Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 58 - 26. mars 2008 Stutt Sagt Bush til Bejing Amerikanski forsetin, George W. Bush, ætlar sær til Bejing í sambandi við olympisku summar­ leikirnar har seinni í ár. Talskvinnan hjá Hvítu Húsunum, Dana Perino, sigur við AP, at seinast hon tosaði við forsetan um olympisku leikirnar, segði hann, at hann ætlaði sær til Kina tá. Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, segði um vikuskiftið, at hann hevur ikki tikið avgerð enn, hvørt hann fer til Kina í sambandi við olympisku leikirnar ella ikki. Sarkozy vísti á kines­ isku framferðina í Tibet og mælti kinesisku stjórn­ ini til at tingast við Dalai Lama um støðuna. Tjaldbygd takast niður Myndugleikarnir í býnum Ontario í Kalifornia fóru í gjár undir at taka niður umleið 400 tjøld, sum heimleys fólk hava sett upp tætt við flogvøllin í býnum. Upprunaliga var tað borgarstjórin í Ontario, sum setti sær fyri at loysa trupulleikarnar hjá teimum heimleysu í býnum við at bjóða teimum tjaldingar­ pláss nærhendis flogvøllin­ um. Tað fekk fólk úr øðr­ um býum at leita sær til Ontario, men nú eru tjøldini vorðin so mong, at býráðið hevur gjørt av at taka tey niður. Enn er ikki greitt, hvar tey heimleysu nú skulu fáa pláss, skrivar Reuters. Álop og neyðtøkur Løgreglan í norska býnum Stavanger ávarar nú ungar kvinnur ímóti at ganga úti einsamallar á náttartíð. Ávaringin kemur, eftir at ein 19 ára gomul kvinna bleiv álopin og neyðtikin í býnum páskanátt. Tilburð­ urin er tann triði á hesum slagnum í Stavanger í vetur. Løgreglan sigur, at Stavanger er framvegis ein tryggur býur at búgva í, men Henry Ove Berg, løgreglustjóri, ávarar kortini ungar kvinnur ímóti at fara til hús einsa­ mallar á náttartíð. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Havi eg sagt, at tað bleiv skotið eftir okkum, tá vit lendu í Bosnia, so hevur minnið svikið meg Hillary Clinton útlond -Vit hildu, at tað var ein jarðskjálvti, søgdu tey, sum sluppu livandi frá tilburðinum, tá ein skriða fekk eini íbúð- arhús í Ålesund at rapa tíðliga í morgun. Fimm fólk komu ikki afturíaftur ­ Vit vaknaðu um hálvgum fýra tíðina av einum øði­ ligum buldri. Vit gittu, at ein skriða mundi vera lopin, og tað vísti seg eisini at vera so. Eg leyp niður, men eg vildi ikki trúgva mínum egnu eygum. Húsini vóru lækkað tvær hæddir og trýst langt út á vegin. Eg sá bilar bið blunkljósum og nógvan royk. Soleiðis greiðir tann 71 ára gamla Torun Eriksen frá tí, sum hendi í Ålesund í nátt. Klokkan var trý korter til fýra í morgun, tá løgreglan í Ålesund fekk boð um, at íbúðarhúsini á Fjelltunvegen 31 vóru um at rapa. Tað var greitt, at ein skriða hevði rakt húsini og flutt tey einar sjey metrar út á vegin. Tær báðar niðastu hæddirnar vóru illa farnar. Húsini á Fjelltunvegen 31 vóru í seks hæddum, og 21 fólk búðu í teimum 10 íbúðunum. Tað eydnaðist 16 teirra at sleppa út, og tey vórðu alt fyri eitt flutt á sjúkrahús, sjálvt um eingin teirra hevði fingið stórvegis skaða, skrivar NTB. Løgreglan og bjarging­ arlið fóru alt fyri eitt at leita eftir teimum fimm, sum ikki vóru komin afturíaftur, men bjargingararbeiðið var trupult, tí eldur var í húsun­ um og nógvur roykur. Virkandi borgarstjórin í Ålesund, Lodve Solholm, sigur við NRK, at fólk í Vesturnoregi eru von við, at náttúran ger um seg við hvørt, men at eingin kortini hevði ímyndað sær, at nak­ að slíkt fór at henda í býnum. ­ Hetta fer at seta sín dám á býin í langa tíð. Sjálvt um vit eru 70.000 í tali, eru tað mong, sum kenna mong og tískil eisini tey fimm, sum ikki eru komin afturíaftur, segði Lodve Solholm við NRK fyrrapartin. Umleið 30 fólk fjala seg í djúpum holum í Penza-landslutinum í Russlandi, har tey bíða eftir dómadegi Nú um páskirnar royndi løg­ reglan og ein prestur at fáa saqmband við dómadags­ fólkini, men tá tey fóru at skjóta upp úr holunum, noyddist løgreglan og prest­ urin at taka seg aftur. Fólkini niðri í holunum hava boðað frá, at tey bíða eftir dómadegi, sum kemur tann 28. mai, siga tey. Russisku myndugleikar­ nir siga, at umleið 30 fólk eru niðri í holunum í Penza, sum er miðskeiðis í Russ­ landi. Fleiri børn eru teirra millum. Myndugleikarnir hava skuldsett oddamannin hjá dómadagssektini fyri átrúnaðarliga og tjóðskapar­ liga øsing. Tey bíða eftir dómadegi Ein prestur roynir at fáa samband við dómadagsfólkini, men til fánýtis Mynd: Russiskt sjónvarp) Hildu tað vera jarðskjálvta Tær báðar niðastu hæddirnar hoyknaðu undan hinum fýra hæddunum Mynd: Scanpix