Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 25. mars 2008 15 nøvn Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at Vilborg Vestergaard doyði á Landssjúkrahúsinum páskadag, 63 ára gomul Kistan fer úr sjúkrahúskapellinum mikudagin 26. mars kl. 17. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin 27. mars kl. 13. Familjunnar vegna Helena, Sonne, Flóvin, Elisabet, Páll og Steinbjørn Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri babba, verfaðir, abbi og langabbi okkara Óli Hansen Nes doyði og varð jarðaður. Takk til tykkum á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík, ið vóru um hann og vóru góð við hann, og øllum tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til prest og tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Vegna tey avvarðandi Eiler, Lis, Hannemi og Herolvur Nú fór grannakonan, Zacharia. Eingin skal um sín dag ganga, og hesin dagur liggur og bíðar øllum livandi á hesi Guðs grønu jørð. Ferðin hjá Zachariu gjørdist 64 ár. Hon var dóttir Astrid og Jógvan Eliasen. Zacharia giftist við Eriki 1964 og fingu tey Sunnleyg og Jaspur, sum bæði búgva í Fuglafirði. Tað, sum merkti Zachariu og mammu hennara, var trú­ festið. 1972 settu vit okk­ um niður her Norðuri í Gerði. Tá vóru Oluffa og Kjartan og Zacharia og Erik longu komin niðan higar at búgva. Ikki gloyma vit húgvuna, sum Astrid bant til Theodor Erling, tá ið hann var føddur. Alt var ein glóð afturat tí nýggja lívinum, har tú skuldi liva saman sum maður og kona. Væl vóru vit móttik­ in av grannalagnum og dagin, har spónurin var settur í útúrgravingina, bjóðaði Zacharia inn til ein duss, og mælti bros­ andi: “Vælkomin niðan higar at búgva!” Hesi fáu orð ljóma fyri okkum enn tann dag í dag, hóast 38 ár eru liðin síðani hesa løtu. Nærlagni, sum Zacahria hevði heimanífrá, merkti hana. Hon var so stak arbeiðssom, blíð og røsk. Ja, sælir vóru teir dagar, tá ið hoyggingin stóð fyri, og slótturin skuldi undir tak. Fyrstu árini var tað líggja­ songurin, sum á steini og undir bátabrýn í hoyna, legði lunnar undir morgun­ sangin. Seinni vóru tað sláimaskinurnar, sum mólu í túninum upp undir slóttin. Kjartan og Erik vóru snimma á fótum, at fáa gongd á hesi snurrandi kríatúrini. Í túninum stóð Zacharia ein góðan terra­ dag í litríkum fyrriklæði við rívuni upp í rógv . Avsett var, og var hon á ferð at raka upp. Hon steðgar á til eitt lítið prát. Rívuna hevur hon í hond­ ini, og hevur sett hana kló­ fasta í túnið, og stendur hon eins og ein klassisk standmynd við tindunum beint oman fyri kríllin. Soleiðis var eisini hending­ in, tá ið komið varð aftur at húsum í hoyna. Hetta vóru løturnar, sum fyri okkum, ið her búgva, var ein partur av gerandisdegn­ um í hoyggingartíðini. Børnini vóru við í hesum skaldakendu løtum. Her er myndin av hesum fólkum við Lerkarás ­ Oluffu, Kjartani, Haldori, Minu, Hansi og Zachariu. Nú eru tey øll farin undir grønutorvu. Friður veri við teimum. Bæði Erik og Zacharia hava verið íðin í sínum verki, og liggur teirra part­ ur ikki eftir, og væl hava tey stuðlað hvørt øðrum. Nú ein bági gav seg til kennar hjá Zachariu, stóð Erik trúgvur og treystur undir hennara lið, og var henni ein góður stuðul. Soleiðis fer hetta jarðiska lívið við okkum, men í hesum anda kunnu vit siga um Zachariu og hennara lokna verk, at hon gjørdi tað samvitskufult, tignar­ liga og dygdargott,: “Far inn til gleði Harra tíns og nýt friðin, tú trúgvi og góði tænari, tað hevur tú uppiborið!” Ærað veri minnið um Zachariu. Alexandra og Frits Minningarorð um Zachariu Eliasen, Fuglafjørður Zacharia millum móður og dóttir Brúdleyp Leygardagin 15. mars giftust í Keypmannahavn: Brynhild Absalonsen, Tórshavn, og Bogi Sivertsen, Norðdepil. Dagurin 25. mars. Mariumessa um várið. Til minnis um, at eingilin Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi bera frelsaran í heim (Lukas 1, 26­38). Leygarkvøldið, 5. apríl kl. 23, skipar Neistin fyri stór­ um dansikvøldi í høllini á Hálsi við trimum orkestrum. Høvuðsevnið er 70­árini og høvuðsnavnið hetta leygar­ kvøldið er Spaðar 5. Absurdy Fair úr Fuglafirði og KMS­band við Karl Martin Samuelsen spæla eisini til dans. Atgongumerki kostar 275 kr og fáast til keyps í Kunn­ ingarstovuni í Havn. Avmarkað tal. Aftur í 70-árini Lesið -so eru tit við!