týsdagur 25. mars 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 57 - 25. mars 2008
Allir teir mongu
føroyingarnir,
sum arbeiða og
sigla uttanlands,
fingu viðhald í eini
drúgvari ósemju við
myndugleikarnar
Frádráttur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at allir teir
mongu føroyingarnir, sum
arbeiða
uttanlands,
ella
sigla við útlendskum skip
um, skulu hava ein skatta
frían frádrátt upp á 300 um
dagin.
Og so er tað líka mikið
um einasta útreiðsla, teir
veruliga hava, eru 10 krónur
til eitt krúss av kaffi.
Hetta er nú endaliga stað
fest í Eystara Landsrætti.
Einasta treyt er, at við
komandi er uttanlands í
minst 100 dagar um árið, ella
er uttanlands í minst tveir
mánaðir samanhangandi.
Og hetta kemur væl við
hjá øllum teimum hund
raðtals ella kanska túsund
tals arbeiðsfólkum, hand
verkarum og sjófólkum,
sum forvinna til dagligt
breyð uttanlands.
Tí Taks hevur annars bara
viljað viðurkent, at tær
veruligu útreiðslurnar, sum
kunnu skjalprógvast, kunnu
dragast frá.
Kravdi at fáa alt
Hetta fekk ein sjómann at
leggja sak ímóti Taksi, tí
hann metti, at samdøgur
frádrátturin upp á 300 krón
ur, var ein fastur frádráttur,
har tað ikki var neyðugt at
skjalprógva útreiðslurnar.
Malið varð reist sum eitt
prinsippmál fyri at fáa
staðfest endaliga, hvussu
reglarnar um samdøgur
frádrátt skulu skiljast.
Málið hevur bæði verið
til viðgerðar í skattakæru
nevndini, í Føroya Kæru
stovni og í Føroya Rætti og
allir partar góvu sjómanni
num viðhald.
Allir teir tríggir stovnarnir
staðfestu, at bara skattgjald
arin kundi vísa á, at hann
hevði havt útreiðslur av at
arbeiða ella sigla uttanlands,
skuldi hann kunna draga
300 krónur frá um dagin
uttan at skula skjalprógva
nakrar útreiðslur.
Tí gjørdi Taks av at royna
málið eina seinastu ferð í
landsrættinum.
Í hesum ítøkiliga máli
num kundi maðurin stað
festa, at hann hevði havt
eina útreiðslu upp á 100
krónur um dagin til kost
umborð á skipinum, hann
var við.
Hann hevði verið burtur í
225 dagar og tí vildi Taks
bara geva honum ein frádrátt
upp á 22.500 krónur.
Hinvegin kravdi maðurin
at fáa ein frádrátt upp á 300
krónur um dagin í allar teir
225 dagarnar, hann hevði
verið burtur.
Sostatt kravdi hann at fáa
ein frádrátt upp á 67.500
krónur í alt.
Fastur frádráttur
Málið er nokk so tekniskt
við lógum, kunngerðum og
rundskrivum og reglarnar
fyri frádrátt eru broyttar
fleiri ferðir.
Men fyri at gera eina
stutta søgu langa, vísti
sjómaðurin á, at frádrátturin
upp á 300 krónur var ein
fastur frádráttur, sum polit
iski myndugleikin hevði
ásett fyri at gera tað lættari
og bíligari at umsita.
Hinvegin førdi taks fram,
at fortreytin fyri at fáa
frádrátt er sjálvandi, at talan
er um eina veruliga útreið
slu. Ætlanin var alla tíðina,
at
útreiðslurnar
skuldu
skjalprógvast og at upp
hæddin upp á 300 krónur
um dagin skulu roknast
sum eitt hámark.
Tá ið málið varð tikið
upp til dóms, kom Lands
rætturin til somu niðurstøðu
sum bæði skattakærunevnd
in, Føroya Kærustovnur og
Føroya Rættur.
Og tann niðurstøðan er,
at frádrátturin upp á 300
krónur, er ein fastur frá
dráttur, sum skattgjaldarin
ikki hevur fyri neyðini at
skjalprógva.
Sostatt er tað endaliga
staðfest, at tann, sum er
burtur allar 365 dagarnar í
einum ári, hevur sostatt rætt
til ein frádrátt upp á 109.500
krónur, hóast einasta veru
liga útreiðsla, viðkomandi
hevur havt, eru 100 krónur
til ein hýruvogn.
Á Taksi duga tey ikki at
siga, hvussu nógv arbeiðs
fólk ella sjófólk, skulu hava
pengar aftur frá fyri at hava
goldið ov nógv í skatti, tí
tey ikki hava fingið fullan
frádrátt.
Teir sethúsaeigarar,
sum fáa ein trygging
arskaða, kunnu sleppa
undan at gjalda mvg
av umvælingini.
Men so er vandi
fyri, at sethúsini
minkað í virði, ella
at tryggingin verður
dýrari
tryggingarskaðar
Áki Berholdsen
aki@sosialurin.fo
Øll, sum eiga sethús, eru
komin í knípu!
Tað var Løgtingið, sum
setti allar sethúsaeigarar í
knípu, tá ið mvg lógin varð
broytt í fjør, so at mvg nú
eisini
skal
betalast
av
arbeiðslønum, tá ið hús
verða bygt ella umvæld.
Fyrr var onki mvg av
arbeiðslønum, men síðsta
summar varð lógin broytt
so at nú skal mvg eisini
rindast av arbeiðsløn, tá ið
hús
verða
bygt
ella
umvæld.
Men so kann ein húsa
eigari so søkja um at fáa
mvg afturgoldið úr lands
kassanum. Tað merkir, at tá
ið eini sethús verða bygd,
ella umvæld, kann húsa
eigarin søkja um at fáa mvg
afturgoldið.
Men hvørt matrikkul
nummar hevur fingið eina
mvg kvotu upp á 150.000
krónur.
Hetta svarar til eina samla
arbeiðsløn upp á 600.000
krónur.
Og kvotan fylgir ikki eig
aranum, men matrikulnum
marinum. Tað merkir, at
kvotan verður ikki null
stillað, tá ið hús verða seld.
Tá ið talan er um ný
bygging,
verður
sostatt
neyðugt at brúka tað mesta
av kvotuni beinanvegin og
tað merkir, at sethúsaeigarin
kann
vænta
at
verða
noyddur at
Men hvørja ferð, sethúsa
eigarin fær mvg afturgoldið,
verður tað eisini drigið av
kvotuni og tá ið 150.000
eru endurgoldnar til eitt
matrikkulnummar, verður
lokið smekkað aftur.
Sethús minka í virði
Hetta avmarkar møguleik
arnar at umvæla sethús og
tey bæði tryggingarfeløgini
meta, at hetta fær sethús at
minkað í virðið, alt eftir,
hvussu nógv er eftir av mvg
kvotuni, tá ið tey kanska
einaferð skulu seljast.
Men serliga hevur hetta
verið tvørligt í sambandi
við tryggingarskaðar.
Tryggingin fær ikki mvg
av arbeiðsløn endurgoldið,
tí Taks sigur, at tað er bara
tann einstaki húsaeigarin,
sum kann fáa endurgjald.
Sostatt noyðist tryggingin
at betala mvg. Men tað vil
hon ikki, tí hon sigur, at tað
er ikki tryggingin, sum
umvælir húsini, men tann
einstaki tryggingartakarin,
sum tískil hevur rætt at fáa
mvg av arbeiðslønini aftur
goldið. Tá ið tryggingin
hevur fingið rokningar fyri
umvælingar, har mvg fyri
arbeiðsløn stendur á, fáa
handverkararnir rokningina
aftur í høvdið við kravi um,
at skriva nýggja rokning,
har mvg av arbeiðsløn ikki
er við.
Sostatt má handverkarin
til húsaeigaran við mvg
rokningini, men tað fellur
ikki í góða jørð, tí teir siga
sum oftast, at teir betala
trygging fyri at fáa ein
skaða endurgoldnan fult og
heilt og tí vilja teir ikki
betala mvg.
Eftir stendur so hand
verkarin við eini mvg rokn
ing, sum hann ikki veit,
hvagar hann skal senda og
fyribils hevur hetta rætt og
slætt fingið fleiri hand
verkarar beinleiðis at nokta
at gera tryggingarskaðar, tí
teir tíma ikki alt roksið við
mvg rokningini.
Málið er nú á veg ígjøgn
um rættarskipanina, men
tað kann taka fleiri ár at fáa
eitt endaligt úrslit.
Hinvegin staðfestir trygg
ingin, at verður endaliga
støðan tann, at hon skal
gjalda mvg, verða umvæl
ingarnar nógv dýrari og tí
verða tær noyddar at hækka
tryggingargjaldið munandi.
Kunnu sleppa undan
Men tað er ein máti at
sleppa undan fløkjuni við
mvg rokningina av arbeiðs
lønum, tá ið tryggingar
skaðar skulu umvælast.
Tað kann gerast við eini
avtalu millum tryggingina
og tryggingartakaran um,
at tað er tryggingartakarin,
sum biður handverkaran
umvæla skaðan og standa
fyri rokningini.
Tá ið tryggingartakarin
fær rokningina, kann hann
senda Taks umsókn um at
fáa mvg av arbeiðslønini
afturgoldið.
Restina rokningini verður
so send tryggingini.
Men avleiðingin av hes
um er, at mvg kvotan mink
ar og tað fer at koma trygg
ingartakaranum, aftur um
brekkur seinni. Og verða
húsini seld, kemur tað næsta
eigaranum aftur um brekk
ur, tí hann fær minni mvg
kvotu og sostatt eisini verri
umstøður at umvæla húsini.
Hava rætt til 300 krónur um dagin
Løgtingið fangar sethúsaeigarar í felluni
Líka mikið, hvussu
sethúsaeigarar venda
og snarað sær, eru teir
fangaðir í eini fellu,
sum teir ikki sleppa
burturúr. Teir kunnu
velja ímillum at fáa eina
eyka rokning, teir kunnu
velja at sleppa undan
rokningini, men so
minka húsini í virði, ella
teir kunnu sleppa undan
øllum rokningum, men
so verður tryggingin
nógv dýrari
Íslendska rentan í topp
Íslendski tjóðbankin hevur nú kent seg noyddan at skrúva
rentuna enn meiri upp. Seðlabanki hækkaði rentuna við 1,25%,
so hon nú er 15%. Tað er økta inflatiónin og fallandi krónu
kursurin, sum fær bankan at hækka rentuna. Hækkaða rentan
førdi beinanvegin til, at krónan hækkaði tvey prosent í virði.
Handelsbanken metir rentuhækkanina sum eina økta íslendska
tvístøðu. Fíggjarkreppan merkir øktan ótryggleika við fallandi
partabrævakursum og vána lánitreytir. Ísland verður framman
undan mett sum ótrygt fíggjarøki, skrivar Børsen.
Stórar sparingar í SAS
SAS skal spara 56 milliardir svenskar krónur í 2010 og
2011Tað slær forstjórin, Mats Jansson fast í einari samrøðu
við Veckans Affärer. Hetta verður neyðugt, skal felagið náa
málinum um fýra milliardir í avlopi og eitt avlopsstig upp á
7% í seinasta lagi ár 2011. – Eg rokni við, at vit noyðast at
spara 23 milliardir í 2010 og 2011, ella 56 milliardir í alt.
Og tað verður ein enn truplari uppgáva enn tær 14 milliard
irnar, sum felagið spardi undir Jørgen Lindegaard, sigur
Mats Jonsson við Veckans Affärer.