónir krónur. Roknað
varð tá við, at brúk fór at
verða fyri fýra føstum
starvsfólkum í húsinum.
Men tað helt ikki, kann
ein róliga siga. Í dag, bara
fýra ár eftir, at húsið varð
tikið í brúk, eru starvsfólk-
ini næstan tíggju ferðir tað,
roknað varð við tá. 18 fólk
eru í føstum starvi, meðan
17 tímalønt eru, sum arb-
eiða 37 tímar um vikuna,
umframt tey, sum arbeiða
tímalønt styttri tíðarskeið.
Tilsamans eru tímalønt
størv, sum svara til 20 full-
tíðarstørv, og alt í alt verða
38 árslønir útgoldnar, sigur
Juaaka Lybert, stjóri í
Katuaq.
Juaaka Lybert tók við
starvinum sum stjóri i Kat-
uaq tann 1. juni 1999, tá
hann loysti norðmannin Jan
Kløvstad av. Jan Kløvstad
hevði, sum kunnugt, verið
stjóri í Norðurlandahúsin-
um í Føroyum, áðrenn hann
fór til Grønlands at stjórna
Katuaq.
Lík men tó ymisk
Hóast Katuaq er mentanar-
hús við á leið somu upp-
gávum sum Norðurlanda-
húsið í Føroyum, er kortini
avgerðandi munur á bygn-
aðinum, sigur Juaaka Ly-
bert.
Norðurlandahúsið í Før-
oyum er norðurlendskt
burturav. Soleiðis at skilja,
at tað er Norðurlandaráðið,
sum eigur. Meðan Katuaq
verður roknað sum grøn-
lendskt. Og eisini fíggingin
av virkseminum er heilt
øðrvísi, enn hon er í
Norðurlandahúsinum, sigur
Juaka Lybert.
Fíggjarætlanin hjá Ka-
tuaq er upp á 20 milliónir
krónur í ár. Av hesum eru
níggju milliónir almennur
stuðul, meðan húsið sjálvt
má syrgja fyri at fáa hinar
11 milliónirnar í kassan.
Og tað kann vera strævið,
sigur stjórin. Men vísir í
sama andadrátti á, at tað
higartil hevur borið væl til.
Tvær góðar inntøkukeld-
ur eru í sjálvum húsinum,
greiðir hann frá. Tær eru
biohøllin og cafeteria, sum
rættiliga nógv fólk vitja.
–Og so ein hundans
rúgva av umsóknum og
bønarbrøvum, skoytir hann
uppí.
Biohøllin er nógv mest
vitjaða staðið í húsinum.
Men
eisini
kaffistovan
dregur heilt nógv fólk til.
Og tað kemst av, at húsið
liggur so væl fyri hjá fólki
bara soleiðis at detta inn á
gólvið. Tað liggur mitt í
býnum. Vildi svara til, at
um tað var í Havn, hevði
tað ligið í Steinatúni.
Ikki er tað so galið kort-
ini at vita sær, at húsið
sjálvt fíggjar eini 55 pro-
sent av rakstrinum, sigur
stjórin.
Tað hevur tó ikki altíð
gingið líka væl, sum tað ger
beint nú, viðgongur Juaka
Lybert, stjóri í grønlendska
mentanarhúsinum Katuaq.
Í 1999 hevði húsið eina
skuld til Nuuk Kommunu
upp á 1,4 milliónir, sum
avtalað varð at avgreiða
upp á trý ár. Men tað hevur
gingið munandi skjótari við
tí, sigur stjórin, og eitt
sindur av erni er at merkja á
røddini. Tí longu í fjør vísti
roknaskapurin eitt avlop
upp á 700.000,- krónur, sig-
ur hann.
Livandi boðberin
Katuaq merkir trumma,
trummustavur ella eisini
trummudansari.
Í grundini varð hildið, tá
navnið varð valt, greiðir
stjórin frá, at orðið Katuaq
merkti ein trummustavur
ella eisini ein trumma við
stavi. Tað vil siga eitt am-
boð, sum ber ein boðskap.
Men eftir at málgranskar-
ar hava kannað orðið nærri,
eru teir komnir til ta niður-
støðu, at tað líka væl kann
merkja
fyribrygdið
trummudansari. Tað vil
siga bæði maður, trumma
og stavur í einum. Og tað
ger ikki boðskapin verri,
heldur Juaaka Lybert, stjóri
í Katuaq.
Húsið
er
teknað
av
donskum arkitektvirki og er
sjónliga gjørt við norðlýsi-
num sum fyrimynd. Bylgj-
andi veggirnir lata ongan
iva vera um, at tað er norð-
lýsið, teknarin hevur hugs-
að um, tá hann hevur fest
strikurnar á blað.
Men eisini ísfjallið, sum
grønlendingar kenna so
væl,
hevur
inspirerað
arkitektin. Húsið vísir seg
líkasum at standa eitt sind-
ur eftir løgg. Og tað er við
vilja, greiðir stjórin frá, Tað
ímyndar tað hallandi ísfjall-
ið, og eisini sjálvur form-
urin á húsinum er mestsum
tríkantaður, sum ísfjallið
ofta er.
Nakað av orðaskifti var
um, hvørt tað var brúk fyri
húsinum, tá tað varð bygt,
greiðir stjórin frá. Men tað
orðaskifti er púra tagnað,
nú tað vísir seg, hvussu
dúgliga húsið verður vitjað.
Ríkt mentanarlív í Katuaq
Anders Vahl, ferðavinnustjóri í Nuuk, sigur, at serliga norðuramerikanarar hava fingið eyguni
upp fyri Grønlandi sum ferðamannalandi
Mynd: Edvard Joensen
Juaaka Lybert, stjóri í Katuaq, á brúnni framman fyri stóru forhøllini í mentanarhúsinum
Mynd: Edvard Joensen
– Um nøkur ár er alt
vanligt seyðahald
fyribeint, har fólk
hava eina trøð og
nakrar seyðir til hús-
brúk. Hetta verður
avleiðingin um álitið
hjá búnaðarnevndini
verður sett í verk, sig-
ur Føroya Óðalsfelag
LANDBÚNAÐUR
Áki Bertholdsen
– Verður hetta sett í verk,
fara tað ikki at ganga nógv
ár til alt vanligt seyðahald í
Føroyum burturdottið, har
fólk hava eitt sindur av jørð
og nakrar seyðir til hús-
brúk.
Tað er dómurin, sum Før-
oya Óðalsfelag fellur yvir
álitið, sum búnaðarnevndin
hjá Vinnumálastýrinum læt
úr hondum fyri kortum.
Í álitinum eru uppskot
sett fram um, hvussu land-
búnaðarpolitikkurin í Før-
oyum skal vera í framtíðini.
– Hesi uppskot fara at
beina fyri øllum vanligum
jarðarbrúki í Føroyum og
tað fer sostatt at beina fyri
einum parti av okkara
mentan, sum er líka gamal
sum landið sjálvt, sigur
Kári á Rógvi, lógfrøðingur,
sum er formaður í Óðals-
felagnum.
Nú álitið frá búnaðar-
nevndini er komið, er
Óðalsfelag Føroya farið
undir eina rundferð kring
landið at hava hoyringar um
framtíðar landbúnaðarpol-
itikkin í Føroyum.
Tann fyrsta hoyringin var
í skúlanum í Porkeri miku-
kvøldið, har eini 30 fólk
vóru møtt.
Smábrúk leggjast
saman
Á fundinum í Porkeri
greiddi Kári á Rógvi frá, at
eftir álitinum frá búnaðar-
nevndini, skal endamálið
við nýggja landbúnaðarpol-
itikkinum vera at leggja tey
smáu jarðarbrúkini saman í
størri eindir.
Í hesum sambandi mint-
ist ein av fundarluttakarun-
um, at Bjørn á Heygum,
sum hevði sitið í búnaðar-
nevndini, hevur sagt, at í
framtíðini skal landbúnað-
urin vera »annað enn men-
tan og frítíð«.
– Hetta er eitt uppskot,
sum fullkomiliga brýtur við
alla mentan og alla sið-
venju, sum hevur verið í
Føroyum, síðani landið
varð bygt.
– Hetta er ein lóg, sum
miðjar eftir, at skapa eitt
ávíst slag av seyðahaldi,
har hvørt jarðarbrúk skal
hava millum 50 og 300
áseyðir. Tað merkir, at fyri
tey allarflestu av okkum fer
seyðahaldið at hvørva.
– Uppskotið er rættiliga
fremmand fyri okkum, tí
hon nevnir bara um garðar
og fyri tað um onkur ein
gyllin, ella tveir, ber neyv-
an til at tosa um garð. Men
eftir hesum skal øll jørð,
niður í hvørja hálva gyllin,
tinglýsast sum landbúnað-
arjørð og tann, sum hevur
landbúnaðarjørð,
hevur
skyldu til at hava landbún-
að.
Annars er bústaðarskylda
fyri øll, ið hava fleiri enn 50
seyðir.
Tann sum brýtur hesar
báðar reglarnar kann missa
jørðina. Landsstýrismaður-
in í vinnumálum kann so
lata onkran annan leiga
jørðina í eitt áramál upp á
10 ár ísenn. Tá ið 10 ár eru
farin,
kann
leigumálið
endurnýggjast um eigarin
ikki prógvar, at tey viður-
skifti, sum førdi til, at hann
misti jørðina, eru avgerð-
andi broytt.
Arvarætturin
avmarkaður
Kári á Rógvu greiddi eisini
frá, at eftir nýggja landbún-
aðarálitinum, er tað av-
markað, hvør kann ogna
sær jørð.
– Bara tann, ið er 18 ár,
hevur ríkisborgararætt og
býr í Føroyum, og hevur
verið skrásettur í fólkayvir-
litinum í Føroym í minst
tvey ár tey seinastu fimm
árini, kann ogna sær jørð.
Tann, sum vil ogna sær
jørð, sum ber meiri enn 50
seyðir,
skal
harafturat
prógva, at hann er førur fyri
at hava landbúnað.
– Men hetta vil eisini
siga, at kemur onkur, sum
er yngri enn 18 ár, soleiðis
fyri, at tey arva jørð, skal
hon seljast, tað er onki við
at gera.
– Hetta vil eisini siga, at
er tað onkur, sum hevur
verið uttanlands í útbúgv-
ingarørindum, kunnu tey
falla fyri markinum um, at
tey ikki hava búð í Føroy-
um í tvey ár tey seinastu
fimm árini og so missa tey
jørðina.
Tá ið ein, sum hevur bún-
aðarjørð, doyr, ber tað ikki
til at býta jørðina sundur
ímillum børnini, tí tað
verður bara tað elsta barni,
sum kann arva jørðina. Vil
elsta barn ikki hava jørðina,
er tað næstelsta barn, sum
arvar alla jørðina o.s.fr.
Men er barnið ikki mynd-
ugt, men kortini vil hava
jørðina, kann búnaðar-
nevndin seta ein røktingar-
mann at reka garðin, til
barnið er myndugt.
– Tað vil siga, at har nógv
jørð er, ber ikki til at býta
hana sundur. Tað ber heldur
ikki til at skrivað testamenti
og gera av, hvør skal hava
jørðina.
Somuleiðis sigur upp-
skotið, at hvørja ferð onkur
veltur upp úr nýggjum, ella
tekur flag ella mold, skal
tað søkjast til landsstýris-
mannin um loyvi.
Eftur nýggja lógarupp-
skotinum skal tað eisini
verða sýslumaðurin sum
ásetur áseyðatalið í einum
haga. Tvs, at tann ábyrgdin
ella rætturin, verður tikin
frá bygdarfólkinum.
Trivnaður og ítriv
burtur
Óðalsfelagið førir fram, at
verða broytingarnar í land-
búnaðarálitinum framdar í
verki, fer tað at føra við
sær at sum frálíður fer øll
óðalsjørð at vera savnað í
størri eindir.
– Tað fer at henda, so
hvørt sum kravið um bú-
staðarskyldu, avmarking-
arnar í ognarrættinum og
arvarættinum og aðrar áset-
ingar í lógina, føra til, at
jørð verður tikin frá fólki,
sigur Kári á Rógvi.
– Sostatt tekur búnaðar-
álitið púra onki fyrilit fyri
teirri gomlu mentanini og tí
ómetaliga trivnaði tað førir
við sær, at fólk kunnu eiga
eitt sindur av jørð til
húsbrúk.
Óðalsfelagið vísir eisini
á, at tað í nógvum førum
júst er jørðin, sum bindur
fólk til smáplássini í útjað-
aranum í Føroyum.
–Verður jørðin savnað í
størri eindir, verða tað bar
nøkur heilt fá húski úti á
bygd, sum hava jørð. Tað
hevði verið nógv betri fyri
útjaðaramenning at býtt
jørðina sundur, so at enn
fleiri fingu gagn av henni.
Eitt nú áttu størri festi at
verið býtt sundur í smærri
festi, fyri at givið fólki
møguleika at havt eitt sind-
ur av seyði afturat til trivn-
að, men eisini fyri at útvega
sær eitt kærkomið ískoyti
til húsarhaldið. Óðalsfelag-
ið vísir eisini á, at tey smáu
brúkini kasta nógv meiri av
sær sum tey stóru brúkini.
Hetta er óivað eitt mál,
sum vit fara at hoyra meiri
til í komandi tíðum. Í næst-
um fer Óðalsfelagið at
halda fleiri fundir kring
landið, har høvi verður at
frætta um avleiðingarnar av
landbúnaðarpolitikkinum í
framtíðini. Sí annars yvir-
lýsing frá fundinum í Por-
keri her á síðuni.
Vanligt seyðahald í Føroyum í vanda
Á fundi hjá Føroya
Óðalsfelag í Porkeri,
ónskvøldið 20. juni var
nógv fólk samankomið,
tó
at
hvalbingarnar
høvdu oyggjarfund fyri
Lítlu Dímun.
Bæði
óðalsmenn,
smærri festarar og fólk,
ið sita við leigutraðum,
vóru á fundinum.
Fundarfólkið gjørdi
hesa samtykt:
»Fundarfólkið mælti
ímóti at seta fram upp-
skotið um lóg um bún-
aðarjørð, ið førir til ogn-
artøku og beinir fyri ald-
argamlari mentan og
týðandi ískoytisvinnu.
Fundarfólkið
heitti
eisini á landsins kosnu
menn og kvinnur um at
hava fyrilit fyri óðals-
jørð, leigutraðum og
smáum festum, eins og
fyri trivnaði og mentan á
bygd, tá landbúnaðar-
politikkurin verður orð-
aður.
Serliga heitti fundurin
á tey fólkavaldu um at
broyta matrikullógina,
so at sundurbýti gerst
lættari,
og
at
selja
smærri festi til vanligar
óðalstreytir,
um
tey
skulja seljast.
Fundarfólkið er ónøgt
við, at eitt uppskot um
slíka lóg um óðalsjørð er
gjørt, uttan at umboð
fyri
óðalsfólkið
og
smærri brúkarar hava
verið við.«
Fundarsamtykt
Verður ætlaði landbúnaðar-
poilitikkurin framdur í verki,
fer tað at vera avmarkað,
hvør kann ogna sær jørð.
Samstundis fara nógv sum
frálíður at missa jørð, tey
hava havt. Hetta fer at føra
við sær, at vanligt seyðahald
fer í søguna, sigur Føroya
Óðalsfelag. Her er tað
Zakarias Wang, sum greiðir
frá. Hin maðurin á myndini
er Kári á Rógvi, formaður í
Óðalsfelagnum
Føroya Óðalsfelag er farið at hava fundarrøðir kring landið um framtíðar landbúnaðarpolitikkin
í Føroyum. Tey 30 fólkini, sum møttu á tí fyrsta fundinum í Porkeri mikukvøldið mótmæla, at
ætlanin er at beina fyr ialdargamlari mentan og týðandi ískoytisvinnu
C
M
Y
K
5
4