mikudagur 26. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 26. mars 2008
tíðindi
– tann politiski brúkarin
eisini nevndur.
Ávirkar
kappingarførið
Eisini vísa tey á, at einstaka
vinnulívsfólki tekur ikki
stig til umhvørvisverndartil
tøk, um tað samstundis
minkar um kappingarføri
hjá viðkomandi. Tí er veru
ligi móttakarin av allari
kunning um veðurlagsbroyt
ingar og orkunýtslu polit
iska skipanin.
Stórur tørvur er á, at
politisk stig verða tikin sum
skjótast,
sigur
Ólavur
Gregersen. Og tey vísa á, at
vinnan eftirlýsir eisini til
tøk, millum annað, tí tað er
eitt krav frá brúkaranum, at
kunna spora framleiðsluna.
Men skal kappingin vera
jøvn, tiltøkini munandi og
fortreytirnar hjá vinnuni at
virka undir í framtíðini
gjøgnumskygdar,
mugu
mannagongdir og lógarverk
vera púra greið, frá nú av
og mong ár fram.
Nógvir fyrilestrar
Sum sagt verða nógvir
spennandi
fyrilestrar
at
hoyra. Evnini, sum ætlanin
eru at lýsa eru: Havfram
leiðslan, varandi orka og
orkusparing.
Vit mugu vita, hvussu
veðurlagsbroytingarnar
ávirka havumhvørvið og
livilíkindini
í
havinum.
Hetta fara tríggir ymiskir
fyrilestrar at umrøða, sigur
Ólavur Gregersen. Hann
vísir á, at Føroyingar og før
oysk gransking hava gjørt
sær nógvar royndir síðstu
árini, og at Føroyar eru ser
stakar í so máta, at vit liggja
avbyrgdar mitt úti í Atlants
havi og liva av og í náttúr
uni.
Tí snýr ein fyrilestur
seg um, hvussu til stendur
við
toskaaling,
sum
alternativ til veiddan fisk,
sigur Ólavur Gregersen.
Ein norðmaður fer eisini
at greiða frá um royndirnar
hjá norðmonnum við spor
føri og dokumentatión í
fiskaframleiðsluni. Úr Ís
landi fara vit at frætta,
hvussu íleggjarar og fígg
ingarstovnar
meta
um
burðardygga
framleiðslu,
og um tað møguliga er ein
fyrimunur fyri at fáa fígg
ing, at framleiðslan verður
rikin
á
burðardyggum
grundarlagi.
Dýrabara orkan
Í mun til orkunýtsluna er
tað rættiliga hugstoytt at
vita sær, at orkunýtslan er
ein hin størsta útreiðslan
hjá vinnuni. Sagt verður
millum annað, at 22 prosent
av inntøkunum frá útflutn
ingi føroyinga fer til at
keypa olju fyri, sigur Tór
unn Ellinsgaard. Og Ólavur
Gregersen vísir í hesum
sambandi á, at tað serliga er
áhugavert at kanna, hvussu
vit kunnu spara olju í skipa
flotanum og í oyggjasam
felagnum sum heild.
Her kundi til dømis ver
ið talan um, hvussu vit
kunnu framleiða tilfeingi til
orkuframleiðsluna,
sigur
Ólavur Gregersen. Og hann
vísir á, at fleiri lovandi før
oyskar verkætlanir eru í
umbúna og aðrar hava
longu prógva sítt virði.
Eitt er, at vit kunnu
granska okkum fram til var
andi og alternativar orku
keldur fyri føroyingar. Men
í alheims høpi er sjálvandi
munabetri, bæði fyri um
hvørvi og føroyskan út
flutning, um allur heimurin
er avtakari av okkara loysn
um, sigur hann. Og hann
nevnir verkætlanir við før
oyskum bakmonnum, sum
Injector Trawldoors
hjá
JanAllan Müller, sum vit
øðrvísi
trollemmunum
minka um orkunýtsluna.
Ella Decision 3 við Dánjal
Jákup Jacobsen, sum hevur
framleitt eina skipan, ið
regulerar
havmótstøðuna
hjá skipum. Og úrslitini hjá
Gilla Trónd, sum framleiðir
orku úr tara.
Hetta er alt viðkomandi
fyri Føroyar, tí her kunnu
vit geva okkara íkast til
varandi orku og burðardygga
framleiðslu, sigur Ólavur
Gregersen, sum millum
annað fegnast um, at fólk
koma líka úr Brasilia, fyri
at kunna seg um føroysku
loysnirnar.
Samskipa
verkætlanir
Men skal gransking og
menning av alternativari og
varandi orkunýtslu á sjó
num vera lívi lagað, er
eisini neyðugt at samskipa
hesar verkætlanir. Ætlanin
er, at ráðstevnan skal gerast
spírin til Trans Atlantic Cli
mate Institute, TACIT, sum
er ein altjóða granskingar,
menningar og útbúgvingar
stovnur innan havumhvørvi,
ið skal samskipa arbeiðið á
havumhvørvisøkinum mill
um USA og Evropa.
TACIT er ein vitanar
depil, ið skal samskipa og
fáa til vega fígging til verk
ætlanir innan veðurlags
broytingar á sjónum, sigur
Ólavur
Gregersen.
Her
verður eisini hugsað um at
inndraga vinnuna í fígg
ingina, tí hon hungrar eftir
loysnum, sum kann minka
um orkunýtsluna og um
útlátið. Ólavur Gregersen
ímyndar sær, at høvuðssætið
fer at vera í Føroyum. Men
enn er ikki greitt, hvør skal
umsita stovnin, tí enn er tað
bert á hugskotsstøði.
Vit hava sjálvandi gjørt
nakrar forkanningar og eftir
øllum at døma er áhugi
bæði úr norðurlondum og í
USA, sigur hann og leggur
afturat, at tað hevur stóran
týdning, at vit hava úrslit
og granskingarumhvørvi at
vísa á í hesum sambandi.
Eitt nú at Bogi Hansen,
professari í havfrøði, virkar
í Føroyum, sigur hann at
enda.
Ólavur Gregersen, samskipari,
og Tórunn Ellingsgaard,
tíðindasamskipari, í
kavanum, sum tíbetur er
veruleiki enn í dag
11
Vit fáa ikki greitt frá í
smálutum hvussu skipanin
virkar, fyrr enn greiða er
fingin á ymsum spurningum
viðvíkjandi rættindum, sig
ur Dánjal Jákup Jacobsen,
sum er stjóri í fyritøkuni,
Decision3. Teir eru tríggir
eigarar, Dánjal Jákup Jacob
sen, M.Sc., Phd í anvendt
matematik, Jóan Petur Peter
sen, M.Sc. í informatikki,
og Ólavur Simonsen, B.Sc.
í telduvísund.
Men teir tríggir seta seg
tó niður og geva eitt lítið
innlit í grønu skipanina,
sum kann geva skipavinnuni
stórar oljusparingar.
Skipanin, sum teir hava
ment, eitur GreenSteam –
Grøn framferð.
Hetta er ein decision
support skipan, ella ein
stuðul til rættar avgerðir,
greiðir Dánjal Jákup Jacob
sen frá. Við skipanini fær
skiparin vitan frá ymiskum
mátitólum, sum geva hon
um møguleika at tillaga
skipið
til
umstøðurnar,
soleiðis at oljunýtslan kann
setast niður.
Hetta ljóðar einfalt, men
er ein nýggj slóbrótandi
skipan, sum eingin annar
hevur ment fyrr. Tí hevur
fyritøkan vakt altjóða ans.
Avtala er gjørd við stóra
danska reiðaríið, Norden,
um at royndarkoyra skipan
ina í nýggjum skipum hjá
reiðarínum, og útlendskir
íleggjarar hava eisini víst
áhuga at seta pengar í felag
ið.
Frá hugskot til skipan
Spírin til hesa væleydnaðu
føroysku granskingarætlan
var ein lítil spurningur frá
einum
forvitnum
pápa.
Ólavur Simonsen greiðir
frá:
Eg las á setrinum tá, og
vit gjørdu eina verkætlan,
har vit brúktu ultraljóð at
máta stuttar avstandir. Pápi
er skipari, og ein dagin spur
di hann meg, um tað ikki
bar til at brúka hetta til at
mátta hvussu langt niður
skipið stakk. Hann var van
ur at hava fólk umborð,
sum mátaðu við centir
meturmáli, og hann helt, at
hetta átti at verðið gjørt
snildari.
Ólavur Simonsen sigur,
at hann helt hetta vera eitt
spennandi hugskot, men
verkætlanin varð ikki til
meira, tí hann fór í starv hjá
Landsbyggifelagnum. Men
seinni fekk hann samband
við nakrar íslendingar, sum
tókust
við
mátingum
umborð á skipum, og felag
ið Marorka Føroyar varð
sett á stovn.
Eg fann út av, at tað
skuldi nógv programmering
til, og tí ringdi eg til Jóhan
Petur Petersen, vit kendust
frá setrinum. Seinni fingu
vit samband við Dánjal Ják
up Jacobsen, sum er serkøn
ur
innan
matematiska
modelering.
Matematisk modelering
finnur mynstur í mátingum
hon skilur so at siga sann
leikan aftanfyri tilfeldigheit
irnar, sigur Dánjal Jákup
Jacobsen, sum er ph.d í
anvendt matematik.
Frá gransking
til vinnu
Teir tríggir granskararnir
valdu fyri einum ári síðani
at yvirtaka felagið frá íslend
ingunum og Landsbyggife
lagnum.
Okkara visiónir passaðu
ikki saman við ætlanunum
hjá íslendingunum, og tí val
du vit at fara hvør til sítt.
Vit yvirtóku felagið og
broyttu navn til Decision3.
Men tað snýr seg ikki
bara um at menna, marknað
arføring skal eisini til, og
hóast felagið fær hjálp frá
Kleking (Samvit) til hølir
og bókhald, so hava mennin
ir handan Decision3 eisini
sjálvir funnið sær føroyskar
og útlendskar samstarvs
partnarar.
Okkara royndir við
Smyrli, har vit hava royndar
koyrt GreenSteam, vísa, at
Smyril tildømis kann spara
um eina millión krónur um
ári í olju, um teir keypa okk
ara skipan. So tað eru heilt
avgjørt góð útlit fyri skipan
ina.
Í løtuni eru teir í ferð við
at umhugsa víðari fígging.
Teir hava søkt stuðul úr
granskingargrunnum,
og
bæði føroyskir og útlendskir
íleggjarar hava víst áhuga.
Vit leita eisini eftir ein
um góðum skipselektrikara,
og skjótt skulu vit nokk eisi
ni seta sølufólk. So framtíð
in sær grøn út, sigur gransk
arin og stjórin á føroysku
fyritøkuni, sum verður ein
av slóbrótandi grønu fyri
tøkunum á altjóða ráðstevn
uni TACC 08 í apríl.
granskarar