Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 57 - 25. mars 2008 13 [Tú setur teg við telduna, eini boð støkka upp á skíggjan: tú hevur ólisin brøv í postkassanum; Per, Annika, Sofus, Anna Maria, Olivia, Jack og Rúni bjóða tær at kappast á Facebook, um hvat sum er, Clara minnir teg á, at tað nú er tín túrur at skriva eitt brot til framhalds­ søguna, shit, tað hevði tú gloymt, tíðindaskriv eru komin frá bólkum, tú er limur í: næstu vikuna lesa vit tað og tað bókina eftir tann og tann høvundin (hvør er tað?), tú hyggur á bókahillina: har standa bøkur, sum onkur á Facebook hevur við­ mælt, men tú kennir næstan ongan av høvundunum og tekstslagið hevur ongantíð sagt tær nakað, tú ritar út úr Facebook, ritar inn á blogguna (tín blogg? títt blogg?), skrivar ein stubba um leyst og fast frá í gjár, mín sann hevur onkur sent eina viðmerking til okkurt, tú hevur skrivað, ein spanióli, Alfonso, sum er uppvaksin á Isle of Man, men býr í Hollandi og dugir eitt sindur av týskum og russiskum. Tú ritar út úr blogguni (blogginum?), fert inn á kjak.fo; "Hvat er list?" er eitt kjakevni, tann ið spyr nevnir seg Erik Satie [sic]; har eru fleiri boð, ein ið nevnir seg WO skrivar, at føroyingar skilja ikki list (?), ein sum nevnir seg Frustreraði Olgar heldur, at alt er list, so víðari, tú ritar teg inn á secondlife.com, hevur eina avtalu har kl. 17.30 (tað er um seks minuttir); tú fært stundir at fara ein túr inn á bókasavnið at vita, um tey hava fingið nakað nýtt, mín sann, nú bjóðar bókasavnið eitt skeið í at leita á internetinum, nakrar nýggjar bøkur eru komnar, tú tekur niður tvær og goymir tær á tínum iPodi, so kanst tú lurta seinni, tá ið tú ert farin av; útkomin sært tú plakatir hanga allastaðni, sakin; her er eisini val, milliónir av borgarum í sencondlife.com skulu á val, fólkini á gøtuni eru øll vøkur og snøgg, ongin ov tjúkkur ella ov klænur, hey, har kemur Vanja, hann hevur keypt sær eina nýggjar Ray Ban brillur, hey, nú, tú hevur fingið nýggjar brillur, kul, hvar, ná, kann mann tað? ja, ja og so framvegis, og so fara vit í netball fríggja­ kvøldið, yes (var tað tá, mamma tín fylti?), tit hálsfevnast, bei, tú ritar út, fert inn á portalin fyri at dagføra teg um seinastu skoring­ arnar og leikarahandlarnar í Premier League og Primera Division, dettur um eina yvir­ skrift um ein einmansleik á Tjóðpallinum, ókey, hvat er tað? ná, tað er í býnum, ikki á netinum, tú sløkkir kagaran, hvat var tað nú, tú skuldi?] T á ið útvarpið hjá Kring­varpi­ num nú ein dag­in aftur visti at sig­a, at føroysk børn dug­a ikki nóg­ væl at lesa, og­ tá ið tey somu fólkini g­óvu tey somu svarini um, hví støðan er sum hon er (ov fáir tímar, ov illa útbúnir lærarar), undraði tað meg­ enn eina ferð, at ong­in spyr børnini, hví tey ikki tíma at lesa eins nóg­v og­ børn í g­rannalondum okkara. Kom tá í tankar mínar feskasta kanning­in av lesivanunum hjá føroyskum børnum, sum Solveig­ Debess, lekt­ ari í barnabókmentum, g­jørdi í 2006. Kanning­in fæst nú til láns á Landsbókasavninum, og­ við støði í henni ber til at g­era sær eina mynd av, hvørjar bøkur og­ hvørjar rithøvundar, føroyskum børnum dámar at lesa. I kki óvæntað lig­g­ja J.K. Rowling­ og­ bøkur hennara um Harry Potter ovast á øllum aldursstig­um. Næst Harry Potter kemur bíblian (!). Andalig­ar bókmentir telja sum heild nóg­v í kanning­ini, nóg­v meira í Føroyum enn í øðrum Norðurlondum. Í topp­10 listanum yvir mest lisnu bøkur og­ rithøvund­ ar eru eisini Skammara­bøkurnar hjá Lene Kaaberbøl, Narnia­ bøkurnar hjá C.S. Lewis og­ Ring­anna Harri hjá J.R. Tolkien. Felag­s fyri allar hesar bøkur, bíbliuna og­ aðrar andalig­ar bøkur, er, at tær sig­a frá veruleikum, har alt ber til, og­ har ein g­reiður boð­ skapur, ein moralur – ein peiki­ fing­ur – er tað, ið ber søg­unum uppi. Markið millum hitt g­óða og­ hitt ónda, millum okkum og­ hini, ofta eisini millum felag­sskap og­ einstakling­, er g­reitt og­ g­ivið. H esar bøkur eru spennandi og­ undirhaldandi, væl skrivaðar og­ væl týddar, men tær g­era ikki nakra roynd at bjóða lesaranum nakra lýsing­ ella tulking­ av g­erandisdeg­num hjá børnum og­ ung­um í 2008, og­ tí g­eva tær heldur ikki nóg­v rúm til lesaran sjálvan at brúka sín eg­na lærdóm til at g­era sær eina mynd av samtíðini, soleiðis sum hann ella hon sær hana. Sag­t við øðrum orðum: teir veruleikar, hesar best umtóktu bøkurnar bjóða, eru g­jørdir so einfaldir, at tann fløkti og­ samansetti g­erandisdag­urin – samtíðin – als ikki er at finna nakrastaðni í teimum. Alt g­ott um tað, talan er jú um tekstsløg­, sum ikki bjóða sær til at lýsa samtíð­ ina, og­ tí ber heldur ikki til at krevja tað av teimum. M en hvar eru so tær bøkurnar, sum royna at viðg­era samtíðina? Tær vit vanlig­a rópa realistisku bókmentirnar? Hví eru tær so lítið umtóktar millum føroysk børn og­ ung­? Áðurnevnda kanning­ vísir, at óg­vulig­a fáir føroyskir rithøvundar teljast í topp­ 10 hjá føroyskum børnum og­ ung­um yvir mest lisnu rithøvund­ arnar, rættari sag­t bara ein, nevni­ lig­a Heine Hestoy, sum við bóku­ num Summardáar (1995) og­ Reg­in og­ Sára (1991) lig­g­ur nummar fimm, ájavnt teir báðar Erling­ Ruud og­ Rick Warren og­ andalig­u bøkur teirra Neistin, andaktir fyri ung­ og­ Det målrettede liv. Sum heild er tað sera smátt við føroysk­ ari umboðan í listanum yvir best umtóktu bøkurnar, og­ tær, sum eru har, hava allar nøkur ár á baki. Har­ til er tað eitt eyðkenni fyri tær, at flestallar g­era ong­a roynd at lýsa samtíðina hjá føroyskum børnum og­ ung­um, men heldur skriva um støð, persónar og­ tilburðir, sum eru íspunnin. H etta er ikki ein kritikkur av nevndu bókum, flestu teirra eru væl skrivaðar og­ spennandi at lesa, hetta er bert ein staðfesting­ av nøkrum, sum eftir mínum tykki er ein trupulleiki í føroyskum bókmentum, og­ sum má takast í álvara, skal lesiførleikin hjá føroy­ skum børnum og­ ung­um fáast á eitt hæg­ri stig­. Fyri at vaksa um áhug­an hjá føroyskum børnum og­ ung­um at lesa, mug­u vit hava fleiri bókmentir, har lesarin finnur seg­ sjálvan aftur, har veruleikin er til staðar, har rúm er fyri samtíðini við øllum hennara samansettu trupulleikum og­ avbjóðing­um. Tað er hug­vekjandi og­ eitt sindur skelk­ andi at síg­g­ja í somu kanning­, at bert fimting­urin av mest lisnu bók­ unum millum børn og­ ung­ í Føroy­ um eru upprunaføroyskar bøkur, og­ av teimum eru í hæg­ru flokk­ unum helvtin av teimum bøkur, sum eru skrivaðar til vaksin. M íni ørindi eru ikki at g­era meg­ til forsprákara fyri nøkrum ávísum bókmentalig­um ráki ella nøkrum ávísum tekstslag­. Men eg­ haldi tað vera neyðug­t at vísa á hesa larmandi fráveru av føroyskum bókmentum, sum við­ g­era samtíðina. Ikki bara í barna­ og­ ung­dómsbókum, men eisini í bókum til vaksin. Trupulleikin er eftir mínum tykki so stórur, at almenni myndug­leikin átti at g­jørt okkurt munag­ott fyri at eg­g­ja føroyskum rithøvundum at skriva um samtíðina eisini. Veruleikin er í støðug­ari broyting­, og­ tað mesta av tí, sum hent er seinnu árini, er als ikki at finna í føroyskum bók­ mentum. Listin hevur altíð g­ing­ið á odda við at skapa hug­tøk og­ framsag­nir um tað, sum fer fram í tíðini, og­ tað hevur sjáldan verið størri brúk fyri tí enn júst í hesum døg­um, nú hvørt barn eig­ur sína eg­nu teldu, sín eg­na iPod og­ hevur óavmarkaða atg­ong­d til alla ta kunning­, tey kunnu ynskja sær. Hóast tað kann tykjast vónleyst og­ strævið at skula lýsa okkara eg­nu samtíð, mug­u vit ikki bara tora at g­era tað, men enntá krevja at tað verður g­jørt. S amspælið millum list og­ sam­ felag­ er eitt evni, sum heim­ speking­ar, listfrøðing­ar, samfelag­s­ frøðing­ar og­ onnur hava rannsakað í mong­ ár. Stundum hava eisini verið rák, sum beinleiðis hava sag­t seg­ hava uppskrift fyri, hvat g­óð list er, hvør uppg­ávan hjá listini eig­ur at vera og­ kanska serlig­a, hvat vánalig­ list er. Í dag­ kunnu vit lena okkum afturá og­ flenna eftir, hvussu tápulig­ tey vóru í eitt nú fyrrverandi Sovjetsamveldi­ num, har tað rætt og­ slætt ikki var loyvt at skapa nakað, sum kundi seta spurnartekin við tann veru­ leika, sum tey ráðandi vildu hava. Slík list kann illa rópast list yvir­ høvur, tá hon verður stýrd til at g­eva eina ávísa mynd – eina dreymamynd, eina hvørvisjón – av veruleikanum, sum verður dikter­ að uttaneftir, og­ ikki veruleikan soleiðis sum listafólkið sær hann. Slík list verður rópt kitsch, og­ júst hetta hug­tak hug­tók listfrøðing­ar sera nóg­v fyrst í 20. øld, tá ið stórar søg­ur sum kommunisman, fasisman og­ liberalisman/ kapitalisman, bardust um at fáa ræðið á listini fyri g­jøg­num hana at fortelja fólki, hvussu ræðandi veruleikin hjá hinum var, og­ hvussu g­óður veruleikin kundi verða, um hesi ráddu. H ug­takið fræls list var eitt meg­inhug­tak í romantikkini frá um ár 1800. Hug­sanin var, at listafólk skuldu verða leys av kong­svaldi, kirkju og­ ríkmonnum at skapa nýg­g­jar søg­ur úr bæði g­omlum og­ nýg­g­jum tilfari, og­ fall henda broyting­ saman við stórum vísindalig­um og­ tøknilig­um frambrotum, tað vit vanlig­a rópa ídnaðarkollvelting­ini. Bókmentir, list og­ mál blivu brádlig­a evni fyri g­ransking­, og­ frøðig­reinir sum bók­ mentafrøði og­ listfrøði vórðu brád­ lig­a sjálvsag­dar g­reinir á lærdum háskúlum í Evropa. Orsøkin var, at nýg­g­ja tíðin bar við sær spurning­ar og­ trupulleikar, sum ikki kundu forklárast við g­omlum dog­mum, og­ tí var neyðug­t at skapa nýg­g­j hug­tøk til nýg­g­ju tíðina. Og­ í hesum stríði g­ekk listin á odda. Í dag­ halda fleiri g­ranskarar, at vit aftur standa á einum veg­a­ móti, sum minnir um støðuna tá. Tað verður ført fram, at modernis­ man hevur havt sína stórtíð, og­ at vit nú eru á veg­ inn í eitt heilt nýtt tíðarskeið, sum krevur nýg­g­j hug­­ tøk – ein nýg­g­jan optikk – fyri at vit skulu kunna fáa eina fatan av tí, sum fer fram. Við baksýnis­ klókskapi sæst, at tað, sum fyrst í 19. øld kom í staðin fyri g­amlar dog­mur – trúarsetning­ar úr bæði kristindómi og­ klassisismu – var rationalisman og­ trúg­vin upp á framburð, serstaklig­a tøknilig­an og­ sosialan framburð. Í dag­ er torført at fáa eyg­a á nakran fram­ burð, nakra vón ella trúg­v upp á nakað einstakt, sum kann so at sig­a loysa av ella føra víðari mod­ ernaða virðisupploysta samfelag­ið. Ong­in hevur funnið nakað svar enn, og­ tað verður eisini av røttum spurt, um tað finst nakað svar. Í løtuni leikar hart stríð á millum heimsins stóru relig­iónir um rættin at diktera, hvør lív­ og­ til­ verufatan skal ráða. Eisini aðrar hug­sjónir bjóða seg­ fram, eitt nú dyrkanin av heilsuni, umhvørvis­ vernd og­ bardag­in móti yvirg­ang­i. Ong­in av hesum hevur tó ført fram nakað verulig­a nýtt, nakað sum kann lýsa okkara samtíð við nýg­g­j­ um optikki, og­ tað er her, listin eig­ur at kenna sína vitjanartíð, eisini bókmentirnar. Lat okkum fáa fleiri verk, sum tora at viðg­era samtíðina, uttan neyðturvilig­a at seta sær sum mál at hava svar upp á alt. Lat okkum fáa meiri list, sum sig­ur frá tí, sum ong­in annar miðil, ong­in annar stovnur, ong­in onnur koda, meg­nar at sig­a frá. Lat okkum fáa samtíðina inn í føroyska list, serstaklig­a inn í føroyskar bókmentir. Tá hevði áhug­in hjá føroyskum, ung­um sum g­omlum, fyri at lesa ivaleyst vaksið munandi, og­ lesiførleikin hevði kanska eisini blivið betri enn í dag­. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Tí tíma føroysk børn ikki at lesa Næstu ferð: Firouz Gaini: Vitan, vitan og meira vitan Tíðargreinin tíðargreinin Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð Formaður í Rithøvundafelagnum