týsdagur 25. mars 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 57 - 25. mars 2008 ]
Atli mátti gevast av kava
Danska felagið Frem skuldi í gjár spæla fyrsta dystin í donsku 1.
deild eftir vetrarsteðgin. Frem var farið Nykøbing Falster at
spæla, og dysturin var eisini settur í gongd. Men so fór at kava, og
tá ið eitt korter varð farið av dystinum, steðgaði dómarin
leikinum. Tá hevði Frem lagt seg á odda 1-0, men Atli Danielsen
og liðfelagarnir mugu spæla nýggjan dyst. DBU skal gera av, um
heilt nýggjur dystur verður spældur, ella um dystur verður
uppafturtikin við støðuni 1-0 til Frem.
Schmeichel vil spæla
Danski málmaðurin Kasper Schmeichel sleppur ikki á
liðið hjá Manchester City, og hann hevur tí verður
leigaður til Coventry í næstbestu ensku deildini. Har
gongur tað strúkandi hjá Schmeichel, sum um vikuskiftið
varð kosin til besta spælaran í dystinum ímóti
Southampton. - Eg má tosa við Manchester City fyri at
vita, hvat fer at henda við mær. Tað kann verða, at eg
verði noyddur at rýma úr felagnum fyri at sleppa at
spæla, sigur 21 ára gamli Schmeichel við enskar
fjølmiðlar.
g NEISTAROK
Eftir tættan og sera spennandi finaludyst,
eydnaðist tað unga Neistaliðinum at basa
sigursvandu strandingunum á heimavølli.
Fagnaðurin var øgiligur, leikarar og viðhaldsfólk
hálsfevndust, trummurnar rungaðu,
sigurssangur varð sungin og fagnaðarrópi
fyltu høllina, meðan Neistamenninir fingu
gullkrónurnar hongdar um hálsin
Myndir: Álvur Haraldsen