týsdagur 25. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 57 - 25. mars 2008
Vodka til kvinnur
Russiska vodkabryggjaríið Igor Volodin hevur nú gjørt
eitt serligt slag av vodka, sum er ætlað kvinnum.
Russiskir fjølmiðlar skriva, at tann nýggi drykkurin er
royndur í seinastuni og fer eina rættiliga sigursgongd
kring landið. Drykkurin hevur sambært framleiðaranum
tann góða eginleika, at hann elvir ikki til timburmenn.
Umleið 2,5 mió. russar hava trupulleikar við rúsdrekka,
men mong halda, at tað veruliga talið er nógv størri.
Ávirkaði ikki prísin
Tøl hjá íslendsku løgregluni benda á, at tað fekk ikki
stórvegis ávirkan á prísin á rúsevnum í Íslandi, at
myndugleikarnir avdúkaðu ta stóru smuglararoyndina á
Fáskrúðsfirði í fjør. Tá steðgaðu myndugleikarnir eitt nú
23 kilo av amfetamini og 14 kilo av ecstasy. Men
sambært løgregluni kostar amfetamin heldur minni í
Íslandi nú enn í fjør, og ein ecstasy kostar lítið meiri.
Okkurt bendir á, at kokain er komið ístaðin fyri
amfetamin, sigur løgreglan.
Málið um avdotna
nasahjólið er ikki
nærri einum svari í
dag, enn tað var í gjár,
og Magni Arge, stjóri,
hevur ikki so nógv at
leggja aftrat tí, sum
longu er sagt
ÓHAPP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var eitt brotið leigi, ið
var orsøkin til, at eitt flogfar
hjá Atlantic Airways í gjára
morgunin
misti
annað
nasahjólið.
Tað er fyribils niðurstøðan
av kanningunum, sum flog
felagið ger. Magni Arge,
stjóri, sigur, at teir nú gjøgn
umganga
allar
manna
gongdir og skipanir hjá
felagnum.
Vit fara at gera status
seinni í dag, men kanningar
nar verða sjálvandi ikki
lidnar í dag. Men vit skulu
kanna, um vit kundu havt
fangað óhappið við nasa
hjólinum framman undan,
og í heila tikið gjøgnum
ganga allar skipanir, sigur
Magni Arge.
Stjórin í Atlantic Airways
hevur verið frammi fleiri
ferðir síðani óhappið, bæði
í Kringvarpinum og á Port
alinum. Sambært honum
var ongantíð vandi á ferð
hjá flogfari og fólki, og tað
er heldur eingin bági at
lenda, sjálvt um annað sana
hjólið vantar.
Eingin – heldur ikki
flogskipararnir – varnaðust,
at flogfarið hevði mist
annað nasahjólið. Hinvegin
skapti tað nakað av órógvi í
Kastrup, tá hjólið varð
funnið á taxabreytini. Men
áðrenn boð vórðu fingin
upp til Vágar, var flogfarið
lent í øllum góðum.
Føroya Tele hevur
fingið nýggjan
nevndarformann,
eftir at Hákun
Steingrímsson
gjørdist stjóri í
formula.fo. Nýggi
nevndarformaðurin
er Heini Zachariasen,
sum er ein av trimum
høvuðseigarum í KT-
fyritøkuni Bullguard
NEVNDARFORMAÐUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað er ein av tungu dreingjun
um innan KTvinnuna, sum
nú situr sum nýggjur nevnd
arformaður í Føroya Tele.
Saman við tveimum øðr
um eigur hann KTfyritøk
una Bullguard, sum er
serfrøðingur innan verju av
virus. Fyritøkan hevur deild
ir í Stórabretlandi og Rum
enia, umframt deildina í
Danmark.
Heini segði við Rás2
mikudagin, at hann ikki enn
hevur sett sær nøkur greið
mál, og at hann fyrst ætlar
sær at tosa við lands
stýriskvinnuna.
Ferðin á internetinum
og prísurin eru sentralir
partar, og Føroya Tele er
sentralur liður í menningini
innan KTvinnuna, sigur
Heini Zachariasen.
Hann leggur dent á, at tað
er ógvuliga umráðandi, at
øll fáa atgongd til breið
band.
Tá vit fyrst komu til
Rumenia sóu vit, at talan
var um dugnalig og intelleg
ent fólk, men tey kundu
ikki kappast, tí tey vóru
ikki á marknaðinum. Øll
skulu vera online alla tíð
ina fyri at kunna kappast á
marknaðinum, sigur Heini
Zachariasen.
Hann vísir á, at Føroyar
hava fleiri vansar at dragast
við. Ferðin á internetinum
er ov lág, prísurin ov høgur,
og hartil kemur so tann
veruleiki, at Føroyar liggja
mitt úti í Atlantshavi, og at
tað ikki altíð er líka lætt at
sleppa til og úr Føroyum.
Men glottar eru. Nýggir
káplar koma, og Føroyar eru
nú um at koma upp móti
sama støði sum londini uttan
um okkum, og her skal
Føroya Tele ganga undan,
sigur Heini Zachariasen.
Hóast hann er spildur
nýggjur í starvinum, hevur
hann kortini gjørt sær sínar
metingar.
Eg havi sjálvandi mínar
raðfestingar, men tað er
meiri týdningarmikið, hvat
landsstýrið og landsstýris
kvinnan ætla. Tá tey hava
valt ein føroying uttanlands
í hetta starvið, so má tað
vera tí, at tey hava ambitión
ir úteftir, sigur Heini Zach
ariasen, sum er glaður og
stoltur um avbjóðingina, og
ætlar sær at prógva nøkur
ting sum nevndarformaður.
Einki nýtt
um hjólið
Frágreiðingin um brotnaða nasahjólið bendir á, at eitt brotið leigi var orsøkin
Heini nýggjur nevndarformaður
Heini Zachariasen er nýggjur
nevndarformaður í Føroya
Tele