Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 57 - 25. mars 2008 ] Orkan hjá báðum pørtum var uppbrúkt. Men eftir tríggjar knallharðar dystir vann Stjørnan FM- gullið í dysti við Neistakvinnurnar Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Gullrómurin hekk um alla høllina, tá liðini fóru inn á vøllin til triðju finaluna. Eftir at Neistin týsdagin í farnu viku hevði vunnið óvæntaðan sigur í fyrstu finaluni hevði Stjørnan annars staðið við rygginum móti múrinum. Og hóast tær sveiggjaðu seg langt upp, so gjørdist talan ongan tíð um nakran lættan sigur, tá liðini spældu næstu finaluna. Ársins dystur Neistin spældi nevnliga av øllum alvi fyri sínum møgu­ leika, og uttan at takan munnin ov fullan kann staðfestast, at áskoðararnir her gjørdust vitni til besta hondbóltsdystin á árinum. Ferðin varð frá byrjan sett í topp, og tó at Stjørnan fyri tað nógva átti munin, so megnaðu tær ikki veru­ liga at skræða seg leysar. Tað, sum kanska gjørdi seinasta munin, var, at Stjørnan í størri mun kundi skifta út í bakketuni, uttan at hetta órógvaði spælið alt ov nógv. Við Tvær ferðir Duritu og eina ferð Joan og Simonu kundi Henrik Gerster spakuliga roterað millum skjúttarnar hjá sær, og tað gav at bíta seinastu løtuna. Hjá Neistanum vóru ráðini ikki til tær heilt nógvu útskiftingarnar. Liðið spældi at kalla við somu manning alla tíðina. Í verjuni gekk hetta væl, men í álopsspælinum setti møðin av álvara inn seinastu løtuna. Meira enn Stjørnan, so mátti Neistin eisini stríðast fyri hvørjum tí einasta máli í dystinum. Antin við at hava ferðina somikið høga, at tær kundu spæla tunt. Og við Unn Kragesteen og Onnu Clementsen gekst væl at umseta møguleikarnar til mál. Ella við at bróta ígjøgnum knallhørðu verj­ una, og serliga hetta tók nógvar kreftir. Tá Ása á Neystabø og Nicoleta Radu Hansen í møði byrjaðu at fremja nøkur mistøk, eydnaðist Stjørnuni at leggja seg framum. Og hóast dysturin heilt leingi stóð á vippuni við støðuni 22­20, so var tað aftur Stjørnan, sum at enda skoraði avgerandi málið. Krútið uppi Tí gjørdist neyðugt við eini triðju finalu. Við tveimum málverjum, sum hildu fram við stórspælinum, sum varð sýnt leygardagin, komu løttu málini heldur ikki í hesum dystinum. Og yvir høvur var tað tungt hjá liðunum at skora. Hvørgin parturin megnaði á triðja sinni at lyfta ferðina á spælinum, og í verjuni varð framvegis tikið og givið av øllum lívsins kreftum. Tað var tó ein dyggur smeitur fyri Stjørnuna, at Joan M. Djordjevic tíðliga í dystinum noyddist av vøllinum, tá hon keikti sær fótin. Og so líðandi vann Neistin leiðsluna, sum Stjørnan hevði vunnið sær, aftur. Við hálvleiksstøðuna stóð teimum flestu greitt, at tann parturin, sum nú slapp avstað, setti sær kósina móti FM. Snøgt sagt, tí hvørgin parturin tóktist hava ta orkuna, sum skuldi til, um eitt come­back skuldi gerast í dystinum. Og so munnu tær bláu iðra seg um, at tær ikki tóku av teimum møguleikum, sum tær høvdu fyrstu løtuna eftir steðgin Neistin var kanska ongan tíð á odda í triðju finaluni. Men bæði við 9­9 og 10­10 átti liðið sínar stóru møguleikar. Men tá Lise Hjort Hansen hevði valt júst hendan dagin til at spæla sín besta dyst á árinum og millum annað Stríddu seg til gullið Eiga nú steypið FM­sigurin leygardagin var tann triði á rað hjá Stjørnuni. Tað vil siga, at tær nú eiga steypið, sum kappast hevur verið um í Sunset­deildini. Samstundis var hetta eisini fimti sigurin hjá Stjørnuni, síðani steypið varð latið, og tí høvdu tær tvær orsøkir til at siga, at tær nú eiga steypið. Ferðasteypið gerst nevnliga ogn hjá tí liðnum, sum vinnur annað hvørt fimm ferðir á rað ella tríggjar ferðir tilsamans. Besti dysturin í ár Lise Hjort Hansen, sum í ár hevur vart málið hjá Stjørn­ uni, var ovurfegin eftir sítt avrik leygardagin. – Tað var í øllum førum gott, at vit fingu tríggjar finalur, so eg fekk spælt meg ordiliga upp. Við trimum bjargingum og einum tiknum brotskasti kom eg væl ígongd, men tær blivu við at koma aftur. Men tá vit so fara fýra mál framum í seinna hálvleiki, visti eg, at dysturin var avgjørdur, segði Lise á kykmyndunum á portalinum eftir dystin. 2. finalan Stjørnan-Neistin 24-21 (13-12) 10 min: 4-5 20 min: 9-7 40 min: 17-16 50 min: 21-18 Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 9(2), Durita Cristoffersen 5, Joan Midjord Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein 3, Una Olsen 2, Anna Kristina Samson 1 Neistin: Unn J. Kragesteen 6, Rakul Augustinussen 5(4), Anja Heinadóttir 3, Anna Clementsen 3, Nicoleta R. Hansen 3, Ása á Neystabø 1 Brotskøst: Stjørnan 2, Neistin 4 Útvísingar: Stjørnan 4, Neistin 5 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen. 3. finalan Stjørnan-Neistin 17-13 (8-7) 10 min:3-0 20 min: 7-5 40 min: 12-10 50 min: 15-11 Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 6, Durita Ljósstein 3, Bára S. Klakstein 3, Durita Christoffersen 2, Una Olsen 2, Joan M. Djordjevic 1 Neistin: Anja Heinadóttir 3, Nicoleta R. Hansen 3(1), Unn J. Kragesteen 3, Ása á Neystabø 2, Elin Staksund 1, Rakul Augustinussen 1(1) Brotskøst: Stjørnan 3, Neistin 5 Útvísingar: Stjørnan 5, Neistin 4 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA Fagnaðurin var øgiligur, tá dysturin var av. Stjørnan kann triðja árið á rað rópa seg FM- vinnara, men uppgávan hesa ferð var harðari, enn hon hevur verið hini bæði árini Mynd: Bárður Lydersen