mikudagur 26. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 58 - 26. mars 2008
- Vit eru nú meira
sannførdir enn
nakrantíð um, at
vit hava sáttmálan
og rættin á okkara
síðu og øll, vit møta
á gøtuni – heilt frá tí
lægsta til hin hægsta
- heita dagliga á
okkum um at standa
fast við, at sáttmálin
skal haldast, siga
dekkarar á Carlton,
sum Sosialurin hevur
tosað við í morgun
Carlton-málið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið bar útvarpið
hjá Kringvarpinum tey tíð
indi, at Hanus Hansen, reið
ari hjá umstrídda pelagiska
skipinum Carlton, ætlar sær
á fund við Altjóða Flutn
ingsfelagsskapin, ITF.
Hanus er í hesum døgum
í London í páskafrí og hev
ur boðið sær at hava fund
við ITF um Carltonmálið.
Sambært útvarpinum hev
ur ITF sett sær fyri at royna
at loysa trætuna millum Før
oya Fiskimannafelag og
reiðaríið hjá Carlton.
Reiðarin sigur seg vera
bjartskygdan og ynskir eina
loysn í málinum.
Sambært útvarpinum sig
ur stjórin fyri sjóvinnuvirk
seminum hjá ITF, Fabrizio
Barcelona, at felagið helst
ikki vil seta altjóða bann
móti Carlton, og í viðmerk
ing sigur formaðurin í Før
oya Fiskimannafelag, Jan
Højgaard, at altjóða bann
helst ikki er besta loysnin. Í
aðrar mótir hóttir Jan við at
siga limaskapin hjá FF í
ITF upp, um altjóða bann
vísir seg at vera einasti
møguleikin til loysn av
málinum, og felagsskapurin
kortini ikki vil seta hetta í
verk.
Meira sannførdir
Teir fimm dekkararnir, sum
framvegis ganga heima og
bíða eftir eini loysn, hava
einki hoyrt frá reiðarínum
seinastu 23 vikurnar.
Vit vita einki meira enn
tað, sum fjølmiðlarnir siga
okkum.
Sambært dekkarunum er
støðan nú meira fastløst
enn nakrantíð – ikki minst
eftir, at reiðarin hevur dittað
sær at taka málið upp við
ITF.
Vit eru nú meira sann
førdir enn nakrantíð um, at
vit hava sáttmálan og rættin
á okkara síðu og øll, vit
møta á gøtuni – heilt frá tí
lægsta til hin hægsta heita
dagliga á okkum um at
standa fast við, at sáttmálin
verður hildin. Hvørki meira
ella minni.
Men eru tit, sum manning
í hesi truplu støðu, ikki sinn
aðir til at finna eina mill
umloysn?
Jú, tað hava vit verið, og
tað er júst hetta, vit hava
lagt upp til nú í meira enn
eitt heilt ár. Vit hava sagt
okkum vilja slaka í prosent
um, um hetta geldir alla
manningina, eisini yvir
menninar. Men tað einasta,
sum er hent í hesi tíðini, er,
at yvirmenninir hava fingið
ein uppaftur størri part av
»køkuni«. Tað eru ikki bara
prosentini, ið telja, men so
sanniliga eisini partarnir.
Vit kundu saktans farið
niður í býtisprosentinum,
um vit eins og yvirmenninir
fingu meira enn tann eina
partin. Men tað fáa vit ikki.
Úrslitið er, at meðan yvir
menninir nú fáa ein størri
part av hýruni, enn teir
fingu áður, hava vit við
lækkingini úr 27% niður í
23,24% fingið ein minni
part.
Vorðnir treiskari
Dekkarar, sum Sosialurin
hevur tosað við í morgun,
halda, at soleiðis sum reið
arin hevur viðfarið málið –
ikki minst í seinastuni er
eingin orsøk til at slaka í
býtisprosentinum, sum er í
sáttmálanum.
Men tað er ikki bara
sáttmálin um býtisprosent,
sum ikki verður hildin av
reiðaranum. Vit hava verið
seks túrar higartil í ár, men
enn eru vit framvegis bara
avroknaðir fyri tveir av hes
um, og vit hava bíðað eftir
øðrum avrokningum longri,
enn sáttmálin loyvir.
Sum skilst á monnum, er
teir vorðnir treiskari, sum
seinastu
dagarnir
eru
gingnir.
Vit, sum eru í landi,
standa saman, og saman við
okkum
stendur
Føroya
Fiskimannafelag. Vit eru
ikki boygnaðir í knøunum,
sum dagarnir eru gingnir,
men heldur eru knøini
vorðin stívari, siga teir í
morgun.
Dekkararnir á
Carlton gerast
bara treiskari
Aker letur aftur
Aker Seafood hevur gjørt av at steingja fiska
virkið, sum felagið hevur í norðurnorska býnum
Melbu. Aker fekk herfyri fleiri átalur frá Mat
vørueftirlitinum, tí at viðurskiftini á virkinum í
Melbu vóru ikki nøktandi, og tað eru hesar
atfinningarnar, sum hava fingið felagið at lata
virkið aftur, skrivar Nordlys. Tað er serliga mót
tøkan, sum stendur fyri skotum, og Aker hevur
lovað at bøta um viðurskiftini har. Tá alt er gjørt,
letur virkið uppaftur.
Atfinningar frá Matvørueftirlitinum fingu Aker at lata virkið í Melbu
aftur
(Mynd: Nordlys)
- Vit, sum eru í landi, standa saman, og saman við okkum stendur Fiskimannafelag. Vit eru
ikki boygnaðir í knøunum, sum dagarnir eru gingnir, men heldur eru knøini vorðin stívari, siga
dekkarar við Carlton
Mynd: Skipalistin
- Eingin av okkum
fer at siga upp,
men vit kunnu ikki
ganga heima og
mala og einki gera,
siga dekkarar, sum
bíða eftir Carlton-
málinum
Carlton-málið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um mánaðarskiftið mars/
apríl hava teir fimm dekk
ararnir, sum eru raktir av
mynstringarbanninum hjá
Føroya
Fiskimannafelag
mótvegis pelagiska skip
inum Carlton, gingið heima
tað mest av einum mánaða.
Vit kunnu ikki bara
ganga heima og mala, men
vit fara ikki at siga okkum
úr starvi hjá reiðarínum,
sum eigur og rekur Carlton.
Onkur hevur verið onkran
útróðrartúr, onkur hevur
smíðað, og onkur hevur
landað á Toftum. Í dag fer
so tann eini av okkum av
landinum og fer við einum
útlendskum svartkalva og
kongafiskaskipi.
Hesin
mynstrar ikki umborð, tí
skipanin har er ein onnur
enn her heima. Soleiðis
hevur hesin dekkarin heldur
ikki sagt seg úr starvi við
Carlton.
Tá ið Carlton varð raktur
av
mynstringarbanninum
fyri limir í Føroya Fiski
mannafelag, skuldu fýra av
fimm dekkarum við aftur.
Hin fimti dekkarin eins og
kokkurin skuldu í land at
halda frí.
Hesir seks av manningini
á Carlton vita í dag ikki,
hvør endin verður av hesum
stríðnum, nú einki røkist
fyri, at reiðarin og felagið,
har teir eru limir, ikki kunnu
semjast um eina loysn, sum
allir partar kunnu góðtaka.
Onkur er eisini biðin
við føroyskum ísfiskaskipi,
men tá ið neyðugt er at
mynstra, hevur Føroya Fiski
manafelag rátt viðkomandi
frá at taka henda kjansir.
Um tú mynstrar við øðrum
skipi, kann tað samstundis
tulkast sum um, at tú hevur
sagt teg úr starvi.
Og tað er ikki hetta, sum
dekkarar og kokkur vilja.
Vit vóna, at reiðarin sær
tað neyðuga í, at sáttmálin
verður hildin, og í løtuni
hava vit ongan sum helst
hug til at slaka.
Dekkararnir
siga
seg
onga løtu ivast í, at tað eru
menn umborð á Carlton,
sum taka teirra arbeiði upp,
nú mynstringarbannið er
galdandi.
Vit eru vanliga 4 dekk
arar við skipinum, og van
liga hjálpa 1. og 2. stýri
maður og maskinmaðurin,
sum hevur vakt, til, tá ið
mest er at gera. Nú eingin
dekkari er við Carlton, er
greitt, at onkur annar tekur
arbeiði hjá okkum, siga
dekkararnir.
Fyrsti dekkarin fer av landinum í dag