mikudagur 26. mars 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 58 - 26. mars 2008
Komandi vikuna
verða ikki minni
enn seks klassiskar
konsertir við fimm
kórum. Í kvøld hava
Tarira og estlendska
kórið The Orthodox
Singers konsert í
Vesturkirkjuni
Í kvøld klokkan 19.30 verð
ur ein sera forvitnislig kon
sert í Vesturkirkjuni í Havn
har føroyska kórið Tarira og
estiska
kórið
Orthodox
Singers fara at framføra
verk saman og hvør sær.
Konsertskráin er eitt fjøl
broytt bland av kórtónleiki
úr
Ruslandi,
Estlandi,
Grikkalandi, Serbien og
Onglandi, sum hvørt kórið
sær fer at framføra.
Men fyri at samstarvið
skal fevna um meira enn
eina felags konsert, har kór
ini bert syngja sína egnu
skrá, so hava tey gjørt av at
syngja tvey verk saman;
eitt verk eftir Sunleif Ras
mussen og eitt verk eftir
Sergei Rachmaninov. Kon
sertin við Tarira og estiska
kórið er ókeypis.
Hósdagin byrjar Syngj
andi Harkaliðið – Det Syng
ende Selskab við millum
øðrum føroyska tenorinum,
Ernst Sondum Dalsgarð
Føroya ferð, sum endar við
konsert í Norðurlandahúsi
num sunnukvøldi.
Umframt Ernst Sondum
Dalsgarð eru Merete Sveist
rup, sopran og Pia Schnack,
mezzosopran. Vagn Søren
sen leikar undir hjá teimum
á klaver. Tey framføra verk
úr operum, operettum og
musicals.
Ernst kenna vit væl her
heima frá millum annað
Nýggjárskonsertini
og
øðrum
solistuppgávum.
Merete Sveistrup og Pia
Schnack eru báðar nógv í
umbúna innan teirra fak og
hava tær báðar havt týdning
armiklar leiklutir á ymsu
operapallunum í Norðan
londum.
Tey fara at hava tríggjar
konsertir:
Hósdagin
27.
mars kl. 19.30 í Mentunar
húsinum í Fuglafirði, fríggja
dagin 28. mars kl. 20.00 í
Ósaskúlanum í Klaksvík og
sunnudagin kl. 16.00 í
Norðurlandahúsinum.
Á konsertini í Klaksvík
luttekur eisini kvinnukórið
Suð, við Steinvør Fonn sum
leiðara.
Og týsdagin, 1. Apríl,
koma heimskendir írskir
tenorar at vitja. The Twelve
Irish Tenors til Føroyar hava
ferðast kring allan knøttin í
gott og væl tvey ár og hava
vakt stóran ans við einari
langari røð av framúrskar
andi konsertum.
Saman við orkestri leiða
tenorarnir okkum víða í tón
leikaheiminum. Framførsl
urnar fevna um alt frá klass
iskum tónleiki, til popp,
rock og fólkatónleik. Á virð
isløntu framførsluni syngja
tenornarnir fleiri av allar
bestu sangunum úr 20. øld.
Báðar konsertirnar hjá
írsku tenorunum eru longu
útseldar.
Fimm kór á seks konsertum