mikudagur 26. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 26. mars 2008
13
Seytjandi partur
Ezekiel profetur, hin triði
av teimum fýra stóru pro
fetunum, fekk veldigar
opinberingar. Í fyrsta
kapitli sigur hann frá,
hvussu hann sá Gud sita á
einum hásæti. Gud sat uppi
yvir einum hvølvi, og
undir hvølvinum vóru fýra
verur og hjól full av eyg
um, eldur osfr.
Í aðru Mósebók 33, 18
lesa vit, at Móses vildi
síggja dýrd Harrans. Hann
fekk loyvi at síggja Gud
uppá bakið, men andlit
mítt kann einki menniskja
síggja, segði Harrin. Her
hjá Ezekiel síggja vit tað
sama. Tað sum Ezekiel
sær, er óklárt. Lat okkum
hyggja eftir versi 26 og 27
í 1. kapitli:
“Uppi yvir hvølvinum,
ið var yvir høvdum teirra,
var nakað, ið sá út til at
vera av safirsteini, og sum
líktist hásæti; og uppi á
hesum, ið líktist hásæti,
var Ein, sum av útsjónd
líktist menniskja.
Eg sá nakað, ið líktist
blonkum málmi sum eld
at síggja við ringi av ljósi
rundanum, frá har sum
lendar Hansara tyktust at
vera og uppeftir. Men frá
har sum lendar Hansara
tyktust at vera og niður
eftir, sá eg nakað, ið sá út
sum eldur, og rundan um
Hann var bjart skin.”
Í fjórða parti skrivaði eg
um, tá ið Gud kom niður
til ísraelsmenn at búgva
hjá teimum, og vit lesa í
kapitli 40,34 í 1. Mósebók,
at dýrd Harrans fylti taber
naklið. Her í teimum fyrstu
kapitlunum hjá Ezekiel,
síggja vit dýrd Harrans
flyta seg og fara úr templi
num og burtur. Ein ræðulig
tíð hjá judafólki. Eini 56
ár seinri fall judaríki, og
fólkið varð herleitt til
Bábel. Alt grunda á ólýdni
fólksins móti orði Harrans.
Sjeyti ár seinri slapp ein
leivd heimaftur, men nú
var Ísrael ein landspartur
av heimsríkjunum. Síðani
gingu eini fýrahundrað ár
ella so, tá koma vit fram til
Jesu tíð. Jødarnir vrakaðu
sín Messias, sum vit vita,
og ár sjeyti eftir Kristi
føðing gekk landsparturin
til grundar. Tað seinra
templið var sorlað sundur
av herinum hjá Titus, og
ísraelsfólk spjatt út um
allan heimin, júst sum
profetarnir høvdu spátt
skuldi ganga.
Hevur hetta nakað at
læra okkum. Jú vissuliga.
Eg havi fyrr nevnt hetta,
sum stendur hjá Jeremiasi,
at Harrin sigur í kap.25,29:
Staðin, ið kallaður er við
navni mínum, læt eg jú
vanlukkuna koma yvir
fyrst – og so skuldu tit
sloppið! Nei.
Nei, tú fert ikki at sleppa
undan, um tú vrakar orð
Harrans og ikki vilt taka
ímóti Jesusi sum tínum
frelsara.
Her hava vit aftur sæð
eitt dømi um, hvussu
skriftirnar eru komnar til
okkara. Hvussu trúvert
orðið er og til fulnar vert at
verða fagnað, sum Paulus
sigur. Hetta hevur verið so
sjálvsagt at góðtaka fyri
føroyingar, bíblian hevur
verið hátt vird í tann máta,
at ikki hevur verið sagt
henni ímóti, hóast at hon
als ikki hevur verið fylgd
mangan. Syndin hevur
dominerað ímillum okkara,
men fólk hevur góðtikið, at
tað er skeivt tey gera. Tað
kemur av, at Bíblian hevur
verið góðtikin, sum tann
høgi status, sum hon er.
Men nú er vent í holuni í
Føroyum. Fólk rópa upp og
krevja sín rætt at liva, sum
teimum lystir beint ímóti
greiðu boðum Guds, bæði
undir tí fyrra sáttmálanum,
lógini, og tí seinra, náðini í
Jesusi Kristi. Avleiðing
arnar eru øðiligar. Mørkini
verða flutt, soleiðis at
forfedrar okkara høvdu
vent sær í grøvini, um tað
bar til. Og hugsa til dømis
um okkurt, sum kom fram
í ungdómstinginum her
fyri. Skammiligt. Og
okkara háttvirdu formenn í
tinginum sita á hesum
høga palli og nikka til, sum
um man tosaði um fisk.
Eingin mótmælir. Tað er
kanska ikki so nemt. Hesin
skúlaungdómur er kanska
førdur heilt bak ljósið við
bara at læra, at likamið
kann gerast sjúkt, men ikki
hevur verið dentur lagdur
á, hvussu farligt tað er fyri
sálina at kasta seg út í
ólevna og synd, hvussu
neyðugt tað er at fylgja
teimum gomlu markaskjøl
unum, sum aftur eru bygd
á tær heiløgu skriftirnar.
Avleiðingarnar av hesum
aftur verða brotin hjúnaløg,
børn fødd uttan fyri
hjúnalag, harav ein partur
má drepast í móðurlívi,
meina summi.
Føroyingar vendi við.
Sum nú er gongur beint
ímóti eggini.
Á ættarlið! Gev orði
Harrans gætur. Jeremias
2,31.
Framhald
Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud
RichaRd
danielsen
Ætlaði ikki at leggja
meg út í leikin hjá Jan
Højgaard við Carlton,
har myndin kanska ikki
er so hvørthvít, sum
tað verður sett upp.
Men tá hann fer at seta
høvd uppá tað, sum er
farið fram í FF undan
hansara tíð, skal gerast
ein viðmerking.
Í Rás 2 hevur hann
sagt, at FF hevur sovið
í tímanum viðvíkjandi
sáttmálan hjá
nótaskipum.
Hevur ongan førleika
í sáttmálaspurningum
Tað skal fyrst sigast, at
Jan Højgaard ikki hevur
nakran sum helst
førleika til at gera nakra
sum helst meting um
sáttmálagerð hjá
nøkrum.
FF hevur nú samráðst
um sáttmála í 96 ár.
Seinastu samráðingar
hava verið tær fyrstu,
har formaðurin ikki
hevur verið førur fyri at
samráðast við
mótpartin uttan hjálp
frá einum
fiskimannafelagnum
púra óviðkomandi
persóni, hóatst alt reyp
undan valinum um tað,
sum hann skuldu fáa
framt. Meira ússaligt
kann tað ikki vera.
Dugnaloysið hjá Jan
Højgaard kom júst til
sjóndar við úrslitinum
av hesum kaotisku
samráðingum, har
fiskimenn vóru í
verkfalli í 18 dagar fyri
eitt úrslit, sum einhvør
annar formaður hevði
klárað uttan verkfall.
Eitt verkfall sum kost
aði fiskimonnum
milliónir.
Málið við Carlton er
ein endurtøka av
hesum, har fiskimenn
nú hava mist stóra
inntøku í bestu tíð á
fjórðu viku. Men Jan
Højgaard hevur eisini
sagt, at nú skuldi hann
hava sítt ígjøgnum uttan
mun til kostnaðin eisini
hjá fiskimonnum!
Annars er
nótaskipasáttmálin eitt
gott dømi um, hvussu
tað ber til at gera ein
sáttmála, sum hevur
givið fiskimonnum
nógv tær bestu
inntøkurnar hjá
vanligum løntakarum í
landinum. At reiðarapart
urin eisini hevur havt
vinning, hevur havt til
úrslit, at somu
fiskimenn hava og fáa
millum mest fram
komnu arbeiðspláss í
heiminum.
Jan Højgaard roynir
at skaða fiskimenn
Tað er greitt, at fyri
hvønn dag verður
fiskimannafelagið sett
aftur í tíðina. Tað vísir
seg, at Jan Højgaard við
sínum skerda førleika
enntá beinleiðis roynir
at skaða áhugamálini
hjá fiskimonnum. Hetta
er millum annað gjørt
við fleiri ferðir at
krevja beinleiðis
skattahækking fyri
fiskimannainntøkur.
Fekk hann sín vilja
høvdu fiskimenn komið
at gjalda leysliga mett
10 mill. krónur meira í
skatti enn við galdandi
skattalóg. Slík roynd at
skaða egnar limir er
neyvan sæð fyrr í
nøkrum fakfelag.
Frágreiðing um
verandi støðu í FF kann
eisini fáast í teirri fyri
Jan Højgaard sera
avdúkandi ársfrágreið
ingini, hann legði fram
á seinasta landsfundi
hjá FF. Stórur partur av
hesi frágreiðing verður
nýtt til at gera
fiskimenn til nøkur
ólukkudýr, sum verða
hataður av restina av
samfelagnum, og hvørs
viðurskifti verða
sammett við fólkið í
Burma, sum líðir undir
eitt tað harðrendasta
stýri í heiminum!
Úrslitið av einum
slíkum hugburði er og
verður hareftir.
Fiskimannafelagið
ikki sovið í
tímanum
Óli
Jacobsen
Í Sosialinum hin 17.
mars í ár hevur Símun
Absalonsen drúgva grein
um kjakmentanina, sum
hann heldur at vera í
kreppu. Í greinini rør
Símun Absalonsen framundir, at hann sjálvur heldur enn
Hans Andrias Sølvará hevði uppiborið at fingið
heiðurslønina fyri heiðurligt kjak. Eg haldi so við, og
presturin Olofsson er eisini av somu áskoðan. Í hvussu so
er skuldi hann fingið heiðursløn fyri treysti og treiskni.
Í greinini sigur hann m. a.: “At Flew hevur svikið sína
gomlu “trúgv” hevur fingið øði í Dawkins, sum metir, at
Flew kanska er vorðin senilur”. Í kelduávísingini undir
greinini verður víst til “The God Delusion” av Richard
Dawkins. Ikki dugi eg at síggja, at Richard Dawkins
nakrastaðni í tí bókini sigur, at Flew er vorðin senilur, so
endurgevingin má koma onkra aðra staðni frá, tí ikki fái
eg meg at trúgva, at ein gudsmaður, sum vil hækka
kjakmentanarstøðið, endurgevur skeivt. Í hvussu so er
ikki við vilja.
Áhugavert hevði tí verið at fingið at vita, hvaðani
endurgevingin stavar. Ella eru tað míni viknandi eygu,
sum hava svikið meg?
Kjakmentan og trúvirði
a. GuttoRmuR
dJuRhuus
Til okkara kosnu menn og kvinnur!
Nær fara tit at taka upp til viðgerðar okkum pensjónistar á ein virðiligan hátt?
Vit hava ikki ráð at koyra hitan frá, bæði tí at oljan er dýr, og so hattar dýra
oljuavgjaldið. Av tí at pensjónin ikki røkkur til, hava vit tørv á at oljugjaldið verður
tikið burtur, og mvg’ið eisini.
Einligir pensjónistar sita køld í húsum sínum
Sørvágur
daGny
PeteRsen
Lesið
- so eru tit við