fríggjadagur 22. juni 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 117 - 22. juni 2001
Nr. 117 - 22. juni 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Ein nýføddur
drongur í Føroy-
um kann væntast
at liva 75,2 ár, men
ein nýfødd genta
kann væntast at
liva 81,4 ár
LIVIALDUR
Stefan í Skorini
Væntaða miðallívsævi
ella
miðallivialdurin
gerst alsamt hægri í
Føroyum.
Bæði
hjá
monnum og kvinnum er
livialdurin 2 ár longri
enn fyri 20 árum síðani.
Hetta stendur at lesa í
Hagtíðindum.
Fyri tjúgu árum síð-
ani var miðallivialdurin
hjá mannfólki 73,3 ár,
og hjá kvinnum var
hann 79,6 ár. Síðani er
livialdurin
spakuliga
hækkaður. Ein nýfødd
genta fer væntandi at
liva í 81,4 ár, og livi-
aldurin hjá einum ný-
føddum dreingi er 75,2.
Enn kunnu vit stað-
festa, at kvinnur fram-
vegis liva í miðal 6 ár
longur enn menn.
JÁTTAN
Stefan í Skorini
Fíggjarnevndin í Tórs-
havnar býráð samtykti á
fundi týsdagin at játta
120.000 krónur afturat
um árið til svimjihøllina
í Havn. Hetta var eftir
tilmæli frá mentanar-
nevndini.
Peningurin skal nýtast
til at hava ein lívbjarg-
ara í høllini, meðan
barnagarðarnir
vitja
høllina um morgunin,
meðan svimjihøllin er
stongd fyri almenning-
inum.
Svimjihøllin
fær
60.000 krónur í ár, so
lívbjargarin kann byrja
eftir summarfrítíðina,
men
framyvir
fær
svimjihøllin
120.000
krónur meira um árið,
so møguleiki verður at
hava lívbjargara í stól-
inum í høllini allan dag-
in, meðan fólk eru í hyl-
inum. Harvið verður
trygdin betrað.
Mánakvøldið
verður
fyrireikandi fundur til
stovnan av felagi fyri
dement ella minnisveik.
Fundurin verður tann
25. juni kl. 19.30 í MBF
húsinum á Íslandsvegi
10.
Skráin er gjørd. Fyrst
bjóðar Sigrún Mohr
vælkomin, og síðani
heldur Vilgerð Astridar-
dóttir stuttan fyrilestur
um
demens. Video-
filmur um Alzheimer
demens við heitinum
»Når
personligheden
krakelerer«.
At enda verður orða-
skifti um stovnan av fel-
agi.
Livialdurin er
longdur
Peningur til
lívbjargarar
Stovna
felag fyri
minnisveik
Føroyingurin Jákup á
Dul Jacobsen hevur
saman við Pola Purk-
hús og Nils Stórá latið
ein handil upp í
høvuðsstaðnum í
Lettlandi, Riga. Teir
reka nú handlar í
Kanada, Íslandi, Før-
oyum og Lettlandi
HANDILSSKAPUR
Stefan í Skorini
Fyri tveimum vikum síðani
lat ein nýggjur handilsdepil
upp í lettiska høvuðsstaðn-
um Riga. Millum handlar-
nar í nýggja deplinum er
handilin hjá havnarmann-
inum Jákupi á Dul á Jacob-
sen og Pola Purkhús. Hetta
er ein handil líkur Skemm-
uni í Havn.
Jákup sigur, at hetta er
ein roynd, og um tað gong-
ur væl, fara teir at gera
meira um seg í baltiska
landinum, sum fyrr hoyrdi
til Sovjetsamveldið.
– Tað hevur gingið av-
bera
væl
higartil
við
handlinum í Riga. Vit eru
bilsnir av undirtøkuni mill-
um fólkið, sigur Jákup úr
Íslandi. Hann hevur tveir
aðrar føroyingar afturat sær
í átakinum. Teir eru Poli
Purkhús og Niels Stórá.
Handilin hjá teimum í
Riga er 1500 fermetrar til
víddar, og har arbeiða eini
30 fólk. Ein íslendingur fer
at hava ábyrgdina av dag-
ligu leiðsluni, men Poli og
Nils fara javnan at arbeiða í
Riga. Handilsdepilin fer at
vera einar 35.000 fermetr-
ar, tá hann er liðugur. Tað
eru norðmenn, sum hava
tikið stig til handilsdepilin.
Fyri at lata handilin upp,
krevst ein íløga uppá seks
milliónir krónur.
Vaksandi marknaður
Eftir at Lettland loysti frá
gamla Sovjetsamveldinum,
eru stórar broytingar farnar
fram í landinum. Stjórnin
arbeiðir við at fáa limaskap
í Evropasamveldinum, so
landið fríggjar heldur til
vesturevropa enn til gomlu
yvirvøldina.
Jákup greiðir frá, at
marknaðurin og keypiorkan
í Lettlandi eru støðugt
vaksandi, og tí síggja teir
menningarmøguleikar
í
landinum.
– Vit hava ikki gjørt
nakrar serligar kanningar
av marknaðinum framman-
undan, men íslendingar
samstarva nógv við Lett-
land. Teir eiga m.a. verk-
smiðjur og skógir, har teir
útvinna timbur. Tað kemst
millum annað av, at Ísland
var tað fyrsta landið at góð-
taka teirra sjálvstýri.
Handlar í Kanada
Umframt at hava fimm
handlar í Íslandi hevur
Jákup eisini sjey handlar á
vestursíðuni í Kanada. Tað
gongur skjótt við at víðka
um virksemið. Til heystar
er ætlanin at hava fimm
nýggjar handlar í økinum
við Vancouver, so talið av
handlum verður økt til tólv.
Jákup sigur, at arbeiðs-
megin í Lettlandi er avbera
góð, og viðskiftafólkið er
ikki so krevjandi, sum hjá
okkum. Tey eru nevniliga
ikki von við eitt høgt tæn-
astustøði.
Í Lettlandi búgva 2,5
milliónir fólk, og í høvuðs-
staðnum býr umleið ein
millión. 40% av fólkinum
eru russar, sum eru fluttir
til landið, meðan Sovjet
hevði valdið.
Jákup sigur, at enn hava
teir ikki ætlanir um at lata
handlar upp í øðrum lond-
um.
Føroyingar lata handil
upp í Lettlandi
Jákup á Dul Jacobsen hevur
saman við Pola Purkhús og
Nils Stórá latið ein handil upp
í Riga í Lettlandi
Fíggjarnevndarskjøl
eiga bara heilt undan-
taksvís at verða brúkt
til útgjaldan av pen-
ingi, sigur fíggjar-
nevndarformaðurin.
Og ein trongstøða,
sum longu er ávíst í
februar, kann ongan-
tíð gerast bráðfengis í
juni, heldur Vilhelm
Johannesen, fíggjar-
nevndarlimur
PENINGATROT
Edvard Joensen
Formaðurin í fíggjarnevnd-
ini, Finnbogi Arge, er
samdur
við
Vilhelmi
Johannesen, fíggjarnevnd-
arlimi, í, at tað var ikki heilt
í tráð við stýrisskipanarlóg-
ina at játta Føroya Lærara-
skúla eina hálva millión
krónur.
Í grein 44 í stýrisskipan-
arlógini stendur, at:
» Eykajáttan verður veitt
við løgtingslóg.«
Sum stykki tvey stendur
so um undantøk, at:
»Um mál hevur skund,
kann løgtingsins fíggjar-
nevnd veita eykajáttan, utt-
an so er, at tveir fimtingar
av nevndarlimunum krevja
málið avgjørt við løgtings-
lóg.«
Finnbogi Arge, formaður
í fíggjarnevndini, sigur, at
hann er samdur við tí, Vil-
helm Johannesen, fíggjar-
nevndarlimur, hevur ført
fram um, at tað kann fara at
skapa fordømi at brúka
fíggjarnevndarskjøl í ov
stóran mun.
Men í hesum førinum
metti hann, at rætt var at
gera tað kortini, tí lands-
stýrið hevði biðið um tað.
Hann sigur eisini, at tað
var óvanliga drúgvt orða-
skifti í fíggjarnevndini um
hetta málið. Hinvegin sigur
hann seg ongantíð hava
havt ta fatan, at Sambands-
flokkurin skifti meining í
viðgerðini, sum eisini hev-
ur verið ført fram.
Um so var, at teir báðir
sambandslimirnir í fíggjar-
nevndini atkvøddu saman
við Vilhelmi Johannesen,
sum vildi hava málið við-
gjørt í løgtinginum, høvdu
teir kravdu tveir fimting-
arnir verið fyri tí, og so
varð málið beint í løgtingið.
Vilhelm
Johannesen,
fíggjarnevndarlimur, metti
ikki, at málið um Lærara-
skúlan er nakað bráðfengis-
mál, tí tað var longu í feb-
ruar ávíst, at pengar fóru at
mangla hjá skúlanum.
Grundin til støðuna í dag,
sigur hann, er tann, at málið
er ov illa hagreitt av teim-
um
landsstýrismonnum
sum hava havt við tað at
gjørt.
Hann vísir á, at tað í hes-
um valskeiðnum bara hava
verið fimm mál, sum av-
greidd hava verið við fíggj-
arnevndarskjali. Og tey
hava av sonnum kunnað
verið nevnd bráðfengis.
Tey fimm málini vóru:
Neyðhjálp til Kosovo.
Upprudding eftir glopra-
regn og omanlop í septem-
ber mánaða í fjør, tá fleiri
vegir og hús fingu stóran
skaða.
Tvær ferðir eykajáttan til
at leiga skip fyri Dúgvuna.
Fyrru ferð, tá Dúgvan tók
botn í Leirvík, og seinnu
ferð, tá stemplið fór út
gjøgnum blokkin.
Tað fimta málið var ein
lyfta til Føroya Studenta-
skúla, sum biðið varð um til
ein næming, sum sat í
rullustóli. Tann umsóknin
kom so mikið seint, at mett
varð neyðugt at avgreiða
málið við fíggjarnevndar-
skjali,
so
næmingurin
kundi byrja skúlagongd til
tíðina.
– Tað dugir einhvør at
síggja, sigur Vilhelm Joh-
annesen, fíggjarnevndar-
limur, at munur er á upp-
rudding eftir omanlopi ella
havaríi hjá Strandferðsluni
og peningatroti til ein
skúla, sum vit vistu av
longu í februar, men ikki er
avgreidd fyrr enn nú av
berum ólíkindum.
Skeivt at brúka fíggjarnevndarskjøl
Upprudding eftir omanlop er
ólíka meira bráðfeingis enn
fíggjarligt upptak, sum skapt
er av ólíkindum, og sum
vitað er um í fleiri mánaðar,
heldur fíggjarnevndar-
limurin Vilhelm Johannesen
Mynd: Edvard Joensen
Tað grør um gang-
andi fót á havnar-
lagnum í Kollafirði.
Tá nýggja frystivirkið
er reist og bygt saman
við frystihotellinum,
vera 10.000 fermetrar
samanhangandi
undir taki
VIRKISBYGGING
Edvard Joensen
Kollafirði: Tað verður ar-
beitt dúgliga á havnarlagn-
um í Kollafirði. Arbeiðið
upp á nýggja frystivirkið til
uppisjóvarfisk er farið í
gongd, samstundis sum fylt
verður út yviri á Oyra-
reingjum.
Jákup Suni Joensen, for-
maður í havnarnevndini hjá
Tórshavnar Kommunu, sig-
ur, at ætlandi skal tann
stóra útbyggingin á Langa-
sandi vera liðug um árs-
skiftið. Tá eru verandi
frystihotell og komandi
frystivirki samanbygd í ein
bygning, sum verður einar
300 metrar til longdar og
10.000 fermetrar til víddar.
Gamli Salmex bygning-
urin, sum hevur staðið á
økinum, verður nú tikin
niður, og rundan um hann
fer so fundamentið til
nýggja
frystivirkið
at
standa. Farið er longu undir
stoypingina av fundement-
inum.
Jákup
Suni
Joensen
greiðir frá, at talan er um
ein 5.300 fermetra stóran
bygning, sum við eini
gjøgnumkoyring
verður
bygdur fastur í tað verandi
frystihotellið, sum er 4.700
fermetrar til víddar. Tann
sonevnda gjøgnumkoyring-
in skal hýsa flutningsbond-
um, har frysta vøran frá
virkinum verður flutt eftir á
goymslu á frystihotellinum.
Framman fyri hesum
báðu bygningunum verður
gjørdur bryggjukantur upp
á tvær ferðir 100 metrar,
sigur Jákup Suni Joensen.
100
metrar
til
hvønn
bygningin, og so er eitt øki
ímillum, sum eisini er 100
metrar. Men orsakað av av-
markingum í íløgukvotuni
hjá kommununi, fer tað
pettið at bíða fyri fyrst, sig-
ur hann.
Íløgukarmurin
er
19
milliónir, og hvør av hesum
bryggjukantunum kostar, tá
hann er liðugur við upp-
landi og asfalti, einar 14
milliónir, sum verður fíggj-
að yvir tvey ár.
Tá báðir kantarnir eru
gjørdir, fer at bera til at
hava eini trý skip liggjandi í
senn. Til dømis tvey nóta-
skip, sum landa, har bæði
stinga út um kantin hvør
sínu megin, samstundis
sum avskipað verður um-
borð á eitt farmaskip, sum
eisini kann stinga út um
endanarnar báðu megin
framman fyri hotellinum.
Tað eru byggifeløgini
Byggitek og NCC, sum
gera arbeiðið á havnarlagn-
um.
Bæði
bryggjuna,
fundamentið til frystivirkið
og niðurtøkuna av Salmex.
Og eisini á Oyrareingjum
er arbeiði í gongd, sigur
Jákup Suni Joensen. Har
verður fylt út og gjørt klárt
til eitt rættiliga stórt øki.
Einar 100.000 fermetrar,
sum ætlanin er at hava lið-
ugt til næstu útbjóðingina í
samband við oljuútgerðar-
havn, sigur havnarnevndar-
formaðurin í Tórshavnar
Kommunu.
Grótið, sum brúkt verður
til ífyllu á havnarlagnum í
Kollafirði, hevur Tórshavn-
ar Kommuna keypt frá P/F
Vágatunnlinum.
Nógv virksemi í Kollafirði
Tann lítli má lúta fyri tí stóra. Gamli Salmex bygningurin verður tikin niður, og eitt risastórt
frystivirki verður bygt á økinum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6