týsdagur 25. mars 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 57 - 25. mars 2008 ]
Rógvi í La Manga
Norska felagið Hødd fór um vikuskiftið til Spania at leggja
seinastu hond á fyrireikingarnar til kappingina. Í La Manga vóru
25 hitastig, tá ið spælararnir komu sunnudagin, og tað verður í
góðveðrinum, at Hødd skal venja og spæla venjingardystir næstu
vikuna. Ætlanin er at venja tvær ferðir um dagin, og dystir verða
eiini ímóti Nybergsund og LøvHam, sum eisini hava leitað sær
suður eftir at venja undan norsku kappingini.
Vil hava langar bóltar
Vøllirnir í Danmark eru ikki av teimum bestu, nú
landskappingarnar byrja aftur, og tað hevur eisini
avleiðingar á spælið hjá feløgunum. Fleiri av liðunum
hava givið upp at spæla polerað fótbóltsspæl hesa ársins
tíð og senda heldur langar bóltar fram á vøllin. Tað var
eisini uppskriftin hjá OB, sum vann ímóti AGF
sunnudagin. - Tá ið tú koyrir bil, koyrir tú eftir
umstøðunum, og soleiðis er eisini við fótbólti. Í dag
spældu vit ov fáar langar bóltar fram á vøllin, segði OB-
venjarin Lars Olsen eftir dystin.
Tvey silvurmerki
gjørdist úrtøkan hjá
StÍF, sum annars í
stórum pørtum av
árinum hevur sæð út
sum besta mansliðið í
landinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
Saman við spælarum sínum
mátti
Claus
Rasmussen
standa sum áskoðari til fagn-
aðin hinumegin miðlinjuna,
har Neistin og fjepparar
teirra fagnaðust um FM-
gullið.
Men hóast vónbrotið, so
var Claus Rasmussen skjót-
ur at ásanna, at árið í ár ikki
skuldi verða teirra ár.
- Vit mugu bara ásanna,
at vit ikki raktu dagin. Og
tað kundi verið líkt til, at
liðið ikki er nóg væl fyri til
slíkar dystir. So mentalt
hava vit nakað at arbeiða
við til næsta ár, segði Claus
Rasmussen í løtuni eftir
dystin.
- Men eg eri keddur um,
at vit bara skora 21 mál í
dag. Tað er for lítið og er
snøgt sagt ikki nóg gott.
Men spælið var kanska
heldur ikki so gott í dag,
sum tað kann verða frá hes-
um báðum liðunum?
- Tað koyrir for tungt. Vit
ivast á vøllinum, og vit gera
ikki arbeiðið liðugt, soleiðis
sum vit ætlaðu. Og tað er
eitt sindur keðiligt.
Ov nógvir
lættir dystir
Ein vansi hjá StÍF hevur
helst verið, at liðið í nógvar
vikur var púrasta víst í
finalusessinum. Spurning-
urin var bara, um tað var
Neistin ella Kyndil, sum
skuldi verða mótstøðuliðið,
og tað heldur Claus Ras-
mussen eisini hevur ávirkað
hansara menn.
- Tað hevur tað heilt víst.
Onkran dyst nú móti end-
anum vunnu vit eini 43-19,
og tí hava vit ikki verið uppi
í nóg stórum tempo seinastu
tíðina. Og so er tað trupult
at umstilla teg til knappliga
at spæla móti einum liði,
sum vil spæla hondbólt og
sum vil vinna. Og tað megn-
aðu vit ikki.
Tað slepst ikki undan, at
Claus eisini eigur sín lítla
lut í gullinum hjá Neistan-
um. Bæði í fjør og í fyrra-
árið var hann venjari hjá
einum ungum Neista-liði,
og ætlanin var alla tíðina, at
tað arbeiðið skuldi geva
úrslit í ár.
Men sjálvur vildi Claus
tó ikki taka nakað av heiðri-
num frá Inga Olsen, sum er
venjari hjá Neistanum.
- Neistin hevur gjørt tað
gott. Teir hava arbeitt ótrú-
liga hart saman við Inga, og
tað er hetta arbeiðið, sum
hevur borið teir á mál. Men
tað er sjálvandi stuttligt hjá
mær at síggja, at fleiri av
spælarunum, sum eg vandi
í tvey ár, nú eru við hjá
meistarunum, sigur Claus
Rasmussen.
Neistin var fullkomi
liga í upploysn í
seinna hálvleiki,
men stórbjargingar
frá Jacob Larsen
høvdu við sær, at
havnarfelagið tók
fyrsta fetið í FM
stríðnum
Hondbóltur
Uni Holm Johannesen
Neistin tók skírishósdag
fyrsta fetið móti FM-heitin-
um, tá teir koppaðu StÍF í
fyrstu finaluni, sum var í
høllini á Hálsi. Havnar-
felagið vann 24-23, eftir
hálvleiksstøðuna 18-13.
Teir bláu úr høvuðsstað-
num vóru væl omaná í fyrra
hálvleiki, og so líðandi
øktist munurin millum lið-
ini. Tá farið varð til hálv-
leiks, var Neistin á odda við
fimm málum, og lunnar
vóru av álvara lagdur undir
ein tryggan sigur.
Í seinna hálvleiki fór
Neistin fullkomiliga í upp-
loysn, meðan StÍF av álvara
reistist aftur. Heimaliðið
skoraði bara eina ferð fyrstu
14 minuttirnar eftir hvíld-
ina, og tá Danni Syhler átta
minuttir fyri tíð skoraði
eftir snarálop vóru gestirnir
brádliga á odda við einum
máli – 21-22.
Men stórbjargingar frá
danska málverjanum, Jacob
Larsen, høvdi við sær, at
Neistin ressaðist við aftur. Í
síðstu sekundunum vardi
hann fyri roynd frá David
Edvardsen, sum slapp leys-
ur, og so var frøin stór á
heimafjepparunum. Neistin
vann við 24-23, og høvdu
eitt frálíkt útgangsstøðið
áðrenn seinnu finaluna á
Skála leygardagin.
Størsta partin av
árinum hevur Áki
Mørk sitið skaddur
á Neistabeinkinum.
Men tá mest stóð
á, var hann maður
fyri at taka ábyrgd í
avgerandi løtunum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fram um flestu av hinum
spælarunum á vøllinum, so
var Áki Mørk stóri profil-
urin, tá seinna FM-finalan
millum StÍF og Neistan
stóð á skránni.
Eftir bert tveir dystir av
kappingarárinum var annars
líkt til, at hetta var av fyri
hansara viðkomandi. Ein
argandi menisk-skaði fekst
ikki í rættlag, og tey flestu
høvdu helst avskrivað spæl-
aran.
Í fýra av seinastu fimm
dystunum hevur hann tó
verið aftur á liðnum, men
hann vildi ikki leggja tað
heilt nógva í, at hansara
týdningur var so stórur í
finaluni.
- Tað at hava verið skadd-
ur í fýra mánaðir, men so
kortini sleppa at spæla
finalu. Tað er fantastiskt.
Hvussu nógv mál eg so
skorið, hevur minni at siga.
Bara liðið vinnur, og tað
gjørdu vit.
- Marian gjørdi tað annars
til ein sera truplan dyst hjá
okkum. Men vit standa
eisini væl í verjupartinum,
og vit eru ongan tíð meira
enn tvey mál aftanfyri. Vit
hanga í teimum alla tíðina,
og so eru vit kaldari í
avgerandi løtunum.
Høvdu ráð til
niðurtúrin
Leingi sá annars út til, at
Neistin als ikki skuldi verða
partur av finaluni. Hóast
góðu byrjanina upp á kapp-
ingarárið, so hótti Kyndil
meira og meira, sum vikur-
nar gingu í 2008. Men tað
sær kortini ikki út til at vera
nakað, sum hevur nervað
bláa liðið serliga nógv.
- Eg vil heldur siga tað
so, at vit høvdu ráð til ein
lítlan niðurtúr. Góða byrjan-
in gav okkum eina greiða
leiðslu, og tí vóru vit betri
fyri í endaspurtinum. Og
sjálvir hava vit alla tíðina
trúð upp á okkara møgu-
leika. Tað liðið, sum vit
hava, er somikið gott, at vit
eiga at trúgva upp á tað.
Og tá tit so veruliga komu
ígongd, hildu tit kanska, at
sigurin í finaluni var heilt
nær?
- Ja. Ein og hvør sigur
ber meira sjálvsálit til liðið.
Og tí vistu vit, at vit kundu
gera tað. Og tíbetur eydnað-
ist tað okkum eisini, sigur
Áki Mørk.
Áki kom, sá og sigraði
Jacob Larsen bjargaði Neistanum
Ikki klárir til finalurnar
felagnum fyri árum síðani,
so fekk hann einki gull-
heiðursmerki fyri sítt avrik
hendan dagin. Ingi Olsen
hevur leitt liðið seinasta
fetið, og høvuðsstaðarfelag-
ið kann nú lata seg fagna.
Teir hava runnið aftaná StÍF
seinastu mánaðirnar, men
tá tað stóð á var vunnu teir
uppiborið. Viðhaldsfólkini
runnu alt fyri eitt inn á vøll-
in at heiðra sínum hetjum,
og rómurin var øgiligur, tá
Karl Odmar Rasmussen tók
ímóti steypinum.
Neistin er aftur á ovastu
rók í føroyskum manshond-
bólti, og vit á Sosialinum
ynskja teimum tillukku.
Drúgvu royndirnar hjá Inga Olsen komu væl við hjá Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Áki Mørk hevur sitið nógv uttanfyri, men var á vøllinum til
finalurnar
Mynd: Álvur Haraldsen