mikudagur 26. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
2. partur
Frælsið verður
fyrireikað
Heimsbardagin gongur sína
gongd, og tað verður meira og
meira greitt, at dagurin nærkast,
tá ið týskarar mugu geva seg yvir.
Tá vóru teir fleiri politistar, sum
hesa tíðina hittust í loyndum at
tosa um, hvussu berast skuldi
at við løgregluni, tá ið Danmark
aftur var frælst. Hóast væl var
ansað eftir, kundi ein ikki vara seg
fyri, at ikki onkur nasisinnaður
var uppi í. Tað vísti seg eisini
seinni, at ein slíkur hevði verið í
tí bólkinum, har Hans Petur hevði
verið við.
Í slíkum virksemi var eisini
skipað fyri trygdartiltøkum
at verja luttakararnar móti
avleiðingunum, um hetta hendi.
Luttakararnir skuldu vita minst
møguligt um hvønn annan. Tí
hendi eingin skaði av hesum.
Tað ráddi um at vera væl fyri
reikaður, tí roknast kundi við ruðu
leika, um ikki løgreglan tók við
beinanvegin, tá ið týskarar góvu
seg yvir. Tað gjørdi hon eisini. Víst
varð hersetingin av Danmark lýst
at vera av 4. mai, men við gildi
frá 5. mai. Til tá skuldi bíðast.
Onkur gjørdi ov skjótt av og varð
skotin av týskum handlangarum,
áðrenn hesir góvu seg yvir.
Allir tøkir politistar møttu eisini
upp beinanvegin 5. mai. Millum
hesar vóru eisini fleiri, sum høvdu
verið nasistar, men hesir vórðu
sendir til hús beinanvegin.
Tilsamans 333 politistar fingu
sekkin aftan á bardagan fyri at
hava samstarvað meira enn gott
var við týska hersetingarvaldið.
Ein av hesum var politistjórin
í Keypmannahavn Ivan Stamm.
Hann var sera gemytligur og
tyktist at vera eins blíður við
týskarar sum danir. Ein kanning
seinni vísti, at hann hevði ikki
forbrotið seg. Men álitið var farið,
og hann endaði sína yrkisleið sum
sigarhandlari.
Aftaná kríggið var ein størri
rættaruppgerð við teir, sum
høvdu runnið ørindi fyri týskar. Í
fyrsta umfari vóru fleiri túsund
fólk tikin, og teir sum stóðu
fyri hesum handtøkum vóru
frælsishermenninir. Tey flestu
av teimum tiknu vóru latin leys
aftur beinanvegin, men nógv
komu fyri rættin. Teir ringastu
yvirgangsmenninir fingu
deyðarevsing og vóru avrættaðir.
Danski ríkisdagurin hevði
nevniliga við afturvirkandi kraft
sett deyðarevsing í gildi aftur.
Hildið verður tó, at nógvir av
teimum stóru fiskunum sluppu ov
væl. Millum hesar vóru teir, sum
høvdu ríkað seg upp av at arbeiða
fyri týskarar. Nógv hildu eisini, at
politikkararnir sluppu ov væl.
Avsøgdu deyðadómarnir blivu
fullførdir frá 194650. Nógvir
politistar vóru tætt uppat hesum
hendingum. Tær komu eisini at
ávirka teir heilt nógv og merkti
teir fyri lívið.
Í serligari grein verður sagt
meira frá hesum.
Kundi eins væl verið
skotin
Sína mest skakandi uppliving
hevði Hans Petur beint eftir
kríggið. Ein dagin vóru teir fýra
politistar, sum høvdu fingið frí
og vóru á veg heim á súklum.
Eina ferð fara teir hvør sína leið.
Tveir fara eftir Nørrebrogade og
tveir eftir Øster Farimagsgade.
Eina løtu seinni hoyrir Hans Petur
nøkur skot. Hann gevur sær
ikki far um tey, tí so stutt eftir
hersetingina var hetta framvegis
dagligur kostur. Men seinni
kemur hann eftir, at tað vóru
teir báðir starvsfelagarnir, sum
teir skiltust frá, sum eru blivnir
skotnir beint eftir, at teir vóru
farnir frá hvørjum øðrum. Hetta
var sera skakandi, og Hans Petur
kundu fáa marruna av hesum
langt aftaná, tá ið hann hugsaði
um, at tað kundi eins væl verið
hann, sum var ein av teimum
skotnu.
Aftaná týsku hersetingina kom uppgerðin.
Politistar, sum høvdu hildið týskarum,
fingu sekkin. Aðrir ørindasveinar hjá
nasistunum fingu dóm og summir enntá
deyðadóm. Tað var ótespuliga uppgávan
hjá politinum at fremja hesar. Eisini fáa vit
eitt íkast um ein av okkara mætastu
politikkarum Jákup Frederik Øregaard,
sum var beiggi Hans Petur
Hans Petur Øregaard:
Uppgerðin eftir kríggið
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Nomi og Hans Petur saman við eldri dótrini Thurid
Tá ið Hans Petur kom niður kom hann til systrina Grethu. Her sæst hon saman
við manninum Harald og soninum Egon. Gretha gjørdist 103 ár. Her skal verða
skoytt uppí, at mamma hennara Petronella, sum kom av Trøllanesi átti eisini
aðra systir í Lorvík. Hetta var Sigga Elisabeth, sum giftist við Fríðrik Hansen
Í Føroyum dámdi Hans Petur væl at rógva út. Her er hann saman við
beiggjanum Sylverius