Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 26. mars 2008 15 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Kaj Tausen í Hovi fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Hovs kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Kaj kunnu lata Føroysku Sjó­manskirkjuni eina peningagávu. Konta í pen­ ingastovnunum. Hertha Andreasen fer til gravar úr Fuglafjarðar kirkju mikudagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Herthu kunnu lata Alzheimersfelagnum eina gávu. Konta í peningastovunum. Kurt Hansen, Tórshavn, andaðist á Landssjúkra­ húsinum páskadag, 72 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum hó­sdagin 27. mars kl. 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggja­ dagin 28. mars kl. 13. Tey, ið vilja minnast Kurt, kunnu lata Lions Club Tó­rshavn eina peningagávu til vælgerðandi endamál. Konta í Eik. Vilborg Vestergaard, ættað úr Hvalba, búsitandi í Havn, andaðist páskadag, 63 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin 26. mars kl. 17. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hó­s­ dagin 27. mars kl. 13. Tey ið vilja minnast Vilborg, kunnu lata Eldrasambýlinum í Hvalba eina peninga­ gávu, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Kurt Hansen Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum páskadag, 72 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum hósdagin 27. mars kl. 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju fríggjadagin 28. mars kl. 13. Vegna tey avvarðandi Kirstin Ann og Lis Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust meg á 90 ára degnum. Ein serstøk tøkk til Vestmanna kirkjukór, sum saman við Hannis sang so vakurt fyri mær. Øll tit, sum hjálptu so væl til í Meinigheitshúsinum. Hjartaliga takk øll somul. Harrin signi tykkum øll. Bestu heilsanir Fanny Johannesen, Sandavágur Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, omma og langomma Vanja Seyer Skaalum Hvalba andaðist og fór til gravar. Tøkk til starvsfólkið á B7 fyri umsorgan og hjálp. Tøkk til Símun, prest í Hvalba, fyri vælvald og troystandi orð, til sangarar og allar kirkjutænarar. Tøkk fyri blómur, heilsanir og gávur til Hvalbiar Kirkju. Ein stór tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Og ein serstøk tøkk til Oddbjørg, Páll og Ingibjørg fyri tykkara trúfesti og hjálp. Hjartans tøkk til øll tykkum, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Døturnar Dagurin 27. mars. Kastor. Tær gomlu søgurnar nevna fleiri annars ó­kend halgimenni, sum itu Kastor og vó­rðu tikin av døgum 27. og 28.mars. Jarðarferð Kistan við Kaj Tausen Hov fer úr kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi fríggjadagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Hovs kirkju leygardagin kl. 13. Familjunnar vegna Sólbjørg og Súsanna Tey, ið vilja minnast Kaj, kunnu lata Føroysku Sjómanskirkjuni eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Fríggjadagin 28. mars kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Hanna Bjartalíð upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Hanni Bjartalíð er úr Klaksvík, hann er útbúgvin á Nordiska Konstskolan í Kokkola í Finnlandi og er búsitandi í Finnlandi. Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð er lyriskt og einfalt. Í myndunum eru smáir figurar, hús og lutir. Á hesi framsýningini í Galerie Focus hevur hann nakað annaleiðis myndevni, við tað at hann málar avskeplaðar andlitsmyndir ella skortar við ymiskum úttrykkum og hartil hevur hann málað húsaskapilsir og fruktmyndir. Framsýningin verður opin til 10. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Fríggjadagin letur Hanni Bjartalíð upp eina framsýning í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu Mynd: Jens Kristian Vang Hanni Bjartalíð í Galerie Focus