týsdagur 25. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 57 - 25. mars 2008 ]
Henrik Gerster vil
ikki siga, at hann
var bangin, eftir
at Neistin hevði
vunnið fyrstu
finaluna. Men
nervarnir gjørdu
sjálvandi um seg, tá
hann og Stjørnan
stóðu við rygginum
móti múrinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vóru mong, sum und
raðust, tá Henrik Gerster,
venjari hjá Stjørnuni, eftir
bara 11 minuttum av
triðju finaluni valdi at
taka timeout.
Fyrstu minuttirnar av
dystinum hevði Stjørnan
annars sitið á øllum, og
tær høvdu eina 30 leiðslu
móti einum Neistaliði,
sum als ikki tóktist vera
til reiðar at fara undir ein
triðja og avgerandi finalu
dyst.
Sjálvur segði Henrik
Gerster tó eftir dystin, at
grøna kortið ikki varð
nýtt í ónøgd sum so.
Tað var meira tað, at
vit undan dystinum høvdu
avtalað, hvussu álops
spælið skuldi koyra. Ikki
minst við at finna tey hol,
sum heilt víst fóru at vísa
seg í Neistaverjuni. Men
tann parturin av ætlanini
varð ikki fylgdur, og tað
ætlaði eg at rætta.
Vit eru eitt lið, sum
eru vanar at skora eini 10
15
kontramál,
men
Neistin dekkaði ótrúliga
væl upp í sínum returrenn
ingum, og tí gjørdust vit
kanska
eitt
sindur
frustreraðir.
Góð reklama
Og so helt Henrik Gerster
annars, at finaludystirnir
millum Neistan og Stjørn
una vóru ein ótrúliga góð
reklama fyri føroyskan
kvinnuhondbólt.
Dysturin í dag verður
avgjørdur
av
tveimum
ótrúliga góðum verjum og
tveimum ótrúliga góðum
málverjum. Sjálvandi eru
30 mál ikki nógv í eini fin
alu, men bæði liðini vardu
sera væl, og so høvdu
hinar
finalurnar
eisini
kostað nógvar kreftir. Vit
venjarar eru troyttir men
talt, og spælararnir eru tað
ikki minni fysiskt. So har
var avgjørt ikki nógv eftir,
tá
seinastu
minuttirnir
skuldu spælast. Og tá vóru
vit kanska tað lítla petti
sterkari enn Neistin.
Tit taptu fyrstu finaluna.
Vart tú ongan tíð bangin
fyri, at hetta fór at kiksa?
Nei, ikki sum so. Stóri
trupulleikin hjá okkum til
fyrsta dystin, at vit stórt
sæð hava spælt týdningar
leysar dystir nú í næstan
tveir mánaðir. Vit hava
eisini spælt illa, men stig
ini eru so komin til høldar
kortini. Og tí haldi eg ikki,
at spælararnir vóru til
reiðar at spæla eina finalu
móti Neistanum.
Hartil gjørdu vit eisini
somikið nógv mistøk í
dystinum í Havn, at tað
visti eg ikki kundi henda
aftur. Og at enda, so hava
vit í Stjørnuni ikki tapt ein
heimadyst nú í trý ár.
Áskoðararnir her norðuri
eru
heilt
fantastiskir
stuðlar í so máta, og tað
eru bæði spælararnir og
eg ótrúliga fegin um, segði
Henrik Gerster.
Annað árið á rað hevur Henrik Gerster vunnið bæði steypa-
og landskapping saman við kvinnunum hjá Stjørnuni
Mynd: Bárður Lydersen
Høvdu ryggin móti múrinum
Høllin málað reyð
Karmarnir kundu ikki verið betri, tá liðini fóru á
vøllin til triðju finaluna í Klaksvík leygardagin.
Fjeppararnir hjá Stjørnuni eru vanliga mælskir,
men hesa ferð høvdu tey ordiliga gjørt seg til,
soleiðis at desibellini skuldu fara enn longur upp.
Við ballónum og bannarum var høllin eisini pyntað
til gullveitsluna, sum varð sett ígongd longu ein
tíma undan dystinum, tá “Vi maler byen rød” hjá
Birthe Kjær varð sendir gjøgnum hátalararnar.
Kanska rættvíst
Hóast taptu finalurnar, so tóktist Ása á Neystabø ikki
heilt ónøgd um avrikið hjá Neistanum í finalunum. – Í
dag fáa vit ikki ordiliga glið á okkara spæl. Tað fáa tær í
størri mun, og so eydnaðist okkum ikki at taka tær aftur.
Kanska kostaði møðin eisini nakað, tí vit skulu renna so
nógv í okkara spæli, men eg haldi serliga, at tað var tað,
at spælið hjá okkum ikki koyrdi. Hinvegin er tað kanska í
lagi, at Stjørnan vinnur, um tú hugsar um, hvussu langt
tær vóru á odda. So tað skulu tær hava eitt hjartaligt
tillukku við, segði Ása á Neystabø.
bjargaði trimum brotskøst
um, stóð Stjørnan ímóti.
Fá mál
Og so gjørdust tað aftur
bakkarnir, sum avgjørdu
dystin. Durita Ljósstein tók
tist darvað av nervum, tá
hon tók við á miðjuni eftir
skaddu Joan. Men brádliga
hevði eisini hon eydnuna
við sær í gjøgnumbrotunum.
Og tá Joan so kortini
treiskaðist og kom á vøllin í
seinna hálvleiki, var neyð
uga breiddin aftur til staðar.
Tað var hon ikki hjá
Neistanum. Og 13 mál í
eini finalu siga væl nakað
um, hvussu trupul tær
høvdu við støðugt at bróta
seg ígjøgnum verjuna, eins
og at tær spældu móti einum
góðum málverja.
Hinvegin eru tað fá lið,
sum halda Stjørnuni niðri á
17. Og tað eiga bæði verja
og málverji hjá Neistanum
stóra æru av.
Neistakvinnurnar megn
aðu kanska ikki at basa
stórfavorittunum,
sum
vunnu eitt ruddiliga uppi
borið FMheitið. Men tær
bitu nakað nógv meira frá
sær, enn tey flestu roknaðu
við. Og saman við Stjørnuni
góvu tær ársins hond
bóltsgávu til áskoðararnar í
næstu finaluni.
Durita Christoffersen var aftur báðar dystirnar ein sannur brandur í verjuni hjá Stjørnuni. Og í
álopinum er hon heldur ikki eiðasør
Mynd: Bárður Lydersen