mikudagur 26. mars 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 58 - 26. mars 2008
Hans Andrias Sølvará
Símun Absalonsen tykist halda,
at tað er ein treyt fyri góðum
kjaki og hollari gransking av
Bíbliuni, at kjakarar og
granskarar frammanundan hava
góðtikið trúarjáttanina, sum er
fest á blað 300 ár eftir deyða
Jesusar. Í so fall er kjakmentanin
í Føroyum og vísindaligi
førleikin hjá teimum ónevndu
granskarum, sum SA prýðir seg
við, í stórari kreppu.
Kjak uttan grundgevingar
SA skal hava stóra takk fyri, at
hann varpar ljós á bókina hjá
mær, Guds orð ella orð um Gud,
men eg má viðganga, at hvat
innihaldi viðvíkur gjørdist eg
ikki sørt vónsvikin av støðinum í
greinini. Eg hevði satt at siga
rokna við at finna onkrar góðar
grundgevingar í greinini hjá SA,
sum eg og onnur kundu fyrihalda
okkum til, men har er ikki ein
grundgeving at finna í allari
greinini - einans illgitingar og
ógrundað uppáhald, stutt sagt
trúgv á tað ósannlíka.
Tað er torført at verja seg ímóti
álopum frá eini grein, sum
einans inniheldur uppáhald,
illgitingar og ósannlíka trúgv,
men tað ber sjálvandi til at gera
viðmerkingar til sjónarmiðini
handan álopini. SA setur fram
tvey sløg av pástandum í grein-
ini, sum eg fari at gera við-
merkingar til. Annað snýr seg um
viðurkendar bíbliugranskarar og
hitt um viðurkenda bíbliu-
gransking.
Bíbliugranskarar
SA heldur uppá, at eg prýði meg
við nøkrum útvaldum “hetjum”,
meðan hann kennir nakrar
“vísindamenn”, sum eru nógv
klókari og viðurkendari enn teir,
sum eg prýði meg við. Hvørjir
hesir vísindamenn eru, ella hvat
teir vísindaliga sæð standa fyri,
fáa vit einki at vita um. SA nýtir
nærum ein heilan teig av greinini
til tílíkt tómt tos. Eg havi grund-
givið fyri mínum sjónarmiðum,
og víst til ein hóp av viðurkend-
um og navngivnum granskarum,
men tað hevur ongan áhuga. SA
dámar betur at kasta við steinum,
meðan hann fjalir seg handan
húsaveggin.
SA tykist halda, sum vanligt
er, tá grundgevingar vanta, at
best man vera at royna at sáa iva
um førleikan hjá mótstøðufólku-
num heldur enn at viðgera teirra
grundgevingar. T.d. tykist SA
halda, at Dawkins og Harris, sum
annars ikki eru grundarlagið
undir míni bók, ikki hava nakað
íkast at geva til kjakið, tí teir eru
“víðgongdir gudloysingar”. Fær
man ikki bóltin, so fer man eftir
manninum.
Grundgevingarnar í bók míni,
sum SA ikki kemur inn á við
einum orði, kunnu heldur ikki
nýtast, tí talan er um “víðgongda
rationalismu”. Hvat hendan
orðingin merkir, fáa vit ikki
nakað at vita um, men kanska
merkir hon, at ein støddfrøðingur
er “víðgongdur rationalistur”, tá
hann heldur, at 2 plus 2 er 4. Og
kanska er ein bíbliugranskari
“víðgongdur rationalistur”, um
hann heldur, at endin á Markus-
evangeliinum og søgan um
kvinnuna, sum varð tikin í
hordómi í Jóhannesevangeliinum
ikki hoyra heima í Bíbliuni, tí
hesir tekstir ikki standa í teimum
elstu handritunum. Tað sama
kann kanska sigast um ein
granskara, sum heldur, at ættar-
talvurnar hjá Jesusi í Matteus og
Lukas stríða ímóti hvørjari
aðrari, tí hvørki nøvn ella tal á
nøvnum í teimum fáast at
samsvara. Ein “víðgongdur
rationalistur” tykist vera eitt
ódjór, sum setur almennan
rationalitet omanfyri persónliga
trúgv, ta sannlíku frágreiðingini
omanfyri ta heilt ósannlíku.
Tá SA hevur sátt misálit á mín
tekst við illgitingum, so ger hann
Gud hjálpi meg júst tað sama,
sum hann leggur meg undir at
hava gjørt. Tann seinasti teigurin
av greinini er nærum allur sum
hann er ein ramsa av sjónarmið-
um hjá tí “mæti” og “størstu”
hetjuni í seinastu øld. Nú fáa vit
enntá eitt navn, “trúarverjin” C.
S. Lewis. Tað ber væl til hjá SA
at nýta sama retorikk, sum hann
leggur meg undir at føra fólk í
óføri við. Helst hevur SA eina
betri sak enn eg, har málið
rættvísger amboði. Tað sæst av,
at tá niðurstøðan kemur, “menn
iskjans mytur eru ævintýr”,
kristna mytan er “Guds ... sann
leiki”, so er heimildin ikki ein
bíbliugranskari, men ein kendur
skaldsøguhøvundur, sum skrivaði
ævintýr av Harry Potter slagnum.
Sanniliga er SA er ikki bundin
at nakrari “víðgongdari
rationalismu”.
Viðurkend bíbliugransking
SA sigur einki um, hvørjir hesir
granskarar eru, sum ikki geva
seg undir “víðgongda
rationalismu”, ella hvørjar
grundgevingar teir so munnu
nýta, men hann gevur okkum
nakrar áhugaverdar ábendingar.
Tann partin av greinini, sum SA
ikki nýtir til at koma við
ógrundaðum uppáhaldum og
illgitingum, nýtir hann til at reka
aftur tað, sum stendur í míni bók.
Háttalagið, sum SA her nýtir, er
rættuliga kollveltandi fyri alla
(orsakað orðið) “viðurkenda”
bíbliugransking.
Tað, sum SA ger er, at hann
endurgevur brot úr bókini hjá
mær, og síðan setur hann tey upp
ímóti trúarjáttanini, sum er
skrivað 300 ár eftir deyða
Jesusar. Tað tykist vera hetta,
sum teir ónevndu og ógvuliga
viðurkendu granskararnir, sum
SA sipar til, leggja til grund fyri
síni gransking. Tað má vera
soleiðis hesir granskarar arbeiða,
sum ikki vilja geva seg undir
“víðgongda rationalismu”. Tí tað
er púra rætt, hetta hevur einki við
rationalismu at gera. Hetta er
nakað tað sama sum at krevja av
einum søgufrøðingi, at tá hann
lesur tingskjøl um Páll Fanga frá
samtíð hansara í 1650-unum, so
skal hann ikki koma til aðra
niðurstøðu enn hana, ið stendur í
søgnini um Páll Fanga, ið varð
niðurskrivað 250 ár seinni, í
1898. Bíbliugranskarar skulu
v.ø.o. ikki vera “rationellir”, teir
skulu “trúgva”.
Sum søgufrøðingur havi eg
altíð hildið, at granskarar skulu
leggja størstan dent á tær elstu
heimildirnar og minni á tær
yngru. Sambært SA eri eg farin
fullkomiliga skeivur. Tað eru tær
seinnu heimildirnar, serliga
trúarjáttanin, sum skulu avgera,
hvat ein granskari kann loyva
sær at koma fram til. Tað tykist
vera vísindaliga háttalagið hjá
teimum “viðurkendu” men
ónevndu granskarunum hjá SA,
sum ikki eins og eg vilja geva
seg undir nakra “víðgongda
rationalismu”.
Niðurstøðan skal verða givin
frammanundan - í trúarjáttanini.
Grundgevingar og
fornermilsir
Tílíkar greinar, sum hendan hjá
SA, eru ikki við til at menna
kjakið. Greinin hjá SA minnir
mest um firtni frá einum barni,
sum uttan grundgeving krevur at
fáa sín rætt, ella ein hjúnafelaga,
sum roynir at fornerma hin, tá
hann onga grundgeving hevur
eftir. SA tykist halda, at sjónar-
mið hjá Dawkins eru skeiv, tí
hann er “ateistur”, sum harvið
hevur fornerma ávís kristin,
meðan sjónarmið hjá C. S. Lewis
eru røtt, tí hann er “trúgvandi”
og góðtekur trúarjáttanina. Hetta
eru bara ikki grundgevingar, men
trúgv. SA kundi tað sama sagt
við konuna hjá sær, at hon dugur
ikki at vaska upp tí hon hevur
stutt hár. Og onkur annar, sum
dámar betur kvinnur við stuttum
hári, kundi við sama rætti sagt
tað øvugta.
SA heldur kanska eisini, at vit
skulu vraka arbeiðið hjá Albert
Einstein, tí hann segði “Eg kann
ikki ímynda mær ein Gud, sum
lønar og revsar sínar skapningar
ella hevur ein vilja sum tann, vit
uppliva hjá okkum sjálvum.
Heldur ikki kann ella vil eg
ímynda mær eitt menniskja, sum
yvirlivir sín fysiska deyða; lat
veikar sálir, av ótta og meinings
leysari egoismu, fjálga um tílíkar
tankar” Einstein hevur kanska
einki at geva mannaættini, tí
hann eins og Dawkins heldur, at
m.a. onkur kristin eru veik,
meiningsleys og egoistisk.
Einstein hevur eins og Dawkins
fornerma SA, og hann hevur tí
einki at geva. Einstein trýr ikki
rætt og kann tí ikki grundgeva
rætt.
Greinin hjá SA er neyvan
ætlað sum annað enn ein retorisk
roynd at sáa iva um eitt arbeiði,
sum SA ikki dámar. Men tað
hevði nú sømt seg betur fyri SA,
at hann royndi at grundgeva fyri,
at tað, sum eg haldi uppá í bókini
er skeivt, heldur enn at sáa
illgruna um innihaldið við
trúarjáttanini og tómum tosi um,
at hann kennir nakrar nógv
klókari granskarar. Tástani hevði
hann havt eitt veruligt svar
uppiborið - við grundgevingum.
Illgitingar og persónliga trúgv
hjá SA kunnu hvørki eg ella
onnur fyrihalda okkum til sum
annað enn júst illgitingar og
trúgv.
Eini góð ráð frá
einum frøðingi
Sum søgufrøðingur fari eg her at
loyva mær at koma við einum
ráði. Halt fyri Guds skyld trúar-
játtanina, ið er úrslit av 300 ára
longum gudfrøðiligum stríði, ið
m.a. hevði við sær, at bíbilski
teksturin varð falsaður, burtur frá
bíbliugranskingini. Trúarjáttanin
kann ikki nýtast sum heimild til
nakað annað enn júst hetta
stríðið í 300-talinum. Trúar-
játtanin hevur einki sannleiks-
virði, tá tað snýr seg um
gransking, sum roynir at finna
aftur til tann søguligi Jesus. Eg
vóni, at “hetjurnar” hjá SA eru
samdar. Tí skal bíbliugranskingin
samsvara við trúarjáttanina fyri
at “viðurkennast”, so eru bæði
tann “viðurkenda” bíbliugransk-
ingin hjá SA og kjakmentan
hansara í ógvuliga svárari
kreppu.
At enda skal eg vísa á, at tað
ikki er heilt rætt, at eg havi róst
Dawkins og Harris, sum SA
heldur uppá. Tað kundi eg gott
havt gjørt, tí teir duga báðir væl
at grundgeva, men tað einasta,
sum eg havi sagt um teir er, at
uttan mun til, hvat vit onnur
halda um teir, so eiga vit at
gleðast um, at tílíkir djarvir
persónar eru til. Tað merkir ikki
endiliga, at Dawkins og Harris
hava rætt, men tað merkir, at teir
hvessa kjakið við grundgeving-
um, sum onnur noyðast at
fyrihalda seg til.
Tað ger Símun Absalonsen
ikki.
Ps. Tað er óneyðugt hjá SA at
spyrja eftir mínum viðurskiftum
við Várharra. Tey eru júst míni
viðurskifti við Várharra. So vítt
eg veit, so er tað ein viðurkendur
protestantiskur tanki, sum eisini
SA átti at sett høgt. Eg fari so
ikki at spyrja SA eftir hansara
viðurskiftum við Várharra. Tey
eru hansara og hava á ongan hátt
mín áhuga.
Sjónarmið
Símun Absalonsen
Miðlahúsið hevur veitt
virðislønir til ársins mann,
kvinnu og kjakheiðursløn. Eg
ynski vinnarunum tillukku.
Kjakheiðurslønin fór til Hans
Andrias Sølvara m.a. fyri hansara
djørvu skriving. Uttan at tað
verður sagt beinleiðis so man
dópinum í Jordanánni varð
adopteraður til at vera Guds
sonur (s. 115) Jesus hevur mest
sannlíkt verið ...ein so karis
matiskur persónur, at hann við
sínum verumáta og boðskapi
hevur fingið tey, sum rundanum
hann vóru, til at hugsa um Gud
sum ein ítøkiligan
veruleika.(s.146)
ÁJ: sum er gitin av Heilagum
Anda, borin í heim av Mariu
moy
HAS: Søgan um Mariu moy,
giting og føðing Jesusar hevur
einki við tann søguliga Jesus at
gera. Jesus var føddur uttanfyri
hjúnarband av Mariu úr Nazaret,
og Jósef....var lívfrøðiligi faðir
hansara (s 97 107)
leiðini. Men tað man ty
løgið hjá Jóanesi Ejdes
fyrst at yvirtaka fólkaki
við ytru karmum og føg
trúarorðum, og síðani a
ein persón afturfyri at h
skotið trúarinnihald kir
spønir. Og í kirkjuni er
so stór fyri evangeliinu
kirkjuliðið reisir seg tá
verður úr gomlu bókini
fríkirkjur kanska okkur
Fundamentalistisk
rationalisma
Bókin “Orð um Gud” e
á viðgongda rationalism
leikin er avmarkaður til
menniskjað kann hugsa
ímynda sær Og hóast h
Ein kjakmentan í kreppu
Kjakmentanin er í kreppu
– nakrar viðmerkingar til Símun Absalonsen