Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 57 - 25. mars 2008 ] Amager byrjaði við javnleiki Fremad Amager spældi í gjár fyrsta dystin í 2. Deild eystur eftir vetrarsteðgin. Dysturin var ímóti Greve, og spælt var á Amager. Anders Jochumsen skoraði tvey mál fyri Fremad Amager, men báðu ferðirnar svaraði Greve aftur. Eitt korter fyri leiklok fekk ein Greve-spælari reyða kortið, men hetta forðaði teimum ikki í at javna, eftir Fremad Amager helt seg hava gjørt sigursmálið seint í dystinum. Holst mátti lúta Lyngby stríddist væl og koma á odda í dystinum ímóti FC Midtjylland sunnudagin, men teir bláu noyddust at lúta, tá ið alt kom til alt. Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst spældi við hjá Lyngby frá byrjan, og hann var eisini við í uppspælinum til málið hjá Lyngby til 1-0. FCM kom tó fyri seg sum dysturin leið, og at enda hevði FCM skorað tvey mál og vann dystin. Eftir átta ár oyði­ markargongd fekk Neistin loksins aftur handað gull­ heiðursmerki, tá høvuðsstaðarfelagið vann tætta dystin á Skála leygardagin. Rómurin var øgiligur í høllini, tá Áki Mørk staðfesti sigurin, og viðhaldsfólkini vóru skjót út á vøllin at fagna sínum hetjum Hondbóltur Uni Holm Johannesen Tað hevur verið langt mill- um snapsirnar. Seinast var tað 22 ár, hesu ferð átta. Tá Áki Mørk í seinastu løtu staðfesti sigurin á 23- 21 móti StÍF á Skála leyg- ardagin, staðfesti hann sam- stundis fyrsta føroyameist- araheitið hjá Neistanum síðan aldarskiftið. Tað hev- ur ikki verið gerandisdagur í høvuðsstaðarfelagnum um páskini, nú Havnar býur er málaður bláur. Frálíkt ung- dómsarbeiði seinastu árini undir leiðslu av núverandi venjaranum hjá StÍF, Claus Rasmussen, løgdu lunnar undir væl eydnaða kapp- ingarárið í ár. Claus Ras- mussen kundi tó einans hyggja at sínum fyrrverandi liðfeløgunum, sum leygar- dagin fegnaðust um gull- heiðursmerkið. Seinni finaludysturin á Skála lýsti væl kappingar- árið hjá Neistanum. Teir hava runnið aftaná StÍF í øllum kappingarárinum, og soleiðis var leikgongdin eis- ini leygardagin. Í seinasta takinum vísti tað seg, at bláu havnarmenninir fóru avstað við øllum og kunnu nú rópa seg nú føroyameist- arar í manshondbólti 2008. Heimaliðið tamarhald á Tað hevur helst ofta kenst svárt hjá Sveini Justinussen at spælt hondbólt. Hann hevur seinnu árini staðfest sítt pláss millum teir bestu hondbóltsleikararnar, sum Føroyar hava uppalt. Hann hevur eginleikan at avgera dystirnar, og nær um hvørt vikuskiftið hevur hann avgerandi týdning, tá StÍF sigrar. Mótstøðuliðini halda tí ofta eitt vaki eyga við landsliðsleikaran, og hetta var sjálvsagt við í upplegg- inum hjá Neistanum. Teir mansvardu Svein Justinus- sen í stórum løtum av dyst- inum, og hetta tók broddin av atsóknunum hjá heima- liðnum. Neistin legði bragd- ligari fyri, og ein vælleik- andi Jugoslav Djumic var ein støðug hóttan. StÍF ress- aðist við aftur og vann sær eina lítla leiðslu. Heimaliðið hevði tamarhald á verju- partinum, meðan skjúttarnir tóku av møguleikanum, tá skjótast skuldi á málið hjá Jacob Larsen. Teir av skála- fjørðinum vóru á odda í hálvleikinum við 13-11. Neistin avgjørdi Neistin vann fyrra dystinum millum liðini við einum máli. Javnleikur var tískil nóg mikið hjá høvuðsstaðar- felagnum. Við geyðlandi áskoðarunum í rygginum og frálíka útgangsstøðinum komu havnarmenninir inn til seinna hálvleik sum eitt ódnarveður. Teir vunnu seg skjótt á javnt, men so steðgaði fullkomiliga upp. Ikki einans hjá Neistanum, men eisini á heimaliðnum. Málverjarnir vóru ongantíð settir undir veruligt trýst, og teir tóku sær lættiliga av forkølaðu skotroyndunum. Tað tóktist, sum tað brádliga kom leikararunum til hugs, hvør týdningur lá handan seinastu minuttunum. Send- ingarnar vóru óneyvar, og nógv óneyðug mistøk vóru. Líka til, at leikandi venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, tók ábyrgd. Hann bankaði bóltin framvið Marian Cirlo- ganescu til støðuna 20-19, og bláu fjepparnir kókaðu. StÍF royndi at svara aftur, men teir megnaðu ongantíð at seta Neistan undir veru- ligt trýst. Tá Áki Mørk í síðsta minuttinum staðfesti sigurin á 23-21 var eingin ivi. Eftir átta ára bíðitíð er Neistin aftur føroyameistari. Hóast Claus Rasmussen byrjaði stóra arbeiðið í Neistarnir fuku á Skála Talan var um eina harða uppgerð, har liðini fylgdust stóran part av dystinum, men í síðsta enda var tað Neistin ið var omaná Mynd: Álvur Haraldsen