týsdagur 25. mars 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 57 - 25. mars 2008 ]
Eingin AaB’ari á landsliðið
Oddaliðið í superliguni eigur ongan danskan landsliðsspælara í
fótbólti, og tað eru teir misnøgdir við. Landsliðsvenjarin Morten
Olsen hevur úttikið fleiri spælarar úr donsku kappingini, og
millum annað eigur Brøndby fýra landsliðsspælarar, men eingin úr
AaB verður mettur nóg góður til landsliðið. - Eg undrist storliga,
at landsliðsvenjarin framhaldandi sær burtur frá AaB-spælarum.
Hann tekur í øllum førum spælarar av Sælandi fram um okkara,
sigur ítróttarstjórin Lynge Jakobsen, sum heldur, at AaB hevur fýra
landsliðskandidatar á sínum liði.
Claus fekk javnleik
Blackpool hevur fingið góð úrslit í næstbestu ensku
fótbóltsdeildini seinastu vikurnar, og hetta
vikuskiftið spældu teir javnleik á útivølli ímóti
Stoke. Góð 20.000 fólk hugdu eftir dystinum, og
Claus Bech Jørgensen var við hjá Blackpool allan
dystin. Blackpool liggur sum nummar 16 av 24
liðum í deildini, og nú eru seks dystir eftir at spæla í
hesum kappingarárinum.
Steypavinnarin frá í fjør
sendi FM vinnaran úr
kappingini, og 07 Vestur
vann nýuppgerðina
ímóti Víkingi, meðan
hini úrslitini vóru, sum
tað kundi roknast við
í kappingini um Løg
manssteypið, ið er tarnað
av vetrarveðrinum
LØGMANSSTEYPIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað er nógv, sum bendir á, at
fjórðingsfinalurnar í kappingini um
Løgmanssteypið ikki fara at verða
avgreiddar, áðrenn fyrsta umfarið í
landskappingini verður á skránni
um vikuskiftið. Um tað fer at bera
til at spæla landskappingardystir
um vikuskiftið.
Kavin fjalir fótbóltsvøllirnar, og
tað kann væl vera, at tað ikki fer at
bera til at spæla steypadystir í hesi
vikuni.
Fýra javnleikir
Í fýra av átta fjórðingsfinalum var
neyðugt við longdari leiktíð, og Eyst-
uroy, sum eigur helmingin av fel-
øgum í Formuladeildini, eigur ong-
an heimavøll í fjórðingsfinaluni.
Niðurflytararnir úr AB vitjaðu
niðurflytararnar í VB/Sumba. Rúni
Elttør, sum áður hevur spælt í eitt
nú KÍ, B36, ÍF og í Vágum, roynir
seg í ár í AB, og byrjanin hjá
honum var góð. Rúni legði AB á
odda í 1. hálvleiki, men veteranurin
Dan Djurhuus javnaði, so tað var
neyðugt við longdari leiktíð, og tá
var tað Magnus Jakobsen, sum
skoraði AB sigursmálið.
TB í 1. deild hevði á heimavølli
stórar trupul-leikar at fáa bilbukt
við MB í 2. deild. Elfinn Ørvarodd
legði MB framum í fyrsta álopin-
um eftir steðgin. Tólv minuttir
undan leikloki eydnaðist tað endi-
liga TB at javna. Í longdu leiktíðini
var eingin ivi, hóast TB var undir-
mannað, og at enda vann heima-
liðið 6-1.
Í Sørvági hittust nýggjastu feløg-
ini í føroyskum fótbólti, 07 Vestur
og Víkingur. Formulaliðið Víkingur
varð varpað út steypakappingini av
1. deildarliðnum 07 Vestur. Tór-
Ingar Akselsen, sum eftir fleiri ár í
HB aftur er fluttur vestur í Vágar,
legði heimaliðið framum, tá ið tað
restaðu 20 minuttir, og tíggju min-
uttir seinni javnaði Adrian Joensen,
sum fyri fyrstu ferð spældi týdning-
armiklan dyst á Formulaliði.
Í longdu leiktíðini var málleyst,
og í brotssparkskappingini vóru
vágamenn væl neyvari og vunnu
brotssparkskappingina
4-2
og
harvið samlað 5-3.
B68 var á vinnarakós í fyrstu
týdningarmiklu
styrkisroyndini
eftir uppflytingina. Miðvallarin
Jann Ingi Petersen skoraði upp á
brotsspark tíðliga í 2. hálvleiki,
og so stríddist B71 fyri at javna.
Clayton Soares javnaði, tá ið tað
restaðu tveir minuttir, og tá ið
longda leiktíðin bara var ein min-
utt gomul, skoraði U21 landsliðs-
spælarin Rasmus Nielsen sigurs-
málið fyri B71.
Tepurt í Streymnesi
Nummar eitt og tvey í lands-
kappingini, NSÍ og steypavinnarin
EB/Streymur, spældu í Streymnesi.
EB/Streymur hevði fríska lotið,
sum var í 1. hálvleiki, undan, og
Hans
Pauli
Samuelsen
sendi
beinanvegin hornaspark beinleiðis í
NSÍ málið.
NSÍ var fitta løtu í 1. hálvleiki
leikliga omaná, men gestirnir
megnaðu ikki at spæla seg til
upplagdar møguleikar. Eftir steðg-
in var so at siga stilli. Burtursæð
frá fýra vandamiklum hornaspørk-
um á rað tíðliga í seinna hálvleiki,
var EB/Streymur oman á, men
fleiri mál komu kortini ikki.
Skála tykist hava manningartrot.
Tað sást eitt nú í, at John Petersen
var fremsti maður ímóti B36 í
Gundadali. B36 vann 1-0, og tað
var Bergur Midjord, sum skoraði,
eftir at vongverjin í høgru, Ásbjørn
V. Gunnarsson, hevði lagt innfyri úr
høgru.
Hjá KÍ var talan um avgreiðslu-
sigur í Gundadali ímóti Fram. HB
noyddist at stríðast meiri fyri sínum
plássi í fjórðingsfinaluni í Fugla-
firði. Í 1. hálvleiki bendi einki á, at
tað skuldi gerast spennandi. Jákup
á Borg streyk ígjøgnum í høgru og
skoraði til 1-0, og lítla løtu seinni
økti Andrew av Fløtum til 2-0, eftir
at Andras Gango hevði hálvbjargað
roynd úr vinstru frá Christiani
Høgna Jacobsen.
Tá ið Andrew av Fløtum við
brotssparki eftir hands hevði økt
til 3-0, kendist tað sum um, at HB
hevði tryggjað sær plássið, men
ÍF vildi tað øðrvísi. Fuglfirðingar
yvirtóku spælið, og teir høvdu
fleiri málmøguleikar, men tað end-
aði 3-2 til HB. Bæði ÍF málini
skoraði Áki Petersen upp á brots-
spark.
Kavin er argasti fíggindin
Steypavinnararnir
sendu Føroyameist
aran úr kappingini
um Løgmanssteypið
Mynd: Sofus D.
Johannesen
1. umfar - 20. mars
EB/Streymur-NSÍ 1-0 (1-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen 4.
VB/Sumba-AB 1-1 (0-1) 1-2 eftir longda leiktíð
0-1: Rúni Elttør
1-1: Dan Djurhuus
1-2: Magnus Jakobsen
TB-MB 1-1 (0-0) 6-1 eftir longda leiktíð
0-1: Elfinn Ørvarodd 46.
1-1: Bárður Dimon 78.
2-1: Bárður Dimon 98.
3-1: Aaron Sørensen 108.
4-1: Krzystof Popczynski 111.
5-1: Krzystof Popczynski 115.
6-1: Dan Mortensen 119.
Reytt kort: Tórður Mortensen TB 90.
07 Vestur-Víkingur 1-1 5-3 eftir longda leiktíð og
brotssparkskapping
1-0: Tór-Ingar Akselsen 69.
1-1: Adrian Joensen 79.
brotsspørk
2-1: Silva Braga
2-2: Niclas Niclasen
3-2: Jovan Panic
3-3: Kaj Ennigarð
4-3: Ingi Ole-Jacobsen
Sølvi Vatnhamar misnýtti
5-3: Tór-Ingar Akselsen
Atli Gregersen misnýtti
Reytt kort: Gunnar Haraldsen 07 Vestur 112.
B71-B68 1-1 (0-0) 2-1 eftir longda leiktíð
0-1: Jann Ingi Petersen br 55.
1-1: Clayton Soares 88.
2-1: Rasmus Nielsen 91.
22. mars
ÍF-HB 2-3 (0-2)
0-1: Jákup á Borg 31.
0-2: Andrew av Fløtum 34.
0-3: Andrew av Fløtum br 73.
1-3: Áki Petersen br 76.
2-3: Áki Petersen br 81.
Reytt kort: Fróði Benjaminsen HB 81.
Fram-KÍ 1-4 (0-2)
0-1: Jósup Henriksen 22.
0-2: Jósup Henriksen 36.
0-3: Kristoffur Jakobsen br 73.
0-4: Kristoffur Jakobsen 78.
1-4: Jørgen Meitilberg 83.
B36-Skála 1-0 (1-0)
1-0: Bergur Midjord 23.
Fjórðingsfinalur
07 Vestur-B36
B71-AB
EB/Streymur-KÍ
HB-TB
LØGMANSSTEYPIÐ