Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 58 - 26. mars 2008 tíðindi Tað er ómetaliga kenslu­borið at seta meg at skriva minningarorð u­m mína góðu­ vinkonu­ Vilborg. Orðatakið sigu­r: „Skænk mig en blomst men jeg lever.... „, og tað haldi eg eisini, at vit hava gjørt ígjøgnu­m lívið – Vilborg og eg. Okkara vinarlag hevu­r verið av tí góða gamla slagnu­m, og tí vóru­ boðini 1. páskadag sera tu­ng, at tú ikki var ímillu­m okku­m meir. Hóast eg visti, at tú ikki hevði langa tíð eftir, hevði eg ikki væntað, at tað sku­ldi vera so skjótt. Men tey góðu­ minnini goymi eg í hjarta mínu­m bæði í sorg og gleði. Góða Vilborg, eg sigi tær takk fyri alt tað, vit høvdu­ saman, og vit síggjast aftu­r einaferð. Eg vil gjarna geva eitt dømi u­m, hvu­ssu­ gott menniskja tú vart: Tú arbeiddi í tveimu­m heimu­m her í bygdini. Tey goldu­ sjálvi fyri hjálpina og vóru­ sera glað fyri at hava teg til arbeidis. Síðan kom heimahjálparskipanin í lag, og tá blivu­ tey biðin u­m at søkja u­m at fáa heimahjálp, tí tað var ókeypis. Tey blivu­ øðiliga ørkymlaði u­m hetta og søgdu­ nei, tí tey vóru­ bangin fyri, at tú ikki longu­r ku­ndi arbeida har. Men tú bleiv biðin u­m at søkja og fekk tað. Tey vóru­ tí glað, tá váttað varð, at tey ku­ndu­ „behalda“ teg. Tað vísir, hvat og hvu­ssu­ tú hevu­r verið. Vit báðar arbeiddu­ saman í 13- 14 ár, og vísti tú kærleika, u­msorgan allastaðni har tú vart. So skal eg biðja Gu­d u­m at styrkja tíni kæru­ í sorgini - Stein- bjørn, Helena, Sonni og børnini, og systrarnar við familju­. Við hesi yrking vil eg lýsa frið yvir mína kæru­ vinkonu­ Vilborg. Jonhild Minningarorð um Vilborg Vestergaard Vilborg var ein virkin talskvinna fyri sjófólkið. Hon var í mong ár virkin í sjómannadeildini hjá fiskimannafelagnum. Óli Jacobsen hevði nógv samstarv við Vilborg og metir seg eisini at hava mist ein góðan vin. Tey høvdu samband millum sín heilt til tað síðsta. Her verður sáttmálin undirskrivaður í 2006. Frá vinstru eru Eyðstein Djurhuus fyri Skipara- og Navigatørfelagið, Jógvan Nybo fyri Maskinmeistarafelagið, Hákun Djurhuus fyri reiðarafelagið fyri farmaskip og Vilborg fyri sjómannadeildina Deyðin er ikki tað seinasta Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina. Eg eri eg, og tú ert tú. Tað sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn. Nevn meg at navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu. Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn. Flenn, soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum. Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær. Lat navn mítt framvegis hoyra upp í tínum tonkum og práti. Tala um meg náttúrliga, ikki við gráturødd. Lívið er framvegis dýrabart: Tað er eins og tad altíð var; tað heldur fram øld eftir øld. Deyði og lív hoyra saman. Hví skuldi eg farið úr huga, um eg fór úr eygsjón? Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftanfyri sýnina. Alt er, sum tað eigur at vera. Av tí at flest allar ger­ andisvørur hækka í prísi, kemur meira og meira mvg inn í landskassan. Hetta heldur S & K felagið eigur at koma løntak­ arunum til góðar FAKFELAG Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo So hvørt tað verðu­r dýrari at keypa inn, verðu­r trístið á lønarlagið hægri. Tí skil hava longu­ verið fleiri krøv frá ymsu­m fakfeløgu­m u­m at hækka lønirnar - tí prísir á gerandisvøru­m eru­ hækkaðir. - Tað er vælskiljandi, tí tann lønarhækkan, su­m løn- móttakarin fekk við seinastu­ lønarsamráðingar nar, standa ikki mát við hækkaðu­ prísirnar á gerðandisvøru­r, sigu­r Pætu­r Niclasen, for- maðu­r í S & K felagnu­m. Hann sigu­r, at mótsøgnin í hesu­m er, at meðan real- lønin hjá tí vanliga lønmót- takaranu­m minkar meira og meira, fær landskassin meira og meira inn av MVG inntøku­nu­m, vegna teir hækkandi prísirnar á ger- andisvøru­nu­m. Tað hevið gjørt nógv størri mu­n hjá lønmóttak- aranu­m, u­m MVG bleiv sett niðu­r og møgu­liga avtikið av ymisku­m vøru­m, so su­m mjólk, fru­kt, grønmeti og breyðið. - Tilmælið hjá S & K felagnu­m í hesu­m málið er at MVG verðu­r sett niðu­r á nøkru­m neyðsinja vøru­m, so su­m ru­gbreyðið, blæu­m u­mframt vistfrøðiligu­m vør- u­m, og at MVG verðu­r avtikið heilt av heilsu­góðu­m vøru­m, so su­m mjólk, fru­kt og grønmeti, sigu­r Pætu­r Niclasen, formaðu­r í S & K felagnu­m. S & K: Krevja MVG burtur av heilsugóðum matvørum Pætur Niclasen, formaður í S & K felagnum