Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 58 - 26. mars 2008 - Tað er nógv fyri at ynskja sær at fáa blóðpropp fyri at fáa nakrar sømdir. So beiskliga tekur ein maður til, sum er avlamin eftir at hava fingið heilabløðing. Men so ólukkulig er støðan hjá øllum teimum mongu føroyingum, sum hava brúk fyri endur- venjing av ymsum slagi. Hóast nógv er tosað og sagt í nógv ár er púra onki hent, men nú krevja tey, at politikarar seta gerðir aftanfyri øll tey føgru orðini EndurvEnjing Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður ofta tikið til, at vælferðin í einum samfelag kann metast eftir, hvussu hetta samfelagið fer við sínum veikastu borgarum. Er hetta satt, stendur ikki so væl til í Føroyum, sum vit kanska ganga og billa okkum inn. Í øllum førum ganga einir 5000 føroyingar runt og føla seg fullkomiliga sleptir upp á fjall. Hetta eru allir teir føroy­ ingarnir, sum av ymsum sjúkum, hava brúk fyri endurvenjingum í heilsu­ verkinum. Talan er um fólk við yms­ um giktasjúkum, fólk, sum hava havt blóðtøpp í heilan­ um ella sum hava havt heila­ bløðing. Mett verður í hesum sam­ bandi, at tilsamans eru einir 5000 føroyingar, sum hava brúk fyri endurvenjing í størri og minni mun. Mugu rakna við Í nógv harrans ár hava polit­ ikarar, avvarðandi og onnur tosað nógv um, hvussu harðliga tað er brúk fyri eini skipaðari endurvenjing í Føroyum. Men higartil er púra onki hent. Tað einasta, sum er hent, er í november handaði ein arbeiðsbólkur landsstýris­ manninum í almanna­ og heilsumálum eitt álit við nógvum tilmælum um, hvat eigur at verða gjørt á økin­ um. Síðani tá hava vit onki hoyrt aftur. Men nú vil Heilafelagið hava politikararnar at taka ítøkilig stig fyri at seta tilmælini í álitinum í verk. ­ Hvørja ferð, vit hava tosað við politikararnar, fáa vit at vita, at vit mugu bíða til álitið er gjørt. Nú er tað so næstan eitt hálvt ár síðani, at álitið varð liðugt og tí vænta vit eisini, at tiltøk í álitinum verða sett í verk beinanvegin. Ì hesum sambandi skipaði Heilafelagið fyri fundi her­ fyri, har tilmælini, sum eru í álitinum um endurvenjing, vórðu gjøgnumgingin. Maud K. Mouritsen, for­ kvinna í Heilafelagnum, sig­ ur, at støðan er heilt van­ lukkulig hjá fólki, sum hava verið fyri teirri vanlagnu at fáa blóðtøpp í heilan, ella heilabløðing. ­ Tað er ongin skipað og bara at fáa tær allarminstu sømdir er so stríggið, at nógv hætta sær ikki undir tað yvirhøvur, men setast bara aftur. ­ Bara eitt so einfalt sum at sleppa til talulærara at læra seg at tosa aftur, er at kalla ómøguligt. Ynskja sær blóðtøpp Avleiðingin av hesum er, at nógvir túsund føroyingar og eisini limirnir í Heilafel­ agnum, fáa ikki tey rættindi, sum áttu at fingið í einum vælferðarsamfelagi. Á fundinum í Heilafel­ agnum kom neyðin týðiliga til sjóndar og tað var enntá ein, sum beiskur helt fyri, at tað var nógv fyri at ynskja sær at fáa ein blóð­ propp fyri at sleppa til nak­ rar venjingar, men soleiðis er støðan. Semja er nevniliga um, at tað er onki at finnast at sjálvari viðgerðin á sjúkra­ húsinum í sambandi við heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum. Tað er, tá ið sjúklingurin verður útskrivaður, at hann verður sleptur upp á fjall, tí tá er onki tilboð um nakað sum helst. ­ At sleppa til endurvenj­ ingar, er so ræðuliga tungt at fáast við, at hjá teimum, sum eru heilt illa fyri, er tað ein ómøgulig uppgáva, sig­ ur Maud K. Mouritsen. Endurvenjing til fólk, sum hava varandi sjúku, ella sum hava havt blóðtøpp í heilanum ella heilabløð­ ing, hevur verið eitt mál, sum nógv hevur verið tosað um í mong ár. Tíverri standa úrslitini ikki mál við alt tað, sum er sagt og skrivað, tí veru­ leikin er, at lítið og onki er hent á økinum. Men nú vil Heilafelagið hava gongd á málið og kravið til politikararnar er, at teir nú seta gerðir aftanfyri øll tey vøkru orð­ ini og seta tiltøk í verk, so at allir teir 5000 føroying­ ar, sum hava brúk fyri endurvenjing í meiri og minni mun, fáa tær sømdir, teir hava krav upp á í einum vælferðarsam­ felagi. Sosialurin fer í nøkrum greinum í komandi bløð­ um at umrøða málið og at lýsa støðuna á økinum. Í morgin tosa vit við Marjuna Poulsen, sum er fysioterapeutur og sum hevur verið við at gera álit­ ið um endurvenjing, sum varð handað landsstýris­ manninum í november. Hon greiðir frá, at hevði politiski myndugleikin játtað 25 milliónir til endamálið um árið, hevði tað rokkið rættiliga langt og hon ivast í um tað ikki er dýrari at senda nakrar føroyingar av landinum um árið til endurvenjing enn at hava eina endur­ venjing í Føroyum. Vit fara sjálvandi eisini at royna at fáa landsstýris­ mannin á økinum, Hans Paula Strøm, at greiða frá, hvørji stig, hann ætlar at taka fyri at bøta um støðuna hjá øllum hesum fólkunum. Seta kikaran á endurvenjing 5000 føroyingar sleptir upp á fjall Hjá teimum, sum eru illa fyri, er støðan so vónleys, at tey missa mótið og setast bara aftur. Men nú vil Heilafelagið hava okkurt at henda og tú høvdu tey fund herfyri, har tey viðgjørdu støðuna. Tað er nógv fyri at ynskja sær blóðpropp fyri at sleppa til endurvenjing, tók ein sjúklingur beiskliga til. Hetta er sjálvandi nógv avgjørt, men sigur kortini nógv um tær frustratiónir, sum nógv av teimum liggja innibrend við JyllandsPosten blandar seg í grønlendskt sjálvstýri Leiðarin hjá Jyllandspostinum skrivar nú alment ímóti, at Grønland tekur stig til sjálvstýrið í 2016. Blaðið metir, at livistøðið í Grønlandi fer at lækka niður á eitt menningarlandsstøði, tí ætlanin er púra órealistisk við einum so stuttum skoðbrái. Komandi grønlendska sjálvstýrið fer at krevja eina menning, sum fer at taka ártíggjir at byggja upp. Eisini um Grønland finnur olju. Slíkum eigur ein ikki at eksperimentera við skrivar tann avgjørdi leiðarin hjá Jyllandspostinum. Blaðið viðgongur tó, at tað hevur gingið »eitt sindur framá« tey 29 árini heimastýrið hevur virkað. Ríkisveitingin úr Danmark er nú 35% av grønlendsku fíggjarlógini. Í 1979 var ríkisveitingin 65% av grønlendsku fíggjarlógini. Grønlendingar eiga ikki at byggja framtíðarætlanir sínar á ynskidreymar um risainntøkur frá olju, mineralum, og vatnorku, sum øll eru á kanningarstigi í Grønlandi.