týsdagur 25. mars 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 57 - 25. mars 2008
tíðindi
Eftir eina rímiliga langa
fyrireikingartíð var grønlendska
fróðskaparsetrið Ilisimatusarfik
sett á stovn í 1984. Í fyrstani var
tað í húsi saman við
bókasavninum, men seinni fekk
Ilimatusarfik egin hús. Hatta var
í einum gomlum húsum niðri við
sjóvarmálan, sum Herrenhutarnir
høvdi bygt í síni tíð sum
missiónsstøð.
Eins og á Fróðskaparsetrinum
gekk alt spakuliga at byrja við,
men so við og við kom meira
ferð á. Studentatalið liggur í dag
undir 200, nakað sum á
fróðskaparsetri Føroya. Á
sjálvum Ilisimatusarfik eru tað
nú 4 deildir, sum eru:
Deildin fyri fyrisiting.
Deildin fyri máli, samskifti og
fjølmiðlan
Deildin fyri gudfrøði
Deildin fyri mentan og
samfelagssøgu
Samansjóðing av
fleiri stovnum
Umframt Ilisimatusarfik hava tað
eisini verið aðrir sjálvstøðugir
hægri skúlar í Grønlandi. Fleiri
av hesum eru frá 1. januar 2008
við lóg lagdir saman í ein stovn.
Umframt tær gomlu deildirnar
so eru nú hesir stovnarnir
sjóðaðir saman við
Ilisimatusarfik:
Læraraskúlin – Ilinnarfissuaq,
ein yvirbygningur oman á
læraraútbúgvingina - Inerisaavik,
har tað ber til at taka master- og
kandidatútbúgving í útbúgvingar-
vísindum, sosialráðgevara-
útbúgvingin, sjúkrarøktar-
frøðingaútbúgvingin og
journalistútbúgvingin.
Øllum eru kortini enn ikki rúm
fyri á nýggja Ilimmarfik, men
har er ríkiligt pláss til at byggja á
afturat. Ilimmarfik er enn bert
eitt fyrsta byggistig. Við saman-
leggingin kemur samlaða
studantatalið á Ilisimatusarfikk
at økjast nógv, samstundis sum
krøvini til allar útbúgvingar
verða økt munandi. Í so máta er
gongdin í Grønlandi ikki stórt
øðrvísi enn í Føroyum. Ein
munur er kortini, og hann er, at á
Ilisimatusarfik eru tann allar-
størsti parturin av lærarunum
útlendingar, fyrst og fremst danir.
Eitt nýtt ættarlið av vælútbúnum
grønlendingum er á veg, og hesi
koma skjótt at gera seg galdandi
innan fyri nýggju karmarnar.
Náttúrustovnurin
Nátturustovnurin
Pinngortitaleriffik – Grønlands
Natutinstitut liggur eitt hanagleiv
frá Ilimmarfik, og er teknað av
sama arkitekti. Kortini tyktist
ikki sum at nakar á nátturu-
instituttinum var serliga heitur
fyri einum samstarvi millum
Ilisimatusarfik og
Pinngortitaleriffik, sum er ein
reinur granskingarstovur við
ongari undirvísing.
Eitt, sum eyðkennir
universitetsundirvísingina á
Illisimatusarfik er, at har verður
als ikki undirvíst í náttúruvís-
indum. Tað er eingin náttúru-
vísindadeild á Ilisimatusarfikk,
tíansheldur nøkur náttúru-
vísindalig útbúgving. Her má
vend koma í.
Ein glasbrúgv millum
stovnarnar báðar eigur at koma
heilt skjótt, tí sjálvandi eigur
universitetsundirvísing í
nátturufakum eisini at verða á
Ilisimatusarfik, og tað gerst ikki
uttan í samstarvi við Grønlands
naturinstitut. Her eru helst enn
smá kongaríki til og ein støða,
sum treingir til at mýkjast og
mennast. Men einki er at ivast í,
at tað eisini her kemur at fara
fram ein samansjóðing í
nærmastu framtíð, og so koma
tey við Ilisimatusarfik eisini at
fáa náttúruvísindaligar
útbúgvingar.
Hilsen fra
Færøerne
Ved Ilimmarfiks indvielse, Nuuk, 7/3-2008
Højtærede kulturministe Tommy Marø,
kære rektor, og alle ansatte i det nye
Ilimmarfik.
Jeg er ked af ikke at være i Nuuk i dag
for at deltage i dagens store, kulturelle
højtidelighed, nu I skal tage Jeres nye
lokale Ilimmarfik i brug. Forholdene er
sådan, at det lader sig simpelthen ikke
praktisere at tage afsted lige nu. Det må
vente til en anden gang.
Derfor denne lille hilsen.
Hjertelig til lykke med dagen!
Jeg tror, at alle færinger er enige med
mig, når jeg siger, at for Færøerne og
færinger har Grønland længe været
færingernes ‘åbne universitet’.
Det var til Grønland, de unge færinger
tog afsted, når de skulle udfordre sig selv
og møde verden.
Det var på fiskeri ved Grønlands
kyster, at de mange unge færinger tog
afsted, mens de gjorde sig tanker om,
hvordan de skulle forme deres fremtid.
Det var her hos Jer, at en stor del af den
færøske ungdom forberedte sig til livet,
det var her de forsøgte at etablere sig et
ståsted i livet. Et ståsted, som kom til at
have en enorm betydning for Færøernes
eksistens. Det siger vi Jer tak for i dag.
Grønland var i mange år det land i
verden, der stod en færing nærmest.
Denne forbindelse og denne
fornemmelse er ikke ny, men den har
udviklet sig langsomt op igennem
historien, således at vi i dag, rent
mentalt, forstår hinanden meget bedre,
end hvis talen var om to vidt forskellige
og tilfældige lande et eller andet sted i
verden.
. I håbet om at Ilisimatusarfik fortsat
vil stå for det ‘åbne universitets’ tanker,
vil jeg på Færøernes landsstyres vegne
ønske det grønlandske samfund held og
lykke med dette vigtige trin indenfor
udviklingen af uddannelse- og
forskningssektoren. Hjertelig til lykke
med dagen!
Kristina Háfoss,
landsstyrekvinde for uddannelse, forskning
og kultur
Illisimatusarfik – grønlendska
fróðskaparsetrið
Lærarar, studentar og starvsfólk uttanfyri gomlu húsini hjá Ilisimatusarfik
Grønland
Jóan Pauli Joensen
rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Bókasavnið er stórt og rúmligt