týsdagur 25. mars 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 57 - 25. mars 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Her eru tvær myndir, sum
eru tiknar á Kongabrúnni í
Havn, onnur í 1928 og hin í
2005. Sum tað sæst, eru
stórar
broytingar
farnar
fram hesi 77 árini. Á ovaru
myndini er arbeiðið við
grótlaðingini
niðri
á
Ósanum um at vera liðugt.
Tann 22. mai 1929 kundu
bilar á fyrsta sinni koyra
millum Hotel Djurhuus og
Handilsforeingingina (í dag
Café Natúr). Húsini til
vinstru á ovaru myndini eru
Ísaksstova, sum varð tikin
niður í 1928.
Hini neystini, ella stovur
nar sum stóðu út eftir H.C.
Müllersgøtu, hvurvu í 1929
og 1930. Húsini hjá Carl á
Lag »Grøna pakkhús« sum
tey vórðu nevnd og sum
stóðu
framman
fyri
Handilsforeiningina vórðu
niðurtikin í 1969.
Sum tað sæst á niðaru
myndini, eru nakrar broyt
ingar farnar fram. Har sum
tey gomlu húsini út eftir H.
C. Müllersgøtu stóðu, blivu
í 1930 og 1931 bygd størri
og
samanhangandi
hús
ístaðin, og í 1929 verður
ein hædd bygd omaná Nóls
oyarstovu.
Á niðaru myndini sæst
eisini, at tey gomlu handils
húsini hjá C.C. Johansen (í
dag íslendska konsulátið)
og gamla Hotel Djurhuus
standa so gott sum óbroytt.
Bilarnir krevja sítt pláss,
sum tað framgongur á nið
aru myndini, har munandi
meira av koyrivegi er enn á
tí ovaru.
Ovara myndin: Esther Djurhuus
Niðara myndin: Birgar Johannessen
Kongabrúgvin í 1928 og 2005