Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 57 - 25. mars 2008 Tað er heilt fitt av før­ oying­um, sum long­u í 19. øld virkaðu í Grøn­ land. Ein tann mest kendi var Grønlands­ Johan Grønlands-Jóhan var sonur Niclas Joensen úr Bø og Sús- annu Joensen úr Tórshavn. Jóhan var føddur í 1857 í Tórshavn, har pápin var kram­­bakallur í kongiliga handlinum­­. Tá hesin helt uppat í 1856, fluttu foreldrini stutt aftaná vestur til Miðvágs at búgva. Ì 1870 fór Jóhan til Vestm­­anna at vera hjá Hans Wilhelm­­ Reinert og konu hansara Jóhannu, sum­­ var abbasystir hansara. Hans Wilhelm­­ hevði eis- ini arbeitt við kongiliga handilin í Havn og tók í 1858 við úthandlinum­­ í Vest- m­­anna, sum­­ týski handils- m­­aðurin C.F. Siem­­ens hevði keypt. 17 ára gam­­al fór Jóhan til Havnar og bleiv handils- lærlingur í kram­­búðini hjá Siem­­ens. Í 1880 fór Jóhan til Dan- m­­arkar og kom­­ aftur til Føroyar í 1884, tá ið hann arbeiddi á fútaskrivstovuni í Havn. Vit vita ikki so nógv um­­ tíðina, m­­eðan han var í Danm­­ark. Men roknað er við, at hann í hesum­­ tíðar- skeiðinum­­ yrkti m­­óður- m­­álssangin, har fyrsta ørindi ljóðar soleiðis: Várt móðurmál tað hevur so ringa lagnu havt, men einki annað eigur sum tað so stóra kraft, til føroyingar at samla og halda saman fast, so leingi hjartatónin í teimum ikki brast. Til Grønlands Jóhan fann sam­­an við Am­­aliu, dóttir kenda sýslu- m­­annin Hans Christoffer Müller og Maren Christine f. Olsen. Am­­alie var í 1887 ein av teim­­um­­ fyrstu kvinnum­­, sum­­ tók læraraprógv í Føroyum­­. Í 1890 fóru tey til Dan- m­­arkar, har tey 1. m­­aj 1890 giftust í Skæve kirkju í Dronninglund provsti. Am­­alie hevði har eina systur, sum­­ æt Sigrid, gift Folting. Maðurin var skóg- riddari. Nú gekk leiðin beinleiðis til Grønlands, har tey vóru í 12 ár. Tey fyrstu árini í Grønlandi búðu tey í Godt- haab, síðan í Egedesm­­inde. Seinastu árini í Grønlandi búði fam­­ilian í Um­­anak, har Jóhan var kolonistjóri. Jóhan og Am­­alie fingu fýra synir, sum­­ eru føddir í Grønlandi og eina dóttir, sum­­ er fødd í Havn. Elstur var Hans Christian Wilhelm­­ Reinert, føddur 1891 í Godthaab. Næstur var Christian Niclas Ulrik, vanliga nevndur Kiss. Hann var tvey ár seinni føddur í Egedesm­­inde eins og teir yngru beiggjarnir. Síðan kom­­u Guttorm­­ Hans Egede, føddur í 1895 og Olaf Petræus, føddur í 1897. Systurin Ebba Susanna, gift Schrøter, var fødd í Havn í 1904. Á sum­­ri 1902 vendi fam­­- ilian aftur til Føroyar við skipinum­­ ”Godthaab”. Tá var sjónin hjá Jóhan farin at bila, og hann var næstan blindur. Hetta var óivað orsøkin til, at tey longu tá fluttu heim­­ aftur. Ì Havn búsettust Jóhan og Am­­alia í húsunum­­ í Rættará, sum­­ vóru nevnd Christinesm­­inde. Bróður Am­­aliu, Poul Müller, átti húsini. Johan doyði í 1907 bert 50 ára gam­­al. Frá septem­­ber 1908 til 1934 helt Am­­alia privat- skúla fyri sm­­ábørn í heim­­i sínum­­. Hon doyði í 1944. Væl umtóktur millum granskarar Í tíðini í Grønlandi var Jóh- an sera væl um­­tóktur m­­ill- um­­ granskarar, sum­­ ferð- aðust í Grønlandi um­­ hetta m­­undi. Millum­­ annað kan nevn- ast, at hann var sera hjálpasam­­ur, tá ið Robert E. Peary ætlaði at finna Norðurpólin. Tað eyðnaðist tó ikki fyrr enn í 1909. Fyri hjálpsem­­ið fekk Jóhan eina riflu, sum­­ hann hevði við sær aftur til Føroyar í 1902. Jóhan hevði m­­angar lutir við sær aftur til Føroyar. Millum­­ hesar eru tey hvalakjálkabein, sum­­ enn standa og gleiva tvørtur um­­ vegin frá portrinum­­ og niðan til húsini í Rættará. Ì tíðini 1898 til 1902 ferðaðist skiparin Otto Sværdrup við skipinum­­ ”Fram­­” við Ellesm­­ere oynna. Hann skrivar í dag- bók síni: Efter fire år i isen kom­­ vi frem­­ til Um­­anak, hvor vi for første gang i fire år traf civiliserede m­­ennesker. Det var kolonibestyrerens frue ”fru Joensen” og præsten der på stedet. Vi traf ikke kolonibestyreren, han var på inspektionsrejse i distriktet. Vi holdt en lille fest om­­bord på ”Fram­­”, og i denne anledning forærede vi fru Joensen en saks, som­­ stod på Fram­­s inventarliste og var stem­­plet m­­ed nr. 36. Hesin saksurin varð í 1994 handaður Fram­­savni- num­­ av Solveig Niclasen, abbadóttir Jóhan. Hann liggur nú í skiparakam­­ari- num­­ á ”Fram­­”. Det danske Film­­m­­useem­­ skrivar á heim­­asíðu síni, at tann fyrsti film­­urin við livandi m­­yndum­­, gjørdur í Danm­­ark, vísir Jóhan koyra við grønlendskum­­ sleduhund- um­­ í Fælledparkini í Køben- havn í 1897. Film­­urin kann síggjast á internetinum­­. Villi Sonurin Villi hevði eina serliga søgu. Hann er farin ungur úr Føroyum­­, um­­leið 1910. Hann var við einum­­ skipi, sum­­ kallaðist "Vik- ing". Ættin heim­­a hevur frætt frá honum­­ at byrja við. M.a. vistu hon, at hann kom­­ til Vladivostok eystast í Ruslandi. Men bræva- skiftið tykist at vera steðgað nokk so skjótt. Longu í 1911 skrivar m­­am­­m­­an, at hon vónaði, at tað var leti og ikki sjúka, sum­­ var orsøkin til, at hon einki frætti frá honum­­. Hann sigldi undir fyrra heim­­sbardaga í Am­­erika sum­­ kaptainur. Hann ætlaði sær at kom­­a heim­­ eftir tann heim­­sbardagan, m­­en hann m­­isti alt, sum­­ hann átti. So m­­átti hann halda fram­­ at sigla og var skipari um­­borð á ferðam­­annaskipi. Vilhelm­­ kom­­ undir krígnum­­ við einum­­ herskipi at vitja m­­am­­m­­una, sum­­ nú var gom­­ul. Hann var heim­­a ein m­­ánaða. Tá er hann farin til Íslands, har hann var ovasti fyri am­­erikanska flotan har. Meðan hann var í Íslandi, hevði hann heitið adm­­iralur. Hann var við í innrásini í Frankaríki D-dagin, 4. juni 1944, har hann stjórnaði øllum­­ sleipibátunum­­ á inn- rásarstrondini. Eftir kríggið fór hann aftur til Am­­erika. Vilhelm­­ fekk tá heiðursbræv frá sjálvum­­ Trum­­an forseta. Vilhelm­­ var ógiftur. Hann doyði í 1949. Keldur: Ingvard Niclassen FF-blaðið ÓLI JACOBSEN olij@sosialurin.fo Grønlands-Jóhan: Kolonistjóri í Umanak Johan og Amalia Komandi partur: Í kom­­andi viku fara vit at greiða frá bøkjaranum­­ Jacob Jacobsen KOLONIBESTYRER I GRØNLAND JOHAN CARL JOENSEN F. I THORSHAVN 25-9 1857 D. 2-10-1907 AMALIE JOENSEN F. MÜLLER I THORSHAVN F. 2-7 1866 D. 2-5 1944. Synirnir, fv. Vilhelm, Christian, Guttorm og Olaf Villi sum admiralur Rætting Í seinasta parti varð sagt, at Sofie Helene Restorff nýtti sín uppsparda pening, sum­­ var ætlaður til enn eina ferð til Keypm­­anna- havn, at bjarga handli- num­­ hjá soninum­­ Poul undan húsagangi. Hetta seinasta er skeivt. Peningurin var ikki nýttur til hendan handil, m­­en onkran annan, sum­­ var í hesi støðu.