Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 58 - 26. mars 2008 Klokkan tíggju í morgun vórðu til­ boðini upp á koyr­ ingina hjá Bygda­ leiðum latin upp á Hotel Føroyum. 16 tilboð eru komin inn, og tað er Jákup Danielsen, stjóri, væl nøgdur við TILBOÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 16 persónar og fyritøkur bjóða seg fram til at røkja busssambandið fyri Bygda­ leiðir. Talan er um fimm ára sáttmálar við møguleika fyri leingjan í tvey ár. ­ Eg eri væl nøgdur við stóru undirtøkuna, hon vísir stóra áhugan fyri koyringini, sigur Jákup Danielsen, stjóri á Strandferðsluni. Landið er býtt upp í átta økir. Í tveimum av økjunum var áhugin ikki so stórur, bara eitt tilboð kom í hvørj­ um av hesum økjum. Talan er um Sandoynna og Strend­ ur, sum er leið 440. Á hinum seks økjunum var áhugin størri og millum tvey og fimm tilboð komu inn á hesum økjum. Størsti áhugin var fyri koyringini vestur á flog­ vøllin, leið 100, og til Klaks­ víkar, leið 400. Tað kostaði 36 milliónir krónur at reka Bygdaleiðir í fjør, og Jákup Danielsen sig­ ur, at alt bendir á, at talan verður um nakað sama kostnað í ár, einar 35­36 milliónir krónur. Spurdur, um Bygdaleiðir pr. definitión taka av lægsta tilboði, sigur Jákup Danielsen: ­ Nei, tað eru útgreinaðar treytir í útbjóðingartilfarin­ um, eitt nú um tænastustøði og annað. Vit fara nú at hyggja nærri at innkomnu tilboðunum, áðrenn støða verður tikin um, hvør fær koyringina í ymsu økj­ unum. Klárir 1. mai Strandferðslustjórin sigur, at enn er alt so feskt, og at hann higartil bert hevur sæð tølini í tilboðunum. Í teimum báðum økjun­ um, har bert hitt eina til­ boðið er komið inn, er væl ikki so nógv at rafla um, men seks av økjunum hava fleiri tilboð at velja ímill­ um. ­ Vit fara longu nú seinna­ partin at kanna tilboðini nærri, og síðani verða sam­ ráðingar tiknar upp við vælsaktans lægstu tilboðini. So um tvær til tríggjar vikur skuldi alt helst verið komið upp á pláss, sigur Jákup Danielsen. Hetta merkir, at um hálv­ an apríl skuldu tilboðsgevar­ arnir gjarna vita, um teir hava fingið koyringina ella ikki. ­ Nýggju sáttmálarnir koma í gildi 1. mai, og vit rokna við at verða klárir til ta tíð, sigur Jákup Daniel­ sen, stjóri á Strandfara­ skipum Landsins. Væl nøgdir við áhugan Ættleiðingarfelag heldur familjudag Leygardagin 12. apríl 2008 verður árligi familjudagurin og aðalfundurin hjá Ættleiðingarfelagnum hildin í HB­húsinum í Gundadali í Havn. Ætlanin við einum familjudegi er fyrst og fremst at ættleiðingarfamiljur koma saman til hugna, spæl og prát, men í ár er eisini ætlanin at fáa onkran gest at koma at heilsa upp á luttakararnar. Hetta er fimta árið á rað, at skipað verður fyri tiltakinum, og áhugin hevur verið vaksandi øll árini. Familjudagurin hjá Ættleiðingarfelagnum er fyri øll, sum hava tilknýti til ættleiðing. Børn, ung, mammur, pápar, ommur, abbar, vinir, kenningar og øll onnur sum hava hug eru hjartaliga vælkomin til sera hugnaliga tiltakið. Fyri nærri kunning um klokkutíðir og luttøkukostnað sí heimasíðuna hjá Ættleiðingarfelagnum www.aettleiding.fo Nú er kappingin Shark Atlantic liðug. Tað hevur viðrað illa til hemarafiskiskap í januar og februarmánaði, siga fyrireikararnir Heini Weihe vann kapping­ ina við einum hemara, ið vigaði 196 kg. Og fyri hendan fiskin vann hann eitt tíggjutúrakort við Atlantic Airways. Nr 2 gjørdist Jóannes Gaard við einum hemara, ið vigaði 160 kg. Og fyri hendan fiskin vann hann ein Bjargingarbát frá Fønix. Nr 3 varð Johan Simonsen við einum hemara, ið vigaði 117 kg. Og fyri hendan fiskin vann hann eitt gávu­ bræv frá Jógvan Weihe Kappingin gekk væl at byrja við. Tey fyrstu seks vikuskiftini vóru hendingar­ rík, har teir flestu luttakarnir upplivdu at berjast við hemara á tráðuni. Men sum vant vóru nógvir mistir. ­ Annars hevur veðrið í januar og februar verið ógvuliga vánaligt, so tað hava verið fáir leygardagar, ið hava viðrað ­ og í heila­ tikið fáir fiskidagar í seinnu helvt av kappingini. Havi sjálvur verið nakrar túrar, men ongan fingið. Tó mistu vit tveir tann eina dagin, sigur Magni Blástein frá Fiskiferðum. Tað var Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, ið hand­ aði høvuðsvinningin , tíggjutúrakortið á rutunetin­ um hjá AA. Og Umboð fyri ávíkavist Fønix og Jógvan Weihe handaðu annan og triðja vinning, og var tað leygardagin. Heini Weihe vann Shark Atlantic Leið 100 til flogvøllin og leið 400 til Klaksvíkar høvdu størsta áhugan millum tilboðsgevararnar Vinnarin Heini Weihe við stóra hemaranum