týsdagur 25. mars 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 57 - 25. mars 2008
31
tíðindi
Føroyska gávan til grøn
lendska fróðskaparsetrið
var ein klassiskur pynti
knívur við skafti og
slíðraknívur úr ibenholt
við innløgdum silvuri
Meðan vígslan var fyri almenn
inginum so var gallaveitslan um
kvøldið fyri innbodnum, og
dresskravið var galla. Har mundu
vera mestsum allir landstings og
landsstýrislimirnir umframt øll
onnur sum høvdu við undirvísing
og mentan at gera. Gestir vóru
eisini úr Danmark, Føroyum og
Canada.
Øll vóru í galla, sum tað var
kravt í innbjóðingini. Konufólk
ini í fínum longum kjólum og
mannfólki í smoking ella klædn
ingi, flestu í svørtum, men nógv
grønlendsk mannfólk vóru í
annoraq. Ein vanlig fatan er, at
gallaannorakkin hjá grønlend
ingum var hvít, men tað vísti seg
ikki at verða akkurát so, tí har
vóru menn í annorakkum av silki
og í øllum litum, grønum, reyð
um, bláum, hvítum og mynstrut
um. Ein einfaldur og sera skila
góður stásbúni. Fyrrverandi
landstingsformaðurein Jonathan
Motzfelt gekk í bláari annorakk,
sum minti um eina tjóðveldis
blusu, men úr silki kortini.
Døgurin var á høgum norður
lendskum gourmetstøði, niður
undir var tað ein aromatisk reins
djóraconsommé við rækjusuffle
og royktari persilluolju. Høvuðs
rætturin var ein smakkssymfoni
sett saman av lambaryggur við
timianbraiseraðum lambahálsi í
filo, eini rullu av paprikakrydr
aðum lambafarsi, urtum, soppa
risotto & citrónglace. Omaná var
sjokulátucappuccino við jarð
berjatertu, ælabogaísi &
broysknari vanilju. Sera lekkurt,
men hetta er kanska ikki júst tað
sum føroysku útróðrarmenninir
kenna aftur frá síni tíð í Grøn
landi.
Sum altíð í slíkum førum, vóru
nógvar talur, og húsið fekk
nógvar gávur, men tíbetur vóru
allar talurnar stuttar og góðar.
Eisini gestirnir hildu talu. Jóan
Pauli Joensen, rektari á Fróð
skaparsetri Føroya bar fram fram
kvøðu frá setrinum og øðrum
føroyskum granskingarstovnum,
og kundi ikki bara sær at siga, at
hann veruliga var øvundsjúkur
inn á grønlendingar, sum høvdu
fingið so frálíkar karmar um
teirra fróðskaparsetur. Hann tók
eitt sindur aftur í søguna, og vísti
til eina ferð, tá ein nevnd frá
Grønlandi var í Føroyum fyri at
kanna hvønn týdning Fróð
skaparsetrið hevði fyri Føroyar.
Hetta var í november 1980, tá
teir so smátt byrjaðu. Fýra ár
seinni, í 1984 varð
Ilisimatusarfik – grønlendska
fróðskaparsetrið, sett á stovn.
Sjálvt um studentatalið er umleið
tað sama, so er Ilisimatusarfik, tá
tað kemur til høli, farið langt
fram um Fróðskaparsetrið.
Jóan Pauli Joensen helt, at
grønlendingar høvdu gjørt eina
rætta politiska raðfesting, við at
byggja eini hús til gansking og
undirvísing, tí tað var ein íløga,
sum loysti seg um allan heim.
Hann hevði við eina gávu frá
Føroyum, sum var ein pynti
knívur úr ibenholt við innløgdum
ímyndum av grindareiðskapi úr
silvuri. Saman við knívinum gav
hann rektaranum Aage
RydstrømPoulsen eina 20 krónu,
sum hann kortini tók aftur, sum
gjald fyri knívin. Við hesum
fyribyrgdi hann at knívurin kom
at skaða onkran. Tað helt Aage
RydstrømPoulsen vera sera
skilagott, tí, sum hann segði, so
var tað ikki óvanligt, at universi
tetsfólk í hørðu akademisku kapp
ingini, gingu við knívi í ermuni.
Rektarin á Fróðskaparsetrinum
læs eisini upp eina heilsan frá
landsstýriskvinnuni í mentamál
um. Sum landstýrismaðurin í
mentamálum Tommy Marø,
takkaði fyri.
Millum gestirnar var rektarin á
Fróðskaparsetri Føroya.
7. mars var nýggi
universitetsbygningurin í
Nuuk, Grønlandi, vígdur.
Tað er ikki hvønn dag
at ein verður boðin til
vígslu av einum nýggjum
universitetsbygningi og til
ein galladøgurða aftaná.
Grønland hevur nú fingið
sína universitetspark, sum
á grønlandskum ber heitið
Ilimmarfik. Grønlendingar
eru sera ernir av nýggja
bygninginum og tað hava
teir alla orsøk til
Grønlendingar hava fingið sína
universitetspark ella Ilimmarfik,
sum er grønlandska navnið. Í
hesum 8000 kvadratmetra stóru
húsunum húsast grønlendska
fróðskaparsetrið, grønlandska
málstovan, setursbókasavnið,
grønlandska landsbókasavnið,
landsskjalasavnið og grønlendska
hagtalsstovan. Grønlendingar
yvirhøvur eru sera ernir um hesi
hús og ikki politikararnir, sum
hava arbeitt fyri at fáa hesi hús
bygd.
Mentamálaráðharrin Tommy
Marø heldur røðu.
Andamanari á ferð
Robert Petersen, sum er grøn
landska svarið upp á okkara
Christian Matras, segði mær, at
upprunin til navnið Ilimmarfik er
at finna í orðunum, sum hann
segði á donskum: Åndemaner på
rejse eller åndemaner på flugt. Á
føroyskum verður tað til: anda
manari á ferð. Grønlendska orðið
ímyndar soleiðis bæði tað forna
vísindamannin, andamanarin og
tað moderna globala, sum liggur
í at vera á ferð. Í hesum føri inn í
tað nýggja vitanarsamfelagið.
Sjálvur helt Robert Petersen, at
navnið var umboðandi fyri, tað
sum nýggju húsini stóðu fyri.
Tað eru nakrir mánaðir síðani
at flutt var í Ilimmarfik, sum
hevði kostað upp í móti 200
milliónum krónum, og kostn
aðarmetingin hevði hildið, var
sagt. Húsini vórðu ikki dýrari,
enn tað varð roknað við. Dagurin
7. mars varð settur sum tann
almenni vígsludagurin. Vígslan,
sum fór fram í teirri stóru og
rúmligu kantinuni á Ilimmarfik
og byrjaði fríggjamorgunin
stundisliga kl. 10.00 og vardi til
umleið kl. 12.00. So mikið nógv
fólk komu, at ein stórur partur
mátti standa upp teir tveir
tímarnar vígslan vardi.
Rúmt til loftið og
vítt til veggja
Aftan á at universitetsstjórin
Ester Janussen hevði bjóðað
vælkomin hildu landsstýrismað
urin fyri útbúgving og gransking
Tommy Marø og rektarin Aage
RydstrømPoulsen røðu. Lands
stýrismaðurin segði m.a., at tað
var endamálið hjá landsstýrinum
at skapa karmarnar fyri, at so
mong ung sum møguligt skuldi
kunna fáa hug at fáa sær hægri
útbúgving. Næsta var at gera
útbúgvingarnar so góðar sum
gjørligt. Við Ilimmarfik var
málið hjá landsstýrinum at skapa
eitt felags forum fyri teir altjóða
granskarar, sum fáast við
arktiska gransking og gransking
av teimum fólkum sum búgva
har, so at altjóða granskingin á
hesum øki kom at verða styrkt til
gagns fyri Grønland.
Rektarin á Ilisimatusarfik helt
eisini eina sera áhugaverda talu.
Hann tosaði um, hvussu rúmligt
grønlendska samfelagið var, og
hansara ynski var, at Ilimmarfik
vildi varðveita tað rúmliga
eyðkennið, so at tað sum í húsu
num sjálvum eisini koma at
verða høgt til loftið og vítt til
veggja, bæði tá talan var um
útbúgving, gransking og um
leiklutin hjá tí einstaka menn
iskjanum, læraranum og gransk
aranum. Tað var púra greitt, at
rektarin á Ilisimatusarfik,
grønlendska universitetinum,
kendi seg sum tann, sum fyrst og
fremst varðaði av teimum nýggju
húsunum. Tað var eisini hann,
sum tók ímóti gávunum.
At enda helt tann grønlendska
vísindakvinnan, Karla Jessen
Williamson Pd.D, sum starvast
við universitetið í i Saskatche
wan, Canada, ein sera áhuga
verdan fyrilestur um burðardygga
gransking. Hon hevði nýliga
tikið doktaragrad sína við Uni
versity of Aberdeen í Skotlandi,
og hon vísti erpin fram
doktarabúna sín.
Nýtt logo
Í sambandi við vígsluna av
Ilimmarfik var útskrivað kapping
um eitt nýtt logo, sum var
avdúkað í sambandi við vígsluna.
Vinnarin var Paniaraq Rosing
Søltoft. Nýggja logoið hevur
støði í eini samanseting av
ímyndini av tí steini, sum anda
manararnir í fornari tíð brúktu, tá
teir fyrireikaðu seg til sína and
ans ferð út í universið – ilimmar
neq á grønlendskum, og eini
nýmótans teldumús. Universið
og cyperspace verður sameinað í
hesum fantasifulla og sera vakra
logo.
Sjálvandi var tað eisini
musikkur, kórsangur og at enda
eisini felagssangur. Almenna
vígslan endaði við at øll vóru
boðin til at fáa sær kaku og ein
drekkamunn. Umframt aðrar
stórar kakur var eisini ein stór
kaka, sum var eitt modell av
Ilimmarfik. Alt varð etið rubb og
stubb, eisini seturskakan.
Eini øvundaverd hús
Hetta var ein sera hugnalig løta
henda fríggjamorgun í frískligum
kuldaveðri kuldin uttanfyri var
eini 17 kuldastig. Aftan á
vígvluna sluppu vit at síggja
húsini. Allir teir stovnar, sum
hava innivist í húsunum hava
frálík kor. Har var alt, sum kundi
ynskjast, skúlastovur, venjingar
rúm og auditorium, í hvørjum
rúmi var øll tann nýggjasta
tøknin, smartboards og fram
vísingarkanón undir hvørjum
lofti. Alt fungeraði. Har vóru
hugnakrókar og kaffikøkur í
hvørjum innviki, uppihaldsrúm
og súkklukjallari og so ein
avbera stór kantina, sum eisini
kann nýtast sum samkomuhøll,
sum nú henda vígsludagin.
Jú, tað kann ikki sigast annað,
enn at grønlendsku politikararnir
útfrá sjónarmiðinum hjá einum
rektara, veruliga hava dugað at
raðfesta til fyrimuns fyri tey
“bleytu virðini”. So í løtuni er
alt gott og rúmligt, men rund
anum er eisini gott pláss til at
byggja meira á, tí enn er alt ikki
flutt út í Ilimmarfik, eitt nú
Læraraskúlin, sum enn heldur til
í øðrum hølum.
Skjalavørðurin Niels Frandsen,
helt at tað fóru ikki at ganga
nógv ár, so var skjalasavnið ov
lítið. Bera vit hinvegin saman
við tað sum vit eru von við her á
landi, so er talan um eina
glæstriborg.
Gallaveitsla í Ilimmafik
Frá galladøgurðanum
Andamanari á ferð
Munur er á teimum gomlu húsunum og á tí nýggja Ilimmarfik. Gólvvíddin er 8000 kvadratmetrar. Ilimmarfik liggur
síð um síð við Náttúrugranskingarstovnin og er teknað av sama arkitekti, so húsini líkjast sera nógv