Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 57 - 25. mars 2008 ] Solbakken hevði skorað FC Keypmannhavn hevur fleiri framúr góðar álopsspælarar í sínum hópi, men teir hava trupult við at gera mál í løtuni. Sunnudagin skapti FCK nógvar kjansir í dystinum ímóti AC Horsens, men bert einaferð skoraðu teir. - Vit spæla ein sera góðan dyst í dag. Vit høvdu eitt hav av málmøgulikum, og tað er strævið at standa uttanfyri og síggja spælararnar brenna ein kjans fyri og annan eftir. Serliga tá ið eg sjálvur hevði sparkað allar í málið, segði FCK-venjarin Ståle Solbakken eftir dystin. Getafe fingið landsliðsspælara Getafe hevur nú fyri fyrstu ferð fingið ein spælara hjá sær úttiknan til spanska landsliðið. Tað er 22 ára gamli miðvallarspælarin Ruben de la Red, sum hevur fingið landsliðsboð eftir sera góð avrik í hesum kappingarár- inum. - Úttøkan er eitt týdningarmikið stig hjá de la Red, og hann hevur tað uppiborið eftir eitt sera gott kappingar- ár, sigur Getafe-venjarin Michael Laudrup. STJØRNUSKOT o Gullrómurin hekk um alla høllina, tá triðja finalan varð spæld leygardagin. Áskoðararnir vóru alspentir, leikararnir tað teir høvdu eftir í sær, men hóast hetta kom triðja finalan ongantíð upp í sama gear sum tær báðar undanfarnu. Tað ávirkaði tó ikki gullrúsin eftir dystin, har áskoðarar og leikarar lótu bæði kenslur og champagnu floyma Myndir: Bárður Lydersen