týsdagur 25. mars 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 57 - 25. mars 2008
Lata kirkjur aftur
Í Keypmannahavn hevur kirkjuleiðslan
skotið upp at lata fleiri kirkjur aftur, tí so
fá fólk ganga í kirkju. Sambært
kringvarpinum DR mælir leiðslan til at
lata 10 kirkjur aftur. Talan er um kirkjur,
sum vórðu bygdar fyri umleið 100 árum
síðani. Summastaðni eru kirkjuráðini
ímóti at lata kirkjurnar aftur, men
sambært kringvarpinum bendir alt á, at Birthe Rønn Hornbech, kirkjumálaráðharri, fer at
fylgja tilmælinum um at lata tær 10 kirkjurnar aftur.
82 prosent av dønum eru í fólkakirkjuni, men
fá ganga í kirkju
(Mynd: DR)
Í næstum kemur
kendi føroyski
sangarin Ernst
Sondum Dalsgarð til
Føroya at framføra
á konsertum
kring landið, og á
konsertini í Klaksvík
luttekur kórið Suð
Konsertir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Við sær á konsertferðini í
Føroyum hevur Ernst song
kvinnurnar Merete Sveist
rup og Pia Schnack. Tey
fara at borðreiða við alskyns
perlum úr operum og sang
leikum. Við til Føroya kem
ur eisini kendi klaverleikar
in Vagn Sørensen, sum eitt
nú fer at framføra eitt solo
verk fyri klaver, ið hevur
sín uppruna í operaheim
inum.
Ernst Sondum Dalsgarð
er kendur av flestu tón
leikaranjótarum her á landi,
og hann er rættiliga við at
fáa fótin fyri seg sum solist
ur á Kongaligu Operuni í
Keypmannahavn, har hann
er í starvi sum sangari.
Eisini á øðrum kendum pall
Sangur í serfl
Við sær til Føroya hevur Ernst Sondum Dalsgarð Merete Sveistrup, Pia Schnack og kenda danska
klaverleikaran Vagn Sørensen
Eik vil yvirtaka kundar
Internetbankin Eik Bank (fyrrverandi Scandia Bank)
bjóðar sær nú at yvirtaka kundarnar hjá Northern Rock,
sum fyrr í vikuni mátti snara lyklinum um í Danmark.
Internetbankin Eik Bank ger sær dælt av, at Northern
Rock nú ikki longur er á danska marknaðinum og smíðar
meðan jarnið er heitt. Sambært TV2 Nyhederne bjóðar
Eik Bank, at kundarnir hjá Northern Bank kunnu fáa
somu rentu sum higartil, um teir flyta sínar innlánskonti
til Eik Bank innan tríggjar vikur.
Hjalti í Jákupsstovu,
fiskifrøðingur, sigur,
at nú eyguni eru
vend móti toskinum,
eiga vit at lurta eftir
tí, sum sagt verður.
- Í dag hava vit eitt
fyrimyndarligt
grindadráp, men tað
høvdu vit ikki, fyrr
enn umheimurin fór
at vísa hesum áhuga,
sigur hann
tosKur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sambært útlendskum fjøl
miðlum, hava fleiri komm
unur í Svøríki gjørt av ikki
at keypa tosk til sínar
matskráir í skúlum, stovnum
og aðrastaðni, har heitur
matur verður latin. Men tað
eru ikki bara kommunur,
sum hava tikið hetta stig.
Ein spurnarkanning, sum
TV4 hevur gjørt, vísir, at
37% av svium vilja ikki
keypa tosk, og tað eru eisini
matstovur, sum ikki keypa
tosk meira, tí starvsfólkini
tíma ikki at taka spurningin
upp við viðskiftafólk, um
toskur er hóttur ella ikki.
Ein av náttúruverndarfela
gsskapunum, sum beinleið
is hevur mælt frá at keypa
tosk, er heimsnáttúrugrunn
urin, WWF. Toskurin er illa
fyri í Eystursjónum og
Kattegat, og tí hevur eitt
svenskt blað enntá saman
borið keyp av toski við
keyp av fílabeinum úr
Afriku.
At lurta
Hjalti í Jákupsstovu, leiðari
á Fiskirannsóknarstovuni,
ásannar, at ávísir náttúru
felagsskapir
stundum
kunnu vera rættiliga ógvus
ligir í sínum útmeldingum.
Men vit eiga sjálvsagt
at lurta eftir, hvat tað er,
sum teir vilja siga okkum –
antin vit eru samd ella ei.
Hann vísir á, at hóast
føroyska toskaveiðan eftir
hansara tykki hevur verið
alt ov hørð seinastu árini,
samstundis sum veiðinøgdin
er minkað, stendur kanska
upppaftur verri til í Eystur
sjónum og Kattegat.
Avgerðin hjá alt fleiri
Eiga at lurta
eftir náttúru
felagsskapum
- Tiltøkini hjá
náttúrufelags-
skapum eiga at
minna okkum
á, at tilfeingið
í havinum er
ikki óavmarkað,
sigur Hjalti í
Jákupsstovu
Mynd: Jens Kr. Vang