mikudagur 26. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 58 - 26. mars 2008
- Eg góðtaki undir
ongum umstøðum at
brúka 400 milliónir
til skúlar, uttan at
fíggingin av Sand-
oyartunlinum er
greið framman und-
an, sigur Gerhard
Lognberg
SKÚLADEPIL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tingfólk lata væl at ára
lagnum í samgonguni, men
uttanífrá kann tykjast, sum
áralagið til tíðir meiri líkist
einum rómapískara.
Partvís eru samgongulim
ir argir um, at fíggjarlógin
ikki er komin fyri tingið
enn, og í dag staðfesti Ger
hard Lognberg, at semja
langt frá er fingin um fígg
ingar og raðfestingar av
íløgunum.
Í gjár bar Kristina Háfoss
eitt uppskot niðan í tingið
um Skúlamiðdepil í Markna
gili, men sambært Gerhardi
Lognberg skal hon og restin
av samgonguni ikki rokna
við hansara atkvøðu soleiðis
uttan víðari.
Eg góðtaki undir ongum
umstøðum at brúka 400
milliónir upp á eina skúla
ætlan, uttan at fíggingin av
Sandoyartunlinum er greið
framman undan. Nú skal
eingin misskilja meg, eg
havi einki ímóti skúlum;
teir skulu vit hava, og teir
skulu vera góðir. Men tað
ber ikki til bara at tveita eitt
uppskot niðan í tingið fyri
400 milliónir, eg havi eina
lóg
um
Sandoyartunnil,
sum skal byrja í 2009, at
halda meg til, og áðrenn
tann fíggingin er fingin upp
á pláss, atkvøði eg ikki fyri
skúladeplinum,
sigur
Gerhard Lognberg.
Brestur
Hann slær sostatt fast, at
áðrenn raðfestingin av íløg
unum er fingin upp á pláss,
og hann veit nakað ítøkiligt
um fíggingina av Sandoyar
tunlinum, fær samgongan
ikki hansara atkvøðu í mál
inum um Skúlamiðdepil í
Marknagili.
Vit hava eitt skip, sum
er í ólagi í heilum, og hartil
fer tað fast í dokk hvørja
ferð summarið nærkast, so
vit eru meiri ella minni utt
an samband í einar tríggjar
mánaðir,
vísir
Gerhard
Lognberg á.
Sandoyartingmaðurin
hevur alla tíðina verið sóla
klárur í hesum málinum, og
at hann ikki ætlar sær at
vingla
frameftir
heldur,
staðfesti hann fyri Sosialin
um fyrrapartin í tinginum.
Samgongan skal ikki
rokna við, at eg trýsti á
grøna knøttin, uttan at Sand
oyartunnilin er fingin upp á
pláss, sigur Gerhard Logn
berg.
Hann heldur tað vera
undarligt, at fólk eru á gosi
um 600 milliónir til ein
Sandoyartunnil,
men
at
400500 milliónir til ein
skúladepil ikki verða tiknar
upp á tunguna. Men tað let
ur hann sær ikki lynda, og
hann fer at standa fast við
sítt.
So tað kann saktast
blíva ein brestur um hetta
málið, men hann ætli eg
mær at taka við stívum
armi, sigur ein avgjørdur
Gerhard Lognberg.
Teir skulu
vænta sær
ein brest
Gerhard Lognberg hevur sum politiskt aðalmál at fáa fast samband til Sandoynna, og er eisini til reiðar at taka ein brst um tað
skal vera
Næmingar seldu fisk
Studentaskúlanæmingar úr tveimum miðnámsflokkum úr Vági komu
í morgun til Havnar at selja fisk í Gongugøtuni. Endamálið var at
savna pening inn til eina námsferð til Barcelona í oktober. Hýsa,
kalvi, saltfiskur og lambakjøt úr Sumba vóru í sølubúðini hjá
næmingunum úr Suðuroy. Mariann Mikkjalsdóttir og Winnie
Heinesen úr 2.S vóru inni á gólvinum í Miðlahúsinum fyrrapartin
fyri at gera vart við, at góður fiskur var at fáa frá klokkan 10 í
Gongugøtuni og allan dagin. Tær báðar gjørdu vart við, at søluátakið
var góðkent av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tað ganga á leið 30
næmingar í teimum báðum stundentaflokkunum í Vági.
Landsstýrismála-
nevndin hevur í
morgun havt fund, og
sambært forkvinnuni,
Heidi Petersen,
er nevndin nú í
bíðistøðu
KANNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Vit hava havt fund í morg
un, har vit viðgjørdu málið
um
Tórbjørn
Jacobsen,
fiskimálaráðharra. Vit hava
heitt á løgmann um at upp
lýsa nevndina um, hvat
hann nágreiniliga kannar,
samstundis sum vit hava
biðið hann halda nevndina
kunnaða um málið leypandi,
sigur Heidi Petersen.
Tá ein niðurstøða er greið
frá løgmanni, fer nevndin
at taka støðu til, um hon fer
víðari við málinum.
Okkara uppgáva er at
kanna, um landskassin er
verri fyri av partabrævasøl
uni, og um tað eru skattlig
viðurskifti í málinum, sum
hugt eigur at verða nærri at,
sigur Heidi Petersen, for
kvinna í Landsstýrismála
nevndini.
Í bíðistøðu
Heidi Petersen og restin av Landsstýrismálanevndini er í einari
bíðistøðu í løtuni