týsdagur 25. mars 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 25. mars 2008
29
Stutt Sagt
24 ár fyri
njósning
Amerikanski verkfrøðing
urin Chi Mak, sum er
føddur í Kina, varð í gjár
dømdur 24 ára fongsul fyri
at hava roynt at selja Kina
amerikanska vápnatøkni.
Tann 67 ára gamli Chi
Mak arbeiddi fyrr hjá
fyritøkuni Power Paragon,
sum ger ymsa tøkni til
amerikanska kavbátaflot
an. Fyri trimum árum síð
ani bleiv hann tikin, eftir at
agentar hjá amerikonsku
samveldisløgregluni FBI
høvdu steðgað beiggja
hansara og konuni, sum
skuldu við einum flogfari
til Kina. Í viðføri teirra
fann løgreglan tríggjar
fløgur við upplýsingum
um loyniliga kavbátatøkni.
Vænta ágang
frá ETA
Myndugleikarnir í Spania
hava illgruna um, at tað
var baskiski loysingar
felagsskapurin ETA, sum
beindi fyri einum polit
ikara fyrr í mánaðinum,
og myndugleikarnir bera
ótta fyri, at drápið kann
vera byrjanin til eina røð
av
atsóknum.
Alfredo
Perez Rubalbaca, innan
ríkisráðharri, sigur við
útvarpsstøðina
Cadena
Ser, at spanska fólkið
eigur at fyrireika seg til
eitt langt tíðarskeið við
ágangi frá ETA. Sambært
ráðharranum er baskiski
felagsskapurin ikki so
sterkur nú sum fyrr, men
at ETA kortini er førur
fyri at søkja at nógvum
málum.
Var við barn
Tann 57 ára gamla bretska
kvinnan Susan Tollefsen
fekk herfyri tey boð frá
lækna sínum, at tað tíverri
var hugsandi, at hon hevði
fingið
krabbamein.
Kvinnan
gjørdist
sum
vera man ólukkulig, men
her kom sanniliga vend í
kenslurnar, tá kanningar
avdúkaðu, at hon var við
barn. Blaðið Daily Mail
skrivar, at Susan Tollefsen
og maður hennara hava
leingi roynt at fáa eitt
barn, men uttan úrslit. Tey
vóru tí ovurfegin um boð
ini. Sambært Daily Mail
hevur Susan gingið so
leingi við barninum, at
tað verður tikið við keis
araskurði í næstu viku.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- So leingi eg eri forseti, fari eg gera mítt til, at okkara
falnu hermenn í Irak ikki hava latið lív til fánýtis
George W. Bush
útlond
Fyrrverandi demo
kratiska forsetaevnið
Bill Richardson mæl
ir Hillary Clinton
til at gevast við
valstríðnum
Páskavikan royndist ikki
væl hjá Hillary Clinton.
Fyrst fekk hon at vita, at hon
fær ikki umval í Michigan.
Hon vann valið har, men
demokratiski
flokkurin
viðurkennir ikki valið, tí tað
bleiv framskundað.
Verri varð, tá fyrrverandi
demokratiska forsetaevnið
Bill Richardson kunngjørdi,
at hann styðjar Barrack
Obama. Eygleiðarar siga,
at hetta var eitt skot fyri
bógvin hjá Hillary Clinton,
og tað gjørdi ikki støðuna
betur, tá fyrrverandi for
setaevnið mælti henni til at
gevast við valstríðnum.
Valdysturin er óheppin.
Har eru í heilum persónlig
álop, og tað má fáa ein
enda, segði Bill Richardson
við Fox News um vikuskift
ið. Hann er guvernørur í
New Mexico og var orku
málaráðharri
hjá
Bill
Clinton. Men hetta seinasta
tykist ikki hava bundið
hann at Clintonnavninum.
Demokratarnir eiga at
taka seg saman um tann,
sum hevur fingið flestar
valmenn, og sum hevur
vunnið í flestu statum, segði
Bill Richardson og sipaði
til Barrack Obama.
Politiskir eygleiðarar í
USA siga, at tað verður
tungt hjá Hillary Clinton at
fáa Barrack Obama aftur.
Hinvegin er greitt, at heldur
ikki Obama megnar at fáa
teir neyðugu 2.024 val
menninar,
og
tí
fellur
avgerðin ikki fyrr enn á tí
endaliga uppstillingarfund
inum hjá flokkinum. Partar
av demokratiska flokkinum
hava skotið upp at halda
eyka landsfund í summar
og at velja tað endaliga
valevnið tá.
Um nakrar dagar fara
kanadiskir veiðimenn
aftur at veiða kóp í St.
Lawrenceflógvanum.
Mótstøðufólkini hava
fyrireikað seg
Kanadisku myndugleikarnir
hava gjørt av at loyva
veiðimonnunum at veiða
275.000 kópar í ár. Tað er
5.000 fleiri enn í fjør, men
veiðimenninir eru als ikki
nøgdir. Teir vilja hava nógv
størri kvotu og vísa á, at
kanadiski kópastovnurin er
mettur til meiri enn fimm
milliónir kópar.
Tey,
sum
eru
ímóti
kanadisku kópaveiðuni, eru
harafturímóti í øðini inn á
stjórnina, sum verður løgd
undir at loyva tí, sum tey
kalla
heimsins
størsta
súgdjóraslátur. Fleiri djóra
verndarfelagsskapir
hava
kravt, at Kanada skal banna
kópaveiðini alt fyri eitt.
Summir
teirra
leggja
veiðimenninar
undir
at
drepa nósar við at sláa teir í
høvdið, men tað avsanna
kanadisku myndugleikarnir.
Tað er misvísandi, tá
felagsskapir almannakunn
gera myndir av monnum,
sum sláa nósa. Tað bleiv
bannað fyrst í áttatiárunum,
og tað er heldur ikki rætt, tá
sagt verður, at skinnið
verður skrætt av kópinum,
meðan hann er á lívi, sigur
Loyola Sullivan, sum er
kanadiskur
sendiharri
í
tilfeingismálum.
Hillary eigur at gevast
Tann 22. apríl verður upp-
stillingarval í Pennsylvania,
og Hillary Clinton fór undir
valstríð sítt har í gjár
Mynd: Polfoto
Bill Richardson vil hava
Hillary Clinton at gevast
við valstríðnum
Mynd: Polfoto
Umstrídd kópaveiða
byrjar aftur
Kanadiskir veiðimenn sleppa at veiða 275.000 kópar har suðuri í St. Lawrence-flógvanum
Mynd: Polfoto